Tær broytingar, sum verða viðgjørdar í blaðgreinini, eru framdar fyri 4 árum síðani. Tá hesar broytingar vóru gjørdar, uppfylti Smyril áløgd trygdarkrøv um yvirlivilsisevnir á skipinum í einari neyðstøðu, har sjógvur kemur inn í skipið.
Hetta varð gjørt á tann hátt, at tvær neyðútgongdir framman í stýriborð og tvær aftan í bakborð vóru sveisaðar aftur, samstundis sum nakrar vatntættar hurðar vórðu settar upp í síðugongdunum á bildekkinum. Harafturat vóru allar hurðarnar av bildekkinum inn í síðugongirnar útskiftar við vatntættar hurðar.
Omanfyri nevndu broytingar høvdu við sær, at skipið uppfyllir hesi, av Skipaeftirlitinum áløgdu trygdarkrøv fram til ár 2007.
Avvarðandi myndugleikar, sum hava góðkent hesar broytingar, hava samstundis góðkent, at umstøðurnar at sleppa burtur úr hesum økinum í einari neyðstøðu eru nøktandi, tí at tað framvegis eru minst tvinnir møguleikar.
Hesi trygdarkrøv eru sett sambært SOLAS (trygd fyri menniskjalívi á sjónum).
Strandfaraskip
Landsins
Tekniska deild