Fótbóltur
Tøgnin var helst tað, sum segði mest.
Lars Müller hevði bríkslað fyri seinastu ferð, og við 1-1 javnleiki í Gundadali máttu toftamenn bíða eftir, hvussu leikur fór í Fuglafirði, har dysturin millum ÍF og NSÍ byrjaði nakað seinkað.
Toftamenn høvdu annars alla avgerðina í hondini sjálvir. B36 hevði kanska verið væl við í dystinum, men seinasta korterið tóktist luftin vera farin úr teimum.
Ein støðug hóttan var tó hornaspørkini, sum Jákup á Borg tók í høgra borðið. Við einum hampuliga kraftigum loti undan, hevði Jákup hvørja ferð hamrað uttaru síðuna á bóltin, so hesin skrúvaði inn móti málinum, og tríggjar minuttir undan dystarloki bragdaði. Bólturin ferðaðist høgt og hart og beint í málið, og so kundi Vlada Filipovic bara iðra seg um, at hann ikki fekk jústað bóltin av vandaleið.
Beinleiðis hornasparkið frá Jákupi staðfesti, at B36 fer ongan veg úr Vodafone-deildini. So hóast áskoðararnir tá vóru vitandi um, at KÍ var aftan fyri í sínum dysti móti EB/Streymi, so var fagnaðurin stórur á vøllinum.
Hinvegin var talan um dýran bólt hjá B68. Tað skuldi vísa seg, at NSÍ fekk øll stigini við sær úr Fuglafirði, og so máttu toftamenn sanna, at europiskar avbjóðingar og tríkvarta milliónin, sum fylgir við hesum, ikki gjørdust nakað á hesum sinni.
Høvdu møguleikan
B68 hevði annars allar møguleikar at vissa sær atgongumerkini.
Heilt tíðliga í dystinum var Ahmed Keita hægstur, tá Jóan Símun Edmundsson sendi hornaspark innfyri, og so stóð 1-0 á talvuni.
Og stóran part av dystinum var tað B68, sum var nærri við at økja um leiðsluna. Í høgru órógvaði Óli Olsen støðugt B36-verjuna, og mitt fyri stríddist Keita óræddur móti eini B36-verju, sum ofta gav honum harða viðferð.
Besta løtan hjá vertunum var beint undan steðginum, tá teir fingu lagt veruligt trýst á B68, men nærri enn eini fantom-dupultbjarging frá Vlada Filipovic, tá Johan Ellingsgaard og Christian Restorff Mouritsen royndu seg, kom árstalsfelagið ikki.
Eftir steðgin fekk B36 lotið undan, men tað tóktist, sum gassið var við at fara av ballónini. Og um nakað, so skuldu gestirnir økt, tá ein leysur Keita spældi ein enn leysari Jóan Símun, men onkursvegna sat innara síðan hjá Jóan Símuni púrasta skeivt, so skotroyndin fór nakrar metrar við síðuna av málinum.
Vunnu á forsøgnunum
Tí gjørdist B68 taparin í kapprenningini um europiskan fótbólt í 2010, og eingin ivi er um, at hetta svíður meint hjá toftamonnum.
Ikki tí. Við ársbyrjan vildu teir helst fegnir selt kappingarárið fyri eitt fimta-pláss, men efitr at hava ligið á heiðursmerkjum stóran part av árinum, er talan um stór vónbrot, nú árið endaði mest sum við ongum.
Hjá B36 var málið helst sett hægri enn pláss í botnstríðnum, men sum árið leið, gjørdist yvirliving í deildini sjálvt málið. Tann parturin eydnaðist við einum heimavølli, sum gav góða úrtøku seinastu umførini, og so eru teir í árstalsfelagnum til reiðar at byggja víðari til næsta ár.
Aldursbýtið á liðnum staðfestir, at liðið hevur góðar møguleikar at mennast og búnast, og fáa eir lyft botnstøðið nakað hægri, enn teir gjørdu tað í ár, so er eingin ivi um, at B36 eisini verður at síggja longur uppi á stigatalvuni komandi árini.