Tá heilin letur seg upp ...

Í øllum meldrinum av bilum og fólki í býnum letur heilin hjá listamanninum, Arnoldi Vegghamar, seg aftur, og tá ber ikki til at skapa list. Men eina frostklára nátt á Grømma á Viðareiði letur heilin seg upp, og tá liggur allur heimurin opin at skapa list burturúr

Tað er, sum sær hann heimin í fepurhita, ein surrealistiskan dreymaheim, har lillalitta gróti líkist eiturbommum, sum syftast higar og higar. Naivur og barnsligur, men altíð orginalur og slóðbrótandi. Heimlig myndevni í psykodeliskum hami, sum eru vit á eini aðrari planet. Eitt sindur av van Gogh, kanska eitt brá av Thomas Arge ...
Royndirnar at lýsa listamannin Arnold Vegghamar eru nógvar og ymiskar, men sjáldan avgjørdar. Tað einasta avgjørda er semjan um, at Vegghamar ikki líkist nøkrum øðrum vit nakrantíð hava sæð í føroyska myndlistaheiminum. Summi fegnast, onnur eru firtin, tí "Soleiðis sær veruleikin ikki út"
Forfjónaðar landslagsmyndir
Men einaferð málaði Arnold veruleikan, sum hann sær út. Við Waagstein og Kruse sum fyri-mynd byrjaði Arnold at mála í 1950 unum og málaði leingi siðbundnar landslagsmyndir, sum eru so eyðkendar fyri føroyska myndlist, at talan er vorðið um ein serføroyskan listaflokk í sær sjálvan. Arnold minnist serliga væl eitt gott ummæli, Karsten Hoydal gav honum í bløðunum, og tað gav hon hug at halda fram, sigur Arnold og smílist, tá hann minnist hesa fyrstu tíðina sum listamaður
? Jú, eg var errin av ummælinum hjá Karsten, men Ingolv av Reyni hevði ofta at mær. "Tú gert ov lítið við tað, Arnold", plagdi hann at siga, minnist Arnold og grunar, at hann kanska longu tá var farin at troyttast av naturalistisku landslagsmyndunum
? Landslagsmyndirnar seldu, sum eg veit ikki hvat. Tað var jú tað, fólk vildu hava tá. Nú er hetta slagið av myndlist fullkomiliga forfjónað av listaummælarum. Og tað ger onki, tí talan var sjáldan um list, men heldur um eftirgerðir av veruleikanum, har tú bara skuldi duga at herma so væl, sum gjørligt. Nógvar av myndunum vóru eisini bílagdar við neyvum krøvum um alt frá stødd, til hvussu nógv av útsýninum skuldi við. Eftirgerðir krevja ikki, at tú tekur teg sjálvan við í myndirnar, so har verður tú ikki verandi, um tú ætlar tær at vera listamálari, sigur Arnold.
Og tí var tað eisini, at Arnold Vegghamar byrjaði at leita nýggjar listarligar leiðir.Hvaðan íblásturin kom frá, dugir hann ikki rættiliga at siga - innanífrá helst, tí nú er tað veruleikin, sum hann sjálvur sær hann, ið kemur fram á løriftinum, og ikki veruleikin, soleiðis sum onnur halda hann eigur at síggja út.
Viðkvæmt sinni
Nýggi stílurin hjá Arnoldi fall ikki í góða jørð hjá øllum. Summi søgdu onki, meðan onnur søgdu bart út at, "Soleiðis sær tað ikki út!" Fólk skiltu ikki nýggju málningarnir og gera ofta tað framvegis ikki, heldur Arnold, sum helt tað vera trupult og ofta eitt sindur flovisligt at greiða fólki frá, hví hann hevði slept naturalistisku myndunum og var byrjaður uppá hetta nýggja.
? Man vil helst ikki fornerma listarliga tokkan hjá fólki, men tað kanst tú verða noyddur til, um tú skalt verða erligur móti tær sjálvum. Og ert tú ikki tað, er tað ongin meining í at royna at skapa list, sigur Arnold og leggur afturat, at list altíð er ómetaliga persónlig. Sjálvur leið hann av tunglyndi í nógv ár, og tá hjálpti tað altíð at fara í holt við teir sterku, glógvandi litirnir, sum kendust lættir fyri sinnið.
