haldi eg. Tað er sjálvsagt nýtt at gevast at arbeiða, og mann skal læra seg ikki at hava eitt arbeiði at fara til. Eg minnist, at tá eg gavst, var tað fyrst í desember mánað, og eg var fegin um at eg ikki [...] fegnir um at sita í egnum húsum. Ein av hesum, er Elisabeth Andreassen. Hon er so frísk at síggja til, at hon lættliga kundi sagt seg at verið 10 ár yngri, uttan at nakar setti spurnartekin við tað. Í stóru [...] ikki skuldi upp og avstað í ófantaliga veðrinum. Tað var í 1998 at eg gavst á Landssjúkrahúsinum. Tá hevði eg arbeitt har í tilsamans 20 ár. Ætlanin var, at eg skuldi halda fram við vikariera eitt sindur
sum konufólk, at eg vil gera nakað við hetta við eldrabyrðuni – at vit ikki eru nøkur byrða, segði Beate L. Samuelsen í útvarpinum hjá KVF. Við in.fo í dag sigur Beate L. Samuelsen tó, at hon enn onga áheitan [...] herfyri, at hon umhugsaði at stilla upp til býráðsvalið í vetur. Hon metir ikki, at aldur er ein byrða, tí har sita valdir politikkarar bæði í býráðnum og í løgtinginum, ið eru eldri enn hon. Samstundis [...] Samstundis vildi hon eisini vísa á, at tað oftast vórðu konufólk, ið blivu spurdar um tær ikki vórðu ov gamlar at stilla upp, men at sami spurningur ikki bleiv settur mannfólki í sama mun. -So eg havi sett mær
verkinum. Nú ætli eg at arbeiða við at mynda lívssøgur, at eksperimentera, at víðka um fyribrigdi og dimensiónir og fara meira í dýpdina. Eg vóni eisini at fáa tíð at lesa og skriva meira, sigur hon. Annað er [...] stuðul og at nógv tíð fer við hesum. – Nú fáa eg meira arbeiðsfrið og tí verður meira av degnum eftir at skapa og at menna meg í. Alt meðan eg arbeiði miðvíst við verkætlanum, sum eg eri sera spent at vísa [...] takksom fyri at hava fingið listafólkalønina. Nú kann eg hava meira tíð at fordjúpa meg í listini, sigur Silja Strøm. Hon vísir á, at tá ið hon ikki hevur fasta løn, er nógv annað, ið hon skal taka sær av, eitt
tað góða árið í 1996 helt eg sjálvur, at eg hoyrdi heima liðnum, men í 1998, tá eg framvegis gekk skaddur, hevði eg tað ikki gott við, at aðrir mans vóru settir av, tá eg skuldi á liðið, greiður Allan Joensen [...] um var pínan í hælsinuni tó vorðin so stór, at hann fekk illa spælt. ? Eg minnist, at eg segði við ein viðspælara, at nú fekk eg ikki spælt meira, og at eg ætlaði mær út í hálvleikinum. Tað vóru bara einir [...] um at verða við, men tað gekk illa. Eg var ikki í venjing og heldur ikki frískur, og eg kendi meg stundum illa av, at eg skuldi setast á liðið, sjálvt um tað vóru aðrir, sum vandu nógv meira enn eg. Eftir
ngar at fara til fyri tíðina. - Tað tykist sum, at tað er meir umráðandi at skunda sær at fáa málningin lidnan, fyri at sleppa at sýna hann fram, heldur enn at gera sær eitt sindur meir ómak við honum [...] listamálari hevur trongd til at mála, heldur hann. ? Eg haldi heilt einfalt, at nógv hava ilt við at skilja, at tú málar eitt innara landslag, har tú roynir at fáa lørifti at endurspegla tínar kenslur og [...] tú bara skuldi duga at herma so væl, sum gjørligt. Nógvar av myndunum vóru eisini bílagdar við neyvum krøvum um alt frá stødd, til hvussu nógv av útsýninum skuldi við. Eftirgerðir krevja ikki, at tú tekur
