Ein tekur ikki munnin ov fullan, um ein sigur, at sannur vinnaradámur
merkir Klaksvíkina í hesum døgum. KÍ fór sunnudagin av vøllinum í
Gundadali sum vinnari í finaluni um løgmanssteypið, eftir spennandi dyst ímóti B36, men kring vøllin millum KÍ viðhaldsfólkini, vóru eisini vinnarar, ið longu frammanundan høvdu alla orsøk at fegnast.
Teir báðir Karl Martin Samuelsen og Niels Andreasen taldust millum Kí viðhaldsfólkini, sum fegnaðust sunnudagin, men teir báðir kundu longu undan dystinum siga "vit vunnu"!
Gekkur og V4
Klaksvíkingarnir Karl Martin og Niels hava nevniliga hvør í sínum lag vunnið í eydnuspæli. Karl Martin snaraði gekkahjólinum og vann 220.000 krónur og Niels Andreasen vann 18.000 krónur í V4 spælinum.
At teir báðir so settu pening í ferðaseðil til Havnar at síggja Kí
sunnudagin má sigast at vera heppi, tí soleiðis savnaðust 3 vinnar úr
Klaksvík á vøllinum í Gundadali sunnudagin.









