Áðrenn formil 1 árið byrjaði varð spátt, at McLaren Mercedes og Honda vóru millum bestu liðini í hesum kappingarárinum, so jaligar vóru forsøgnirnar, at heimsmeistarin Fernando Alonso avgjørdi, at skriva undir sáttmála við McLaren Mercedes frá 2007.
Nú ein triðingur av formil 1 koyringunum eru koyrdar, hevur Renault vunnið 4 koyringar og Ferrari hevur vunnið 2, og í løtuni tykist tað sera lítið sannlíkt, at Honda ella McLaren fara at vinna nakra koyring í ár.
Fernando Alonso liggur nú á odda í HM kappingini 15 stig framman fyri Michael Schumacher, og hóast Kimi Räikkönen er á triðja plássi, so hevur hann einans helvtina av stigunum hjá Fernando Alonso.
Støðan í HM fyri formil 1 lið
1Renault78
2Ferrari59
3McLaren-Mercedes42
4Honda24
5Sauber BMW12
6Williams-Cosworth10
7Toyota7
8Red Bull Racing Ferrari2