Sjáldsamir froskar

Í Laos hava granskarar funnið átta froskar, sum eingin hevur sæð fyrr, og nógv bendir á, at talan er um fleiri sløg. Millum annað er eitt slag, har kvennfroskurin er tvær ferðir størri enn kallfroskurin, og eitt annað slag hevur tindar aftur eftir rygginum.

Bryan Stuart hjá náttúrufelagsskapinum World Conservation Society sigur við AP-tíðindastovuna, at granskarar vita lítið um náttúruna í skógunum í Laos, tí granskingararbeiðið har hevur verið sera avmarkað. Í seinastuni hava granskarar hjá WCS verið í Laos, og teir hava funnið ymiskt áhugavert í teimum stóru skógarøkjunum.

Eitt tað mest áhugaverda, sum granskararnir hava funnið, er ein súgdjór, sum líkist einari samanrenning av rottu og íkorni, og sum vísindin helt vera útdeytt fyri 11 milliónum árum síðani.

Bryan Stuart sigur, at granskararnir hjá WCS halda fram við arbeiðinum í Laos, og hann væntar, at teir fara at finna okkurt forvitnisligt afturat.