Runt um í landinum sita pensionistar, sum eru glaðir og virknir, og eru fegnir um at sita í egnum húsum. Ein av hesum, er Elisabeth Andreassen. Hon er so frísk at síggja til, at hon lættliga kundi sagt seg at verið 10 ár yngri, uttan at nakar setti spurnartekin við tað.
Í stóru húsunum í Varðagøtu húsast hon saman við manninum. Higar fluttu tey í 1964. Tá var grannalagið so tómligt, og hiðani varð mett at vera langt oman í býin.
- Áðrenn vit komu her niðan at búgva, búðu vit í Jóannesar Paturssonargøtu, sum tá ikki var komin í gjøgnum. So vit hava roynt at búð í eini aðrari tíð, má mann siga, sigur Elisabeth Andreassen.
Elisabeth Andreassen er ættað úr Trongisvági, men flutti til Danmarkar seint í 1950 árunum fyri at byrja uppá útbúgvingina sum fysioterapeutur. Tað tók tvey ár og fýra mánaðir at læra til fysioterapeut. Fyri hana var fysioterapiin eitt sera áhugavert arbeiði, sum bæði var vítt og breitt.
- Tá vóru tað so fá, sum arbeiddu við fysioterapi í Føroyum. Tað vóru nakrar fáar eldri kvinnur, ið arbeiddu við tí. Tí var tað var eingin trupulleiki at fáa arbeiði, tá eg kom heim aftur, og søkti starv á Landssjúkrahúsinum, sigur Elisabeth Andreassen.
Heimsins býttasti spurningur
Tað var í 1964 at hon og maðurin fluttu heim aftur til Føroya.
- Mær dámdi ótrúliga væl í Danmark, og var kedd av at skula flyta aftur til Føroya tá. Í dag hevði eg kortini ikki viljað býtt Tórshavn um við Roskilde, har vit búðu tey seinnu árini. Alt er so nógv broytt síðan tá. Tað var einki at stúra fyri í Keypmannahavn, sum vit so ofta vitjaðu. Ikki sum nú, sigur Elisabeth Andreassen.
Mannin fann hon í Keypmannahavn. Hann var kortini ikki dani, men strandingur. Hann fekk starv í Føroyum, sum var orsøkin til at tey fluttu til Føroya. Seinni komu tvey børn, og tilsamans eigur Elisabeth Andreassen fimm ommubørn. Tað kemur fyri, at børnini hava brúk fyri eini hjálpandi hond til at passa ommubørnini, og tað er Elisabeth fegin um. Tað er bert ein av teimum tingunum, sum fara við hennara tíð.
- Hvat eg fái tíðina at ganga við? Tað má vera heimsins býttasti spurningur, sigur hon flennir.
- Bara tað at leita eftir brillunum kann fara við nógvari tíð. Nei, álvara, bara mann er raskur, er alt gott, haldi eg. Tað er sjálvsagt nýtt at gevast at arbeiða, og mann skal læra seg ikki at hava eitt arbeiði at fara til. Eg minnist, at tá eg gavst, var tað fyrst í desember mánað, og eg var fegin um at eg ikki skuldi upp og avstað í ófantaliga veðrinum. Tað var í 1998 at eg gavst á Landssjúkrahúsinum. Tá hevði eg arbeitt har í tilsamans 20 ár. Ætlanin var, at eg skuldi halda fram við vikariera eitt sindur, men tað vísti seg, at tað einans var pláss fyri vikarum um summarið, og tá tímdi eg altso ikki at arbeiða, greiðir hon frá.
Tilhaldið er fantastiskt
Í staðin tók hon ein part av síni pensjón út, og bjóðaði manninum á ein fantastiskan túr til Kina. Ymsa staðni í stóru húsunum hanga listaverk, hon hevur keypt við sær heim av ferðum. Eitt nú Noreg og Italia, haðani hon hevur nøkur av sínum yndislistaverkum. Nakað hava tey ferðast gjøgnum árini, bæði heima og úti, og fyri einum ári síðan seldu tey summarhúsini á Sandi, tey annars høvdu havt í mong ár. Alt skal haldast við líka, og fór tað við ov nógvari tíð.
- Eg haldi, at tá mann hevur summarhús, forðar tað einum í at fara aðra staðni. Seinnu árini hava vit kortini verið ymsa staðni í landinum. Vit vóru í Klaksvík fyri nøkrum árum síðan, men tá kom verkfall, so vit sluppu ikki avstað aftur tá vit ætlaðu, og tá vit so fóru út í Hest, fekk skipið eitt brek, so vit noyddust at bíða niðri á keiini í fleiri tímar. Eina ferð fóru vit ein túr til Fugloyar. Veðrið var so gott her, men tá vit komu út har, var øgiligt ódnarveður. Men manningin umborð á Másanum dugdi ótrúliga væl, og tað var ein góður túrur hóast alt, sigur hon og smílist.
Til Trongisvágs er einki hjá Elisabeth at fara aftur til. Hon hevur fýra systkin, men eingin av teimum hevur valt at búseta seg har. Havnin er heimið fyri hana, og her hevur hon tað gott saman við manninum og góðu vinfólkunum.
- Eg gangi nógv í Tilhaldið, sum er fantastiskt. Eina ferð um vikuna ganga vit túrar í Havn, og maðurin hevur gingið til matgerð har. Tað stóð einki til her fyri, tá Tilhaldið varð hótt við afturlating. Tað hevði verið stór synd, tí har kemur so nógv fólk.
Smúkkusniðgevi við grønum fingrum
Elisabeth hevur altíð verið glað fyri náttúruna. Hon hevur gjøgnum árini savnað vakrar steinar, hon hevur funnið á sínum túrum, tá hon saman við manni og vinfólki hevur verið og hugt at fuglum ella blómum.
- Og so gangi eg til steinslíping og silvurarbeiði á kvøldskúlanum. Har havi eg brúkt mínar steinar til at gera smúkkur við. Tað havi eg gjørt í trý ár, og dámar mær tað so væl, at eg havi avgjørt at halda fram við tí.
Í túninum er stórur urtagarður. Stykkið hjá Elisabeth og manninum er at meta við tvey grundstykki. Óbygda økið var fyrr eitt spælipláss hjá børnunum í grannalagnum, men er í dag ein grasfløta, har eplavelta og rabarbugarður eru at finna.
- Mær dámar væl at vera úti í garðinum, og ein tílíkur garður skal haldast, um hann skal síggja út av nøkrum. Vit hava tíverri trupulleikar av morðsniglinum, hóast vit hava roynt at basa honum. Fyrr vóru vit raskari at heinta teir, og klárað vit at heinta 50 uppá eitt kvøld, munar tað so væl. Men eg sá nú tá páskaliljurnar komu upp, at teir høvdu etið av páskaliljunum.
Tað eru nøkur ár síðan maðurin eisini gavst at arbeiða. Tey eru so heppin at hava góð vinfólk, ið hava røtur heilt aftur í lestrartíðina. Saman við vinkonunum gongur Elisabeth í bindiklubb, og um summarið sleppa mennirnir við á túrar.
Tá hon ikki er til steinslíping, lúkar í garðinum, gongur túr ella bakar breyð, dámar henni væl eina góða kriminalroman og at ganga til sjónleik.
- Eg haldi at føroysku sjónleikararnir eru so fantastiskir, og gera eitt framúrskarandi arbeiði, hóst tey hava lítið at arbeiða við.
Ein kann lítið annað enn geva Elisabeth Andreassen rætt í, at mín fyrsti spurningur var heimsins býttasti. Tíðin strekkir als ikki til, hóast ein er givin at arbeiða.