? Tíbetur eri eg sloppin av við tunglyndið, men mítt sinnið er sera viðkvæmt. Sterku og óblandaðu litirnir brúki eg sum oftast tilætlað, men onkuntíð kennist tað sum náttúran rundan um meg veruliga sær soleiðis út - frísk og klár og á tremur við alskyns litum. Besta løtan hjá mær at mála er eitt frostklárt púra stilt vetrarkvøld her á Viðareiði, har tað einastu tú, hoyrir, er seyðin, sum skavar í kavanum. Tá letur heilin seg upp, og allur heimurin liggur púra opin at skapa burturúr, sigur Arnold. Honum dámar onki serligt býarlívið í Havn ella Klaksvík. Har er ov nógv asfalt og betong, og í øllum meldrinum av bilum og fólki letur heilin hjá Arnoldi seg aftur. Og tá ber ikki til at skapa list longur.
Myndin er boðskapurin
Arnold skilur væl tey, sum ikki skilja hansara list. Helst kemst tað av, at tað eru so nógv, sum ikki eru von við at síggja list. Tí gera tey sær heldur ikki tankar um, hvat list er fyri nakað, og hví ein listamálari hevur trongd til at mála, heldur hann.
? Eg haldi heilt einfalt, at nógv hava ilt við at skilja, at tú málar eitt innara landslag, har tú roynir at fáa lørifti at endurspegla tínar kenslur og tankar. Góð list brýtur frá og gongur nýggjar leiðir. Tað er tað, sum ger hana til list, at hon letur nýggjar dyr upp. Slíkt má koma innanífrá, tí tekur tú tað frá øðrum, verður tað bara enn ein eftirgerð millum alt ov nógvar aðrar, sigur Arnold, sum eisini heldur tað vera alt ov nógvar listaframsýningar at fara til fyri tíðina.
- Tað tykist sum, at tað er meir umráðandi at skunda sær at fáa málningin lidnan, fyri at sleppa at sýna hann fram, heldur enn at gera sær eitt sindur meir ómak við honum, heldur Arnold. Sjálvur brúkar han eini 14 dagar at mála ein málning, og nógvir verða bara vendir inn móti vegginum, tí Arnold ongantíð varð nøgdur við teir. Kanska hann tekur teir framaftur og roynir umaftur við fleiri løgum, nýggjum litum, øðrvísi kompositiónum
? Tað hevur stóran týdning, at litir og kompositión skapa eina myndliga heild, men allarhelst vil eg hava málningin at glógva. Eg hugsi ikki so nógv um at leggja ein boðskap inn í myndina. Myndin sjálv er boðskapurin - ein visuellur boðskapur, sum letur eygu og dyr upp.
Málningarnir eru míni børn
Hóast Arnold málar fyri seg sjálvan, ikki fyri onnur, heldur hann tað vera stuttligt, tá onnur fáa eina uppliving av at hyggja at málningunum. Men hann hevur ongatíð lagt nakað serligt í at hava framsýningar. Tað er so møðsamt at fáast við at flyta málningarnar aftur og fram í bili, heldur hann, og honum dámar heldur onki at koyra gjøgnum smølu og myrku tunnlarnar norðanfyri. Og tó, tá ein framsýning er við at koma upp at hanga, verður hann spentur og fær summarfuglar í búkin, men tað er framvegis við blandaðum kenslum at han selur sínar málningar
? Mínir málningar eru míni børn, og at selja teir er næstan tað sama, sum skuldi eg selt mínar frensar, Golli og Petty. Eg hevði saknað teir øgiligt og hugsa nógv um, hvar teir nú vóru, sigur Arnold og tekur Golli upp í fangi og kínur honum aftan fyri oyrað.
?????
Heimurin í fepri

Hamrar og urðar, skriður og skursl, sum vit síggja í málningunum hjá Arnoldi, finnast eyðvitað í fjøllunum á Viðoynni, har málarin finnur síni myndevni. Men myndir hansara eru ikki vanligar náttúrulýsingar, hann ber annað fyri brósti. Málningarnir eru tráligar sjónir, persónligar tulkingar av landslagnum, ið leiða áskoðaran inn í annan heim. Tey stuttu friðleysu, litsterku og ágangandi pensilsstrokini spegla eitt sálarinnar pínulandslag. Ein kennir seg vera í surrealistiskum dreymaheimi, har eingin luft er at anda og alt treingist saman um ein. Steinarnir eru í áhaldandi ófriði, teir syftast til ymsar síður, og sum rørslurnar eru litirnir ógvusligir, fepurheitir. Sonn náttúruræðsla er bundin í omanlopunum, ið hótta við at spreingja myndarammuna.
Bárður Jákupsson, Myndlist í Føroyum, Sprotin, 2000
?

Í løtuni er 24 nýggir málningar hjá Arnoldi Vegghamar at síggja í Leikalund í Klaksvík. Framsýningin er opin allan apríl mánað.