- Ongatíð gull at vera útróðrarmaður

- Fiskurin er har, men talið á útróðrarbátum er heldur stórt. Tí verður ikki so nógv í part, sigur Kamar Klein, útróðrarmaður í Klaksvík. Hann fór til útróðrar í gjár og ætlaði at verða aftur seint í gjárkvøldið.

Klaksvík: Tað er av allar fagrasta veðri í Klaksvík. Sum ein góðan summardag, seinnapartin í gjár.
Eg havi sæð fleiri útróðrarbátar fara út eftir víkini henda seinasta tíman. Veðrið er til slíkt í dag og tað er streymurin eisini.
Man tað fara at bera til at fáa orðið á onkran teirra, beint áðrenn lagt verður frá landi?!
Eg síggi, at ein bátur liggur norðarlaga á Kósabrúnni og tekur inn ís. Komin norður hagar hevur hann longu loyst frá landi. So var hann eisini farin.
Men á Stangabrúnni standa tveir útróðrarmenn og tosa saman. Motorarnir báðir eru í gongd, so líkt er til at teir eru eisini á veg til útróðrar. Eru ikki farnir enn, men tað kann verða hvørja løtu.
Báðir eru riggaðir til, stamparnir eru komnir uppá pláss og teir skulu líka útveksla nøkur orð. Tá tey eru søgd, verður lagt frá landi.
Klokkan er 14:55 og tað hóskar sera væl til sjóvarfallið.

Bert seks stampar
Annar av hesum monnum er tann 68 ára gamli  og framvegis virkni  útróðrarmaðurin, Kamar Klein.
Í dag hevur hann, eins og so mangir aðrir, riggað til at fara til útróðrar. Hetta er sama mannagongd, sum so mangan áður.
Hesa ferð er tó ein lítil broyting: Hann hevur bert seks stampar við sær í dag. Vanliga plagar hann at hava 12 stampar, men í dag bara helvtina.
- Forholdini eru ikki so góð í dag. Veðurmaðurin er ikki góður í dag, tí hann hevur sagt upp í 18 metrar um sekundið, sigur Kamar.
Hann ætlar tí at fara avstað nú sum skjótast, og náa at vera aftur at landi um midnáttarleitið.

Ongatíð gull
Báturin hjá Kamari eitur Rólvur. Hetta er navnið á einum steini í Hattarvík.
Hesin steinurin er serstakur, tí sagt verður at høvdingar úr Noregi komu til Føroyar og goymdu gull sítt undir hesum steini.
Men er tað so nakað gullnám at vera útróðrarmaður í Føroyum so mong áðrenn eftir hetta?!
- Nei, sigur Kamar avgjørdur. Tað hevur ongatíð verið gull at vera útróðrarmaður, og tað verður tað neyvan heldur, sigur hann.
Tað vísir seg, at talið á útróðrarbátum er stórt og tí verður heldur lítið í part hjá hvørjum einstøkum teirra.
- Men hinvegin, - so haldi eg kortini, at tað er nógvur fiskur til, sigur hann.

Alt passar saman
Seinnapartin í gjár fór Kamar við línu, sum hann ætlaði at seta á einum miði teir nevna Gøtuboðarnir. Hetta er vanliga eitt gott mið.
Annars hevur viðrað ójavnt í ár. Í summar var hampiligt veður og fiskarí, men fyrrapartin av heystinum viðraði so stak illa hjá útróðrarmonnunum.
Hóast útróðurin er lívsstarvið hjá Kamari, so er hann ikki eins bundin og aðrir at skula avstað, hvørja ferð líkindini eru til tað. Hann hevur tí ikki nakran annan mann við sær í bátinum.
- Sum tú kanska veit, so havi eg fingið mær eina konu úr Ukraine, og vit bæði arbeiða so sera væl saman. So tað ber væl til, skal eg siga tær.
- Eg fari tí til útróðrar, tá tað liggur fyri og tá viðurskiftini eru til tað, bæði heima við hús og á sjónum. Soleiðis er tað, sigur Kamar við einum brosi.

Einaferð - altíð útróðrarmaður
Kamar hevur verið útróðrarmaður í mong ár, og tað er hann framvegis, hóast aldurin er har.
- Eg veit ikki, hvussu tað ber til. Men tá ein er útróðrarmaður, so blívur ein við at vera útróðrarmaður.
- Ein støðast ikki aðrastaðni enn umborð, og eg kenni altíð hugin at fara aftur til útróðrar, sigur hann.
Og henda hugin slapp hann so aftur at royna seinnapartin mánadagin, tá eitt stórt tal av útróðrarbátum løgdu leiðina út á tey miðini, har teir plaga at fáa mesta fiskin.
Kanska Rólvur fiskar "gull" henda túrin!

Ein góður bátur
Báturin hjá Kamar varð fyri 20 árum síðani smíðaður úr stáli í Svøríki. Hann hevur verið heimahoyrandi í Íslandi, til Essa Petersen í Norðdepli keypti hann.
Fyri trimum árum síðani keypti Kamar so henda bátin, eftir at hann rendi á land við hinum bátinum hjá sær. Hann fór í knús, og tí ynskti hann at fáa sær ein annan bát at rógva út við.
Hann keypti henda bátin, og gjørdi nakað við hann umborð, áðrenn hann fór fyrsta túrin við honum.
- Men nú havi eg eisini ein sera góðan bát, sigur Kamar.
Báturin er 9 BRT og kann ganga 8 fjórðingar. Longdin er 9,8 metrar, breiddin 2,9 og dýpdin 2,17 metrar.