Í Tinganesi hava umleið 80 fólk sína dagligu gongd Harafturat koma tey mongu, ið javnan hava ørindi har úti, men ikki eru øll eins væl fyri, tá akførini, ið hava flutt tey hagar, skulu setast.
Nýtt og grønt
Herfyri varð borið so í bandi, at landsstýrismennir fingu hvør sítt grøna frámerki at seta í forrútin, ið sigur frá, hvør eigur bilin, og at teir ikki skulu fáa somu viðferð og bøtur sum onnur frá parkeringsvørðinum hjá Tórshavnar kommunu, tá bilurin hevur staðið longri, enn skeltið loyvir.
Vanligt aðrastaðni
Víst verður á, at hetta er vanlig mannagongd í øðrum londum, men kortini eru tað ikki øll, ið eru nøgd við hesa nýggju skipanina.
Parkeringsviðurskiftini í Havnini og í høvuðsstøðunum í grannalondunum kunnu ikki rættiliga samanberast, og heldur ikki er hesin politikkurin líka fyri øll, verður sagt av fólki, ið ikki hava fingið nakra grøna fráboðan at leggja í bilin.










