Smederevo, Serbien: - Agron! Gevst við at arga meg. Kann eg ikki fáa tann gula litblýantin?! Tú brúkar hann ikki allíkavæl!
Lítla Samantha hevur sitið eina løtu og teknað eina fína tekning uppá eitt pappír.
Hon hevur ikki sansað nakað rundan um seg hesa løtuna. Hevur bara hugsað um at tekna seg lidna við hesa tekningina, sum skal latast sum gáva.
Hon hevur fyrst roynt at tekna ein summarfugl, men tað vísti seg skjótt at kroppurin gjørdist nógv størri enn veingirnir, og tí gavst hon bara við tí. Hon vendir blaðnum við og byrjar umaftur á hinari síðuni.
Hesaferð ber betur til. Nú teknar hon kroppin lidnan fyrst, og síðani koma veingirnir á. Nú er lutfallið millum kropp og veingir rætt, og nú er so bert eftir at leggja litirnar á.
Fyrst eitt sindur av brúnum, síðani kemur tann svarti liturin og nú manglar so bert tann guli. Litblýanturin liggur í pakkanum á borðinum.
Ella, tað átti hann at gjørt. Men síðumaðurin, Agron hevur nevniliga lagt henda gula blýantin yvir til sín, og har ætlar hann at hesin skal verða liggjandi.
Samantha rættir seg yvir eftir blýantinum, men Agron vil ikki av við hann.
- Eg skal beint nú til at brúka hann, sigur hann.
Samantha bíðar eina løtu, men Agron nertir ikki blýantin. Hon roynir einaferð aftrat, men hann er kvikur at rykkja blýantin úr hondum hennara.
Vin fyri lívið
Nú tímir Samantha ikki longur. Hon gerst súr inn á Agron, og biður hann skikka sær pent, ella fer hon eftir læraranum.
Honum hevur Agron so í øllum førum virðing fyri, og nú rættir hann henni tvørliga, væl at merkja - henda gula litblýantin.
Nú kann Samantha gera tekning sína av firvaldinum lidna. Hon veit, um eina løtu skal tekningin handast til Marit gummu. Ein kona, sum hon ongatíð hevur sæð, men bara hoyrt navnið á.
Fyrr um dagin komu brádliga nøkur fremmand fólk inn í barnagarðin. Tað vísti seg sum um hesi fólkini kendu øll børnini beinanvegin. Tað var skjótt at tey øll gjørdust vinir hesi sigoynarabørnini í Smederevo og umboðini úr Føroyum.
So stuttligt tað er at fáa fólk á vitjan. Og so serliga fólk, sum eru opin og gerast góð við teg beinanvegin.
- Nú er tekningin liðug, sigur Samantha.
Lærarin kemur til hana. Hyggur við hávirðing eftir tekningini. Rósar henni fyri avrikið, og leggur síðani tekningina í tann stóra brævbjálvan.
Á brævbjálvanum stendur skrivað: To Marit, Formula!
Heppin avtala
Tað er sjálvandi ikki gott hjá Samantu at vita, hví tað knappliga komu fimm fremmand fólk á gátt í barnagarði hennara.
Hvussu skuldi hon kunna vitað um alt tað fyrireikandi arbeiðið, sum er gjørt frammanundan hesum mikumorgni 9. November 2005?
Hon hevði ongan møguleika at vita, at Reyði Krossur í Føroyum hevur gjørt avtalu um at stuðla júst tí barnagarðinum, sum Samantha og Agron ganga í.
Hon hevur ongan møguleika at vita, at Formula.fo hevur avgjørt at verða stuðul hjá barnagarðinum. Og at henda ljóshærda kvinnan, Marit Holm Petersen er vorðin gumma hjá barnagarðinum.
Hon hevur ongan møguleika at vita, at ein avtala um hetta samstarvið varð undirskrivað fyrr í summar á samkomu hjá Reyða Krossi í Føroyum, og at nú eru tey føroysku umboðini komin til Serbia at vitja vitja hennara barnagarð.
Samantha hevur hoyrt tey nevna okkurt um, at tað skulu koma nøkur fremmand fólk á vitjan í morgun.
Nú hoyrir hon eitt fremmant mál uttanfyri, og nú koma tey inn um hurðina trý mannfólk og ein tilkomin og ein ung kvinna.
Tann unga kvinnan tekur beinanvegin nøkur stig fram, og fer yvir til borðið, har Samantha situr. Einki við at smæðast ella halda seg aftur. Hon er mitt í verðini og Samantha hevur fingið ein nýggjan vin.
Ein føroyskan vin!