rista uppgevandi við høvdinum og halda fram við sínum, sum um næstan einki var hent. Tað er so meiningsleyst, tú kennir teg so hjálparleysan, og hvat hevur tað við teg at gera? Soleiðis havi eg eisini ofta [...] um at koma innum, har vit øll kundu sita niðri. Tað sortnaði fyri okkum... Maður mín fekk stamað, um nakað var hent við gentunum, og teir søgdu, at genturnar høvdu tað eftir umstøðunum gott, men at ein [...] ? til at skipa fyri øllum tí praktiska, soleiðis at vit hava fingið tíð til at ugga og stuðla genturnar og kunnu byrja okkara nýggja lív so lagaliga sum gjørligt. Nú mugu vit bara royna at koma so væl
eitt mál frá at koma í finaluna. Borussia Dortmund royndi seg við øllum snildum og skifti út, spælarar blivu skaddir og klokkan skuldi bara ganga. Tað gjørdi hon og Real Madrid megnaði ikki at fáa avgerandi [...] fyrru hálvfinaluni í Dortmund, tá hann skoraði øll fýra málini í 4-1 sigrinum. Tí skuldi Real Madrid vinna 3-0 fyri at koma í finaluna. Real Madrid hevði onkrar møguleikar og Cristiano Ronaldo tóktist hugagóður [...] stórt trýst. Fleiri ferðir var nær við og tveir minuttir fyri tíð riggaði. Karim Benzema fekk ein bolt við baklinjuna og legði hann útfrá til Sergio Ramos, sum legði sær bóltin til rættis og sendi hann
sangurin við tí gamla og kenda andaliga boðskapinum Vend nú við . Hesin sangurin hevur eisini sína søgu. - Tá eg avgjørdi at geva eina fløgu út, vildi eg fegin hava eitt nýtt lag við á hana. - Eg royndi [...] vóru í veruleikanum so gomul, at eg ikki mintist til lagið!, greiðir Lisa brosandi frá. Hon kom fram á sangin ein dagin, hon hugdi í sangmappuna, sum hon plagar at brúka, tá hon syngur til møtir og aðrastaðni [...] slíkum umstøðum er gott at vita og hoyra at ein altíð kann koma aftur til Hansara. Hann er nær hjá hvørjum einstøkum! Tá so fløgan kom uppá tal visti hon beinanvegin, at hetta skuldi eisini gerast heitið
hevur tað leingi ligið í kortunum, at minnisvarðin skuldi reisast og ætlanin var, at tað skuldi vera 26. juli, tá ið Elinborg Lützen hevði fylt 100 ár, hevði hon livað. Hon doyði annars í 1995, 76 ára gomul [...] so nógv ár eftir at hon var komin heim, vórðu hon og Mykines skild. Sum grafikari og listarfólk er Elinborg Lützen heilt sín egin, og við sínum verkum, har myndaevnini eru bæði heimlig, trøllslig og ævintýrkend [...] av okkara fremstu listafólkini og leingi var hon einasti grafikari í Føroyum. Hon nam sær útbúgving á listaskúla í Keypmannahvn, har hon eisini giftust við listamálaranum, Mykines. Elinborg Lützen var
Høgni arbeiðir til dagligt saman við átta øðrum offiserum á brúnni. Hann sigur, at hann sjálvandi gleðir seg nógv at koma heim, og nú hevur hann eisini ein meira at koma heim til. Men tíðin umborð fellur honum [...] týdning fyri hann, at hon stuðlaði honum so væl. Eisini heldur hann, at tað var betur at fara, áðrenn hann bleiv pápi, enn at verða noyddur at fara einar tríggjar dagar aftaná. - Ja, eg haldi tað er betur [...] verður sera løgið at halda jól umborð í øllum hesum hitanum, sigur Høgni, sum ikki hevur roynt at vera burtur fyrr á jólum. Hann sigur, at honum sjálvandi fer at leingjast heim, men tað at alt er so nýtt