síðan 1981. Sera sjaldan fara tey um Sundið at syngja fyri avoyggjarfólki og uttanlands hava tey ongantíð verið enn, so ikki kann sigast, at tey eru gromm eftir at lata onnur enn vágafólk hoyra, hvat kórið [...] svenskir og danskir sangir. Hetta verða tilsamans 15 ymisk løg, sum kórið hesaferð fer at syngja fyri øllum teimum, sum tíma at lurta. Vágafólk hava tikið v?l ímóti kórinum og møtt fjølment upp til konsertirnar
arbeiði stendst av at selja lýsingar, og hetta hevur verið tungt hjá fótbóltsfeløgunum. Team 85 hevur frammanundan eina vælvirkandi søludeild, ið m.a. eisini stendur fyri arbeiðnum at fáa lýsingar á bý [...] eisini at koma fótbóltsfeløgunum til góðar. Team 85, sum er størsta reklamuvirkið í Føroyum, ger skelti til slík endamál á egnum verkstaði. Sostatt verður tað í framtíðini høgligari hjá lýsarunum at fáa skelti [...] heildarloysn, sum umfatar leigu, framleiðslu, uppseting og viðlíkahald av skeltinum. Fyrr var tað soleiðis, at HB og B36 hvørt í sínum lagi seldu lýsingarplássini, meðan lýsarin sjálvur mátti útvega skelti og syrgja
krónur og Niels Andreasen vann 18.000 krónur í V4 spælinum. At teir báðir so settu pening í ferðaseðil til Havnar at síggja Kí sunnudagin má sigast at vera heppi, tí soleiðis savnaðust 3 vinnar úr Klaksvík [...] Ein tekur ikki munnin ov fullan, um ein sigur, at sannur vinnaradámur merkir Klaksvíkina í hesum døgum. KÍ fór sunnudagin av vøllinum í Gundadali sum vinnari í finaluni um løgmanssteypið, eftir spennandi [...] kring vøllin millum KÍ viðhaldsfólkini, vóru eisini vinnarar, ið longu frammanundan høvdu alla orsøk at fegnast. Teir báðir Karl Martin Samuelsen og Niels Andreasen taldust millum Kí viðhaldsfólkini, sum
snarar í ein útnyrðing. Hitin fer at liggja um, ella nakað undir frostmarkinum Veðrið sunnudagin: Hvassur vindur av útnyrðingi og norði. Kavaælingur og hitalagið fer at liggja millum 0 og 3 kuldastig. Veðrið [...] Hitalagið fer at liggja um frostmarkið Eitt stormlágtrýst í ein landnyrðing úr Íslandi flytir seg spakuliga eystureftir, við einum køldum vestanlotið í hølunum. Fyrst í næstu viku kunnu vit vænta at eitt nýtt [...] nýtt lágtrýst fer fram við Føroyum sunnanfyri, og tað fer at geva okkum vind eystaneftir eitt tíðarbil.
tíma. Petur Gaardbo, rakstarleiðari á SEV, vissar um, at talan var um tvey tilvildarlig brek, ið onki samband hava hvørt við annað. ? Vit vita, at fyrru ferð streymurin fór, var talan um brek í stýri- [...] seinna slitið eru enn ikki staðfestar, sigur hann. Sambært SEV, er Sundsverkið farið at eldast, men kortini verður sagt, at tvey streymslit í sama samdøgri, ikki hava samband við aldur og slit á verkinum. [...] fyrradagin tekniskar trupulleikar á Sundsverkinum. Tá fólk í Suðurstreymi sum vanligt høvdu sett seg at lýða á, tá Høgni Djurhuus og Magnus Dam skuldi leggja til brots við útvarpstíðindunum um miðdagsleitið
Í sambandi við at Giktafelag Føroya er 50 ár í ár, fer felagið at skipa fyri fundum ymsastaðni í landinum. Byrjað verður í Vági nú leygardagin 14. febr. Fundurin verður í auluni í Vágs skúla kl. 16.00 [...] og møguleiki verður at seta spurningar og annars fáa eitt prát við tey, sum feila tað sama. Kunnað verður um Norðurlendska samarbeiðið og bóklingar og annað upplýsandi verður at fáa. Felagið hevur fingið [...] onnur tiltøk verða seinni á árinum, m.a. ein stór fyrilestrarøð við norðurlendskum læknum. Vit fara at frætta meira um hetta tá tiltakið er fastlagt.
Nýtt og grønt Herfyri varð borið so í bandi, at landsstýrismennir fingu hvør sítt grøna frámerki at seta í forrútin, ið sigur frá, hvør eigur bilin, og at teir ikki skulu fáa somu viðferð og bøtur sum [...] Tórshavnar kommunu, tá bilurin hevur staðið longri, enn skeltið loyvir. Vanligt aðrastaðni Víst verður á, at hetta er vanlig mannagongd í øðrum londum, men kortini eru tað ikki øll, ið eru nøgd við hesa nýggju [...] er hesin politikkurin líka fyri øll, verður sagt av fólki, ið ikki hava fingið nakra grøna fráboðan at leggja í bilin.
við sær, at skipið uppfyllir hesi, av Skipaeftirlitinum áløgdu trygdarkrøv fram til ár 2007. Avvarðandi myndugleikar, sum hava góðkent hesar broytingar, hava samstundis góðkent, at umstøðurnar at sleppa [...] evnir á skipinum í einari neyðstøðu, har sjógvur kemur inn í skipið. Hetta varð gjørt á tann hátt, at tvær neyðútgongdir framman í stýriborð og tvær aftan í bakborð vóru sveisaðar aftur, samstundis sum [...] sleppa burtur úr hesum økinum í einari neyðstøðu eru nøktandi, tí at tað framvegis eru minst tvinnir møguleikar. Hesi trygdarkrøv eru sett sambært SOLAS (trygd fyri menniskjalívi á sjónum). Strandfaraskip
sambandi við at filmurin um Barbaru verður frumsýndur tann 28. september, letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 26. september kl. 15.00. Ætlanin við hesi framsýning, er at skapa ein Barbaru [...] sum skipa fyri. Á framsýningini verður m.a. høvi at síggja búnar, ið vórðu nýttir undir upptøkuni av filminum. Høvi verður hjá statistum og øðrum áhugaðum at keypa Barbaru plakatina og aðrar myndir, sum Torben [...] Torben Stroyer tók undir upptøkunum í Føroyum. Postverk Føroya og Telefonverk Føroya fara ávikavíst at selja frímerkir, blusir, telefonkort og mappur, ið eru givin út í sambandi við filmin. Framsýningin
verður eisini jólatónleikur at hoyra í Listaskálanum í kvøld. Og tað er rættiliga fjølbroyttur jólatónleikur, Tórshavnar Kamartrio fer at spæla. Duo Prima Vera fer eisini at luttaka á konsertini í Listaskálanum [...] kvøld klokkan 19.3o verður konsert í Listaskálanum, har Tórshavnar Kamartrio og Duo Prima Vera fara at spæla. Millum annað verður frumframført føroyskt verk, sum Pauli í Sandagerði hevur gjørt til orð hjá [...] »Nú er várt ljós sum lyktarljós.« Pauli í Sandagerði skrivaði verkið, sum Tórshavnar Kamartrio fer at framføra, til ferð teirra í Grønlandi á páskum í ár. Tórshavnar Kamartrio er mannað av Berghild Poulsen