Sophus takkaði fyri seg

Ósamsvar millum ambitiónir og úrslit vóru orsøkin, staðfesti royndi venjarin, sum nú fyri fyrstu ferð í 12 ár stendur uttan venjarastarv

Uppsøgn

Tá kvinnuliðið hjá VÍF spældi móti Kyndli sunnudagin, var tað ikki við Sophus Dal Christiansen við stýrisvølin.
Fríggjadagin boðaði Sophus Dal Christiansen nevnliga leiðsluni í felagnum frá, at hann segði seg úr starvinum.
Sjálvur vil Sophus ikki gera tær heilt stóru viðmerkingarnar til málið, annað enn tað, at úrslitini ikki hava verið eftir vild.
- Sum venjari mást tú altíð eftirmeta, hvørt potentialið og úrslit standa mát. Vit høvdu undan kappingarárinum ein greiðan málsetning um, at vit vildu við í topp-fýra, og tað málið tykjast vit ikki at røkka í løtuni.
- Samstundis er tað ein veruleiki, at eingin - hvørki spælari ella venjari - er oman fyri heildini, og tí haldi eg, at tað kanska er betri fyri liðið, um ein nýggjur venjari við nýggjum íblástri kann traðka til nú.
Hetta er fyrsta ferðin í 12 ár, at Sophus stendur uttan venjarastarv, men hetta tykist tó ikki ørkymla hann stórvegis.
- Nú ætli eg mær bara at slappa eitt sindur av. Tú veit sjálvandi ikki, hvat kann stinga seg upp, men tað er ikki soleiðis, at eg havi nakað í bakhondini. So fyribils taki eg tað bara heilt róligt fyri eina ferðs skyld, sigur hann.
Enn er ikki greitt, hvør fer at taka yvir í VÍF, men sunnudagin var tað so fyrrverandi venjarin, Daniel Rápa, sum stóð við stýrisvølin.