Løgreglan í amerikanska statinum Maryland hevur skuldsett ein tólv ára gamlan drong fyri at hava stungið mammu sína og ein níggju ára gamlan beiggja sín so meint, at tey doyðu.
Grannarnir hava greitt frá, at tann tólv ára gamli drongurin er sera snarsintur, og at hann ofta gjørdist púra frá sær sjálvum, um tað ikki gekk honum eftir vild, tá hann spældi við sínar javnaldrar. Hví hann gjørdi av við mammuna og beiggjan, veit løgreglan ikki enn, men drongurin er nú sendur til eitt sinnissjúkrahús til kanningar, og har fer løgreglan eisini at avhoyra hann.
Tann tólv ára gamli er tann yngsti, sum nakrantíð er skuldsettur fyri morð í Maryland. Staturin hevur deyðarevsing fyri morð, men hon kann ikki brúkast, um drápsmaðurin er yngri enn fjúrtan ár, skrivar AP. Verður drongurin dømdur sekur, skal hann helst sita í fongsli, til hann verður 21.