Kaja Kallas leggur frá sær sum forsætisráðharri í Estlandi, eftir at hon er tilnevnd at verða uttanríkisleiðari í Europeiska Samveldinum (ES).
Estiski miðilin ERR skrivar, at Kallas í morgun hevur latið forsetanum, Alar Karis, uppsøgn. Hon verður tó verandi í starvinum, til avloysari er funnin.
47 ára gamla Kaja Kallas er ættað úr Tallinn. Hon hevur útbúgving innan løgfrøði og vinnu. Í 2021 tók hon við sum forsætisráðharri í Estlandi – hon var fyrsta kvinna í embætinum. Hon er forkvinna í liberala flokkinum Eesti Reformierakond.
Tá ið toppfundur var í ES síðst í farna mánaði, varð Kaja Kallas tilnevnd at verða uttanríkisráðharri, men fyri at taka við starvinum skal hon góðkennast í ES tinginum.
Kaja Kallas hevur tíð síni sum forsætisráðharri í Estlandi verið atfinningarsom ímóti grannalandinum Russlandi, og fyrr í ár varð hon eftirlýst av Russlandi, tí hon skuldi hava framt fíggindaligt virksemi ímóti Russlandi.











