Mismunur móti Eik!

Nú var formaðurin í búskaparráðnum í sjónvarpinum og greiddi Føroya fólkivfrá, hvat ið talaði ímóti at rætta Eik banka eina hjálpandi hond, nú hann er komin í neyð.

Hann viðgekk, at tað valla var nakað problem at reisa ta upphædd, sum talan var um, og tað er rætt. Sum er gongst illa hjá íleggjarum at finna nakað lønandi at seta pengar í, og tí leita teir sær til lánsbrøv, serliga hjá almennum myndugleikum, og tí ber til hjá eitt nú Føroya landsstýri at reisa stórar upphæddir við stuttari freist.

Rentan er lág
Hesi lán eru bílig. Sjálvt um landskassin noyðist at gjalda eitt sindur meir enn danski staturin, so er munurin ikki stórur. Rentan er millum tvey og trý prosent. Halda vit okkum til eitt miðaltal, so eru 2,5% ikki av leið. Hetta vil siga, at skulu vit reisa 2,4 milliard, so kemur árliga rentuútreiðslan at vera góðar hálvthundrað milliónir.

Nógvir pengar
Hetta eru nógvir pengar. Spurningurin er so bara, um tað kann hugsast at loysa seg at átaka sær hesar útreiðslur fyri at bjarga einum banka. Hví kunnu vit ikki bara sleppa okkum undan og avreiða bankan til danska statin?
Vit mugu viðganga, at vit hava fyrr havt danska statin til at reka bankavirksemi í Føroyum. Tað var eftir at móðurbankin hjá Føroya Banka fór á heysin í tjúgunum, og staturin tók við leiðsluni har. Tá fingu vit nøkur rakár, og semja er um, at pírni bankans var ein atvoldin til at allar tær stóru fyritøkurnar í landinum fóru fallit í tjúgu- og tretivuárunum. Hetta gav arbeiðsloysi og burturflyting.
Tá vit í nitiárunum høvdu vitjan av bankaeftirlitinum og teir noyddu okkum at seta 2700 læntar milliónir í teir báðar bankarnar, treytaði staturin sær at hann skuldi ráða yvir teimum, sjálvt um vit skuldu gjalda. Tá var sama søgan sum fyri annan heimsbardaga. Alt sum teir kundu koyra á heysin varð avhøvdað, og fyritøkur í hópatali máttu snara lykilin umvið tí úrsliti, at arbeiðsloysi herjaði og fólk noyddust at rýma undan tí statsrikna bankanum.

Vit kunnu sjálvi
Tað kann ikki útilokast, at tað hevði verið betri at vit sjálvi reistu peningin og róku bankarnar. Sum ikki einaferð vísti tað seg, at sjálvt fíggjarligar ódnir hæsa av. Tær upphæddir, sum høvdu verið nýttar til bankan, komu afturíaftur, og framvegis eigur landið ein triðing av bankanum.
Men Eik, sum tá æt Føroya Sparikassi, fekk einki. Teir skuldu kappast við eina aðra fyritøku, sum hevði fingið 2700 milliónir. Hetta var ikki lætt, men teir spentu seg út, og tóku stóran váða á seg fyri at vinna so nógv, at teir komu eins langt fram. Leingi gekk hetta væl, men tá Bush forseti á heysti 2008 læt bankan Lehman Brothers falla, og allur heimurin kom út á fíggjarligu upsina, fór eisini at bila hjá studningsleysa bankanum, og nú hevur fíggjareftirlitið mett, at teir hava mist so nógv af eginognini, at teir ikki kunnu halda fram uttan at nýggjur kapitalur verður fingin til vega.
Tað sum er spurningurin hjá landsstýri og løgtingi er – um so er, at teir ikki vilja koyra fíggjareftirlitið frá við at loysa Føroyar frá Danmark, nakað sum teir saktans kunnu gera her og nú – er, um teir vilja gera mismun móti hesum peningastovni í mun til ta viðgerð, teir góvu kappingarneytanum, tá hann var á tromini.
Tá veitti Føroya landsstýri 2700 milliónir. Tá var krónan meira verd enn í dag, og tær 2400 milliónirnar, sum tørvur er á her og nú, er tí í veruleikanum ein væl minni upphædd, enn kappingarneytin fekk í sínari tíð.
Hvat við rentuútreiðslunum hjá tí almenna?
Rentan er ein kostnaður, sum bankin sjálvandi skal gjalda aftur, tá ið hann kemur fyri seg, og áðrenn hann aftur fer at gjalda vinningsbýti til partaeigararnar.

Nær fer at venda?
Vit hava royndir av kreppum. Summar eru stuttar, aðrar drúgvar. Henda kreppan hevur longu verið ein tann djúpasta og longsta alt tað vit vita um.
Summi halda, at vend fer at koma næsta ár, men onnur hava ikki so góðar vónir og halda at tað nokk ikki verður fyrr enn um eini tvey ár. Tað einasta, vit við vissu kunnu siga, er at hendir einki heilt óvanligt sum eitt stórkríggj, so endar eisini henda kreppan, og tey aktiv, sum fíggjareftirlitið hevur kolldømt, fara at vaksa í virði. Tá verður gott at eiga Eik, og lítið er at ivast í, at partabrøvini tá fara at vaksa eins nógv í virði sum tey hava gjørt hjá landskassastuðlaða kappingarneytanum.
Lítið er at ivast í, at fáar av teimum íløgum upp á 2400 milliónir, sum standa í boði í dag, høvdu loyst seg so væl sum at seta partapening í Eik.

Valkosturin
Men sjálvt um hetta hevði verið ein góð íløga fyri landið, er tað avgerandi hvat ið hendir um løgtings- og landsstýrismenn ikki gera hesa íløguna.
So er tað danski staturin, sum yvirtekur ein stóran part av okkara vinnulívi. Vit plaga at tosa um yvirtøkur, og vit eru ernir av teimum, vit hava gjørt, men her verður talan um eitt álvarsligt afturstig í so máta.
Vit mugu rokna við, at allar tær fyritøkur, sum eru fíggarliga illa fyri, verða stongdar. Hetta gevur arbeiðsloysi, minni skattainntøkur og størri útreiðslur til arbeiðsloysisskipanina. Fyrst og fremst kemur hetta at ráma tey, sum starvast í sjálvum bankanum, men nógvar aðrar fyritøkur eru á vandaleið.
Hetta er tó ikki tað versta. Fyri at vit skulu hava góð lívskor í landinum, er neyðugt støðugt at fáa í lag nýggjar fyritøkur. Her hevur ein aktivur banki sera stóran týdning, tí hann kann fíggja einari nýggjari fyritøku tey fyrstu tungu árini.
Tað sum alt ov lætt kann henda, er at ein banki sýtir fyri at hjálpa nýggjum fyritøkum í gongd, og harvið ger, at vinnulívið ikki verður kappingarført og at vit søkka longur og longur niður í kyksendi.
Tað er hetta, vit skulu minnast til, tá ið vit tosa um tær góðu hálvthundrað milliónirnar í rentuútreiðslum av at fáa burtur tann mismun, sum gjørdur verður móti Eik, um so er, at hann ikki fær somu hjálp sum kappingarneytin fekk í sínari tíð. Sjálvt um eingin missur innistandandi, so fer prísurin fyri samfelagið at verða ovurhonds stórur av at vit føroyingar missa annan bankan til útlendingar.
Tí er rætt at veita eina hjálpandi hond nú. Tað hevur ongantíð verið hildið sømiligt at standa uppi á landi og síggja nakran drukna tveir metrar útfrá!