minuttir vóru eftir at spæla. Teir høvdu hildið tætt í samfullar 73 minuttir, men máttu í síðsta enda taka til takkar við einum teprum 0-1 tapi. Føroyska liðið kom annars væl frá byrjan, og megnaðu teir [...] høvdu havt leikliga yvirvág, fingu alsamt betri tak á føroysku leikarunum, har orkan so smátt var við at renna undan. Tá trýstið bara var alsamt vaksandi fingu danir fleiri hornaspørk, og tað var aftan [...] at eitt úrslit av hesum slagnum var eitt frálíkt úrslit, so samanumtikið eru vit bara væl nøgdir við at hava fingið eina so fræga byrjan upp á kappingina, segði Pætur Clementsen, U17-landsliðsvenjari
løtuna av dystinum var heldur ikki nakað, sum bendi á, at HB fór at gera stórvegis við sumbingar. Havnarmenninir máttu vera fleiri av føstu leikarunum fyriuttan, og spæl teirra var eisini sera varligt fyrstu [...] ikki megna at sett sín dám á oddin í aðru deild hetta kappingarárið. Fleiri ferðir hevur verið nær við og næstan, og tí høvdu teir ætlað, at hesa ferð skuldi tað verða, tá HB kom á vitjan leygardagin. Áttu [...] skuldi eydnast sumbingum at vinna. Teir sótu framvegis á øllum, og teir fingu eisini økt um munin, við einum máli frá Eiriki Joensen. Uppskriftin var aftur hin sama, tí eftir at hornaspark fekk havnarverjan
dagin, so máttu teir bara lata veðrarnar ganga í Urðini til várs aftur. Farið varð við báti av Oyrargjógv nakað eftir klokkan 11 og klokkan 4 vóru teir aftur. Tað eydnaðist at fáa 10 av 12 veðrum við sær aftur [...] bygdina. Flestu teirra mundu verða flettir sama kvøldið. Umboð fyri Sosialin, Rás2 og Kringvarpið vóru við. So uttan iva verður at meiri at frætta um hesa ferðina í komandi tíðum.
Í gjár varð løgreglan aftur á ferð við lasaranum at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Hesa ferð vóru tey á Skálafirði og tað gjørdi mun tí upp á bara ein hálvan tíma vórðu tveir bilførarar tiknir, [...] kilometrar um tíman. Báðir bilførararnir mátti lata løgreglufólkunum koyrikortið, og seta bilin,og so máttu tey finna aðrar útvegir fyri at sleppa víðari. Umframt at missa koyrikortið, fáa teir eisini nakrar
tíðini 1.40,33, og var hetta ikki meira enn næst besta tíðin. Venjarin og svimjararnir roknaðu tó við, at teir kundu megnað at svimja teinin í 1.37 ella har á leið, og varð hetta gjørt, skuldi gullið verið [...] at vinna tað mista innaftur, og sjálvandi var hetta nakað, sum harmaði svimjararnar. Niðurboygdir máttu teir ásanna, at talan bert gjørdist um silvur. Taptu gullið Tað vóru heldur ikki bert svimjararnir
Tað skuldi vísa seg, at NSÍ fekk øll stigini við sær úr Fuglafirði, og so máttu toftamenn sanna, at europiskar avbjóðingar og tríkvarta milliónin, sum fylgir við hesum, ikki gjørdust nakað á hesum sinni. [...] Tøgnin var helst tað, sum segði mest. Lars Müller hevði bríkslað fyri seinastu ferð, og við 1-1 javnleiki í Gundadali máttu toftamenn bíða eftir, hvussu leikur fór í Fuglafirði, har dysturin millum ÍF og NSÍ [...] hevði kanska verið væl við í dystinum, men seinasta korterið tóktist luftin vera farin úr teimum. Ein støðug hóttan var tó hornaspørkini, sum Jákup á Borg tók í høgra borðið. Við einum hampuliga kraftigum
Høgnesen, sonur Jóan Magnus, sum var ein teirra, sum doyði við Ernestinu. Símun var eisini saman við soninum Jóan Magnus, kallaður Manni, við á minningarferðini til Íslands í 2000, sum greitt varð frá [...] kr. 134.000. Í eini útvarpssamrøðu segði Erik Lassen, ið var við Ernestinu øll árini 1927-1930, at árið eftir fór hann við sama skipara við nýggjum skipi, Skálanes. Leggjast kann afturat, at av teimum [...] hvussu er hjá Kjølbro. Julius Gaard í Svínoy, sum róði út við Óla á Dalinum saman við pápa, segði mær, at hann plagdi at fara inn til Kjølbro við útróðrarboðum til pápa. Seinni búði pápi hjá Dáva í Gerðum
aftur, men vit vóru púra ovfarnir, tá ið teir komu berandi við eggunum. Tað mundi ikki fingið nakran enda. Heilt fantastiskt, sigur Ståle Johansen við NTB. Nærri nágreiniliga vórðu 13.500 egg borin aftur til [...] býnum Pyeongchang byrja um eina lítla viku, og hóparnir hjá teimum 92 luttakandi londunum eru so smátt við at finna seg til rættis í býnum, har útvið 3.000 luttakarar fara at kappast. Norski hópurin er eisini [...] heldur margháttiliga fyrstu uppliving. Nærri nágreiniliga vóru tað kokkarnir hjá norska hópinum, sum máttu rinda fyri at tey í býnum ikki tosa so væl enskt. Ståle Berge, Ståle Johansen og Trond Skogvoll, sum
tí so var møguleikin frægastur at sleppa við. Sum sagt so gjørt. Hon møtti upp, men mátti bíða, til innskrivingin var liðug, so vissa fekst fyri, at øll við ferðaseðili vóru tilstaðar. Í síðstu løtu [...] stóð ein sjúklingur við læknaávísing og tørvaði heilivágin her og nú, kundi støðan verið soleiðis: -Bíða mær, sigur apotekarin, hasin heilivágurin er útseldur, men her liggur ein pakki við sama heilivági, [...] góðtikið tað? Neyvan! Støðan er í prinsippinum júst tann sama, sum tann við flogferðaseðlinum. Einki eindømi Tað sama ger seg galdandi viðvíkjandi broytingum av ferðaseðlum, har Atlantsflog í ávísum førum
serliga hjá almennum myndugleikum, og tí ber til hjá eitt nú Føroya landsstýri at reisa stórar upphæddir við stuttari freist. Rentan er lág Hesi lán eru bílig. Sjálvt um landskassin noyðist at gjalda eitt sindur [...] í Føroyum. Tað var eftir at móðurbankin hjá Føroya Banka fór á heysin í tjúgunum, og staturin tók við leiðsluni har. Tá fingu vit nøkur rakár, og semja er um, at pírni bankans var ein atvoldin til at allar [...] fyri annan heimsbardaga. Alt sum teir kundu koyra á heysin varð avhøvdað, og fyritøkur í hópatali máttu snara lykilin umvið tí úrsliti, at arbeiðsloysi herjaði og fólk noyddust at rýma undan tí statsrikna