Í sambandi við at filmurin um Barbaru verður frumsýndur tann 28. september, letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 26. september kl. 15.00.
Ætlanin við hesi framsýning, er at skapa ein Barbaru dám í býnum, bæði fyri teimum, ið hava verið við, og øðrum sum hava áhuga í filminum.
Tað er Ferðaráð Føroya, saman við postverkinum, Telefonverkinum, Føroya Banka, Tórshavnar Býráð og Kunningarstovuni í Havn sum skipa fyri.
Á framsýningini verður m.a. høvi at síggja búnar, ið vórðu nýttir undir upptøkuni av filminum.
Høvi verður hjá statistum og øðrum áhugaðum at keypa Barbaru plakatina og aðrar myndir, sum Torben Stroyer tók undir upptøkunum í Føroyum.
Postverk Føroya og Telefonverk Føroya fara ávikavíst at selja frímerkir, blusir, telefonkort og mappur, ið eru givin út í sambandi við filmin.
Framsýningin er opin frá 26. september til 5. oktober, allir dagar frá kl. 14.00-18.00.