Nú er endaliga greitt, at ein minnisvarði yvir serstøku listakvinnuna, Elinborg Lützen, skal reisast í Klaksvík. Mánadagin samtykti Klaksvíkar býráð endaliga at játta pengarnar til endamálið.
Annars hevur tað leingi ligið í kortunum, at minnisvarðin skuldi reisast og ætlanin var, at tað skuldi vera 26. juli, tá ið Elinborg Lützen hevði fylt 100 ár, hevði hon livað. Hon doyði annars í 1995, 76 ára gomul.
Men tað hevur eisini verið greitt í eina tíð, at tað fór ikki at eydnast. Ístaðin er endamálið at avdúka minnisvarðan 24. September, tá ið Norðoya Sparikassi fyllir 100.
Og tað er ikki av tilvild, tí býráðið sigur, at sparikassin hevur stuðlað ætlanini væl.
Sjálvur Minnisvarðin, sum er ein standmynd av Elinborg Lützen, kostar 650.000 krónur og av teimum eru 600.000 krónur útvegaðar í stuðuli.
Tìskil hevur býráðið nú samtykt at játta 50.000 krónur afturat til sjálva standmyndina. Harumframt hevur Býráðið eisini samtykt at játtað slakar 840.000 krónur til at gera økið, har minnisvarðin skal standa, og at gera rundan um. Men afturat tí skulu 60.000 krónur játtast til sjálvt hátíðarhaldið, tá ið standmyndin verður avdúkað.
Elinborg Lützen er eitt av okkara fremstu listafólkini og leingi var hon einasti grafikari í Føroyum.
Hon nam sær útbúgving á listaskúla í Keypmannahvn, har hon eisini giftust við listamálaranum, Mykines. Elinborg Lützen var í Keypmannahavn í try ár og ikki so nógv ár eftir at hon var komin heim, vórðu hon og Mykines skild.
Sum grafikari og listarfólk er Elinborg Lützen heilt sín egin, og við sínum verkum, har myndaevnini eru bæði heimlig, trøllslig og ævintýrkend, prógvar hon sín stóra ans fyri tí listarliga, samstundis sum handverkið er framúrskarandi.