Árliga várkonsertin hjá Vágakórinum á Giljanesi

Vágakórið hevur árligu várkonsertina hvítusunnudag kl. 16 í skúlaskálanum á Giljanesi

Seinastu tvey árini hevur Jónvør Joensen verið kórleiðari. Við í kórinum eru einir fimmogtjúgu sangarar.

Til hesa konsertina hevur hon valt eina sera fjølbroytta skrá. Sungnir verða føroyskir sálmar, latínsk, ísraelsk og afrikansk smá kórverk, onkur íslendsk vøgguvísa, negro spirituals, western, norskir, svenskir og danskir sangir. Hetta verða tilsamans 15 ymisk løg, sum kórið hesaferð fer at syngja fyri øllum teimum, sum tíma at lurta.

Vágafólk hava tikið v?l ímóti kórinum og møtt fjølment upp til konsertirnar.

Kórið hevur virkað uttan steðg síðan 1981. Sera sjaldan fara tey um Sundið at syngja fyri avoyggjarfólki og uttanlands hava tey ongantíð verið enn, so ikki kann sigast, at tey eru gromm eftir at lata onnur enn vágafólk hoyra, hvat kórið dugir. Men í summar fara tey sína fyrstu uttanlandsferð. 5. august gongur leiðin vestur um hav til Norðfjørðin, har vinarbýurin hjá Sandavági, Neskaupstaður verður vertur.