Kongurin slakaði

Í nepalska høvuðsstaðnum Katmandu tustu fólk út á gøturnar í gjárkvøldið, eftir at Gyanendra kongur hevði kunngjørt, at hann hevði gjørt av at endurreisa tjóðartingið, sum hann sendi til hús fyri fýra árum síðani.
Í seinastuni hava tús­und­tals fólk hava mótmælt eina­ræði kongs, og and­støð­an og fakfeløgini høvdu boðað frá stórum mótmælisgongum í dag. Tær eru nú avlýstar, men tann politiska støðan er kort­ini ikki greið enn. Ætl­andi skuldu umboð fyri and­støðuflokkarnar hitt­ast í dag at taka støðu til, hvussu teir skuldu svara teirri seinastu avgerðini hjá kongi.
Amerikanska uttan­ríkis­ráðið kunngjørdi í gjár, at tað hevði biðið nøkur av sínum umboðum í Nepal fara av landinum, men boð­ini vórðu tikin aftur aft­an á røðuna hjá kongi í gjárkvøldið. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Wash­ington, Adam Ereli, rósti samstundis nepalska fólkinum fyri tess stríð fyri demokratii og frælsi.