meiri ella minni frammanundan. Í so lítlum samfelagi vita nógv nógv um nógv. Men tað er kortini eitt, sum hesir menninir ikki hava vitað um hvønn annan: Sjúkuna, teir allir líða av. Tað er júst henda sjúkan [...] sær út til at ta klassiska skal eiga hesa løtuna. Nú, Benadicta, letur í einum. Hvat bjóðar tú í dag? Kanst tú ikki koyra ein rokkara á ein ordiligan ein?! Hon svarar brosandi aftur, at teir skulu nokk [...] og síðani skulu hinar fýra fingrarnir skiftast um at trýsta niður í deiggið. Teir eru ikki meiri enn byrjaðir, tá næsta søgan er á skránni: Hesaferð um navnið á fingrunum. Ja, tað er so trupult við nøvnunum
kemur til ta sannføring, at her er ein maður sum veruliga hevur nakað uppá hjarta og nakað, sum hann ynskir at eftirtíðin skal fáa kunnleika um. Í tíðini áðrenn sjónvarp og útvarp gjørdust hvørs mans ogn, [...] forfedrar okkara livdu undir. Dávur fegnast eisini um hesar bøkur, men í hesi bókini hevur hann kortini eitt annað mál og sikti: Nú skal sannleikin fram um lívið á landi og sjógvi. Ikki tí, hinar bøkurnar [...] bangin umborð á Coraliu, tó at støðan var so ring, ja, sum ikki hugsast kann. Tá tú hevur verið úti fyri nógvum vási, tá venist tú við tað at vera í vandastøðu. Men bangin var eg ongantíð, eg hevði meiri at
stórvegis. - Nú ætli eg mær bara at slappa eitt sindur av. Tú veit sjálvandi ikki, hvat kann stinga seg upp, men tað er ikki soleiðis, at eg havi nakað í bakhondini. So fyribils taki eg tað bara heilt róligt [...] hava verið eftir vild. - Sum venjari mást tú altíð eftirmeta, hvørt potentialið og úrslit standa mát. Vit høvdu undan kappingarárinum ein greiðan málsetning um, at vit vildu við í topp-fýra, og tað málið [...] hvørki spælari ella venjari - er oman fyri heildini, og tí haldi eg, at tað kanska er betri fyri liðið, um ein nýggjur venjari við nýggjum íblástri kann traðka til nú. Hetta er fyrsta ferðin í 12 ár, at Sophus
tað torført fyri ljóðmannin at finna ljóðið. Hvør veit? Frostbit Bólkurin er ikki nýggjur, rættiliga gamal faktiskt, men hevur fáar konsertir spælt. Eg veit ikki hví, men hetta knappliga at koma fram, tá [...] er 20:30, og dyrnar eru opnaðar. Fólk eru í góðum lag, og spenningur er at merkja allastaðnis rundan um seg. Tað gongurr heldur ikki leingi, og so er Mentunarhúsið gott pakkað av bæði ungum og eldri fólki [...] at seta hol á finaluna 2005, er Eager To Please. Eager To Please Hetta er 80 ara rokkur, sum vil nakað. Teir løgdu út við einum knasandi góðum lagi, og fólk komu nærmari at pallinum við rytmuni av trummuni
fer at liggja um eina miljón krónur. - Hetta er eitt velduga stórt arbeiði, og eg haldi, at hetta er alt ov bíligt. Hetta hevur givið mær eina ársløn hesi bæði árini, men hetta er ikki nakað, eg eri vorðin [...] Lagt verður aftrat, at listarverkið er ein súla, og tað merkir, at tú sært ikki alt í senn, men í stórum "bitum" alt eftir, hvar tú stendur. Tað ósjónliga Tróndur Patursson hevur gjørt fleiri modellir [...] koma inn í húsið, og tað er lætt at sleppa útaftur. Tú koyrir upp-og niðureftir einum "snigli". Ikki keðiligt Tróndur sigur, at onkur hevur havt á munni, um tað ikki er keðiligt at skula prýða eitt parkeringshús
