Borussia Dortmund er í Champions League finaluni

José Mourinho, Cristiano Ronaldo og Real Madrid megnaðu veruliga at fáa spenning í seinnu hálvfinaluna, sum endaði við 2-0 sigri til Real Madrid, men tað er ikki nokk til vinna samanlagt.

 

Robert Lewandowski var stóra hetjan hjá Borussia Dortmund í fyrru hálvfinaluni í Dortmund, tá hann skoraði øll fýra málini í 4-1 sigrinum. Tí skuldi Real Madrid vinna 3-0 fyri at koma í finaluna.

 

Real Madrid hevði onkrar møguleikar og Cristiano Ronaldo tóktist hugagóður á vøllinum, men helst mundi Borussia Dortmund hava størru málmøguelikarnar tá samanumkom. Serliga Robert Lewandowski hevði fleiri góðar møguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Millum annað sendi hann hart skot á tvørstongina.

 

Real Madrid royndi seg eisini við nøkrum broytingum í seinna hálvleiki. Inn komu Luka Modric, Samir Khedira og Karim Benzema. Seinast nevndi fekk eisini eitt sindur av spenningi í dystin, tá hann sparkaði eitt flat innlegg úr høgru upp nettakið.

 

So vaknaði Real Madrid og legði Borussia Dortmund undir eitt stórt trýst. Fleiri ferðir var nær við og tveir minuttir fyri tíð riggaði. Karim Benzema fekk ein bolt við baklinjuna og legði hann útfrá til Sergio Ramos, sum legði sær bóltin til rættis og sendi hann somuleiðis upp í nettakið til 2-0.

 

Nú var Real Madrid bara eitt mál frá at koma í finaluna. Borussia Dortmund royndi seg við øllum snildum og skifti út, spælarar blivu skaddir og klokkan skuldi bara ganga. Tað gjørdi hon og Real Madrid megnaði ikki at fáa avgerandi málið seinastu løtuna.

 

Sostatt er Borussia Dortmund í Champions League finaluni. Í morgin spæla Bayern Munchen og Barcelona seinnu hálvfinaluna um hitt plássið í finaluni. Bayern Munchen vann fyrra dystin heili 4-0.

 

Champions League hálvfinala:

Real Madrid(1)-(4)Borussia Dortmund 2-0(0-0)

1-0 Karim Benzema, 83

2-0 Sergio Ramos, 88

Borussia Dortmund vinnur 4-3