góður í dag, tí hann hevur sagt upp í 18 metrar um sekundið, sigur Kamar. Hann ætlar tí at fara avstað nú sum skjótast, og náa at vera aftur at landi um midnáttarleitið. Ongatíð gull Báturin hjá Kamari [...] hvørja ferð líkindini eru til tað. Hann hevur tí ikki nakran annan mann við sær í bátinum. - Sum tú kanska veit, so havi eg fingið mær eina konu úr Ukraine, og vit bæði arbeiða so sera væl saman. So tað ber [...] verður at høvdingar úr Noregi komu til Føroyar og goymdu gull sítt undir hesum steini. Men er tað so nakað gullnám at vera útróðrarmaður í Føroyum so mong áðrenn eftir hetta?! - Nei, sigur Kamar avgjørdur
verður fari til London at kappast við bólkar úr 26 ymiskum londum um 100.000 dollarar og eina konsertferð kring heimin. Vit hava biðið hann um at valt teir fimm bestu tónleikabólkarnar í heiminum. Hopleys [...] bólkar, sum eg fari at hugsa um, tá eg hoyri Flux ella Marius. Hetta heldur Marius ikki vera so løgið, tí tá hann setur seg at gera tónleik, so er tað ein prosess, og hann veit ongantíð hvar hann endar, og [...] Zavala er fantastiskur, røddin minnur nógv um Robert Plant, tá hann skríggjar. Gittarspælarin Omar Rodriguez Lopez ger tað mesta. Hetta minnir eitt sindur um 70 ára rokk, men er progressivur tónleikur
Emil. Veit ikki nágreiniliga, hvar hann býr. Men tað veit bygdarfólkið sum vera man. - Far tær niðan á ovara veg, beint niðan frá her. So sært tú eini eyðkend hús við gróti, flagtekju og úr timbri. Tú sært [...] framvegis er við so gott mót, hug og framvegis hevur ætlanir um bókaútgávur. - Tað ber so væl til, sigur hann, sum um tað var nakað at spyrja seg um. - Frágreiðingin er hon, at eg havi eitt hjarta úr Sumba [...] eina frágreiðing, og hana gevur hann eisini: - Sært tú, tað er nakað serstakt við Sumbiar-hjartanum. Tað er sum um eg ongatíð havi merkt at eg havi nakað hjarta. - Eitt slíkt hjarta úr Sumba, tað er har bara
litblýantin?! Tú brúkar hann ikki allíkavæl! Lítla Samantha hevur sitið eina løtu og teknað eina fína tekning uppá eitt pappír. Hon hevur ikki sansað nakað rundan um seg hesa løtuna. Hevur bara hugsað um at tekna [...] tekning sína av firvaldinum lidna. Hon veit, um eina løtu skal tekningin handast til Marit gummu. Ein kona, sum hon ongatíð hevur sæð, men bara hoyrt navnið á. Fyrr um dagin komu brádliga nøkur fremmand fólk [...] kunna vitað um alt tað fyrireikandi arbeiðið, sum er gjørt frammanundan hesum mikumorgni 9. November 2005? Hon hevði ongan møguleika at vita, at Reyði Krossur í Føroyum hevur gjørt avtalu um at stuðla júst
samdir um. Hann kann vera ótrúliga komiskur Hvør er keðiligast í Føroyum og hví? Eg veit ikki, hvør tað skuldi verið Eg haldi meg ikki hava møtt honum enn. Hvussu ofta speglar tú tær? Tað geri eg um morgunin [...] treiskur og stillur Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Eg veit ikki heilt, eg haldi, at eg man øgiliga ofta siga upp á ein máta Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Eg haldi, at man leggur fyrst [...] børnunum og teimum sum eg kenni. Nær feldi tú seinast eitt tár? Tað man hava verið onkuntíð, tá man hevur hugsa um onkran, sum ikki er meira. Nær smakkaði tú tær seinast á? Seinastu ferð eg smakkaði mær