Kári Mikkelsen
----
Pálmasunnudag fingu vit sorgarboðini um, at eitt av okkara sera góðu vinfólkum í Keypmannahavn brádliga var farið hiðani. Konan skuldi til jarðarferðina, sum bleiv ásett til týsdagin eftir páskir. Hon royndi fyrst at bíleggja sær ferðaseðil á netinum, men alt var útselt fleiri dagar undan jarðarferðini. Síðani setti hon seg í samband við Atlantsflog, ið bjóðaði henni at koma á bíðilista, men tey kundu sum vera man ikki veita trygd fyri, at hon slapp avstað.
Fryntliga kvinnan á Atlantsflog mælti henni til at møta upp á flogvøllinum dagin fyri jarðarferðina, áðrenn flogfarið fór hendan dagin, tí so var møguleikin frægastur at sleppa við. Sum sagt so gjørt. Hon møtti upp, men mátti bíða, til innskrivingin var liðug, so vissa fekst fyri, at øll við ferðaseðili vóru tilstaðar.
Í síðstu løtu gjørdist greitt, at tvey á ferðalistanum ikki møttu, og hon var so heppin at fáa annað plássið. Hitt plássið fekk eitt annað av teimum mongu ferðafólkunum, sum eisini stóðu á bíðilista, tí Atlantsflog í sínum spariídni ikki vildi seta fleiri flogferðir inn um páskini, sum tað var so harðliga var brúk fyri.
Mundi dottið uppeftir
Ferðaseðilin skuldi sjálvandi rindast, og tá var tað, at konan, sum annars er góður kundi hjá tjóðarflogfelagnum, tí hon hevur ferðast nógv í sínum arbeiði, var um at detta uppeftir. Haldið tykkum fast! Prísur Vágar-Kastrup-Vágar 6.230 krónur. Ein prísur, sum ein hepnan dag á meginlandinum kundi tryggjað tær eina ferð aftur og fram til Singapore, Sydney, Santiago ella San Francisco. Og hesin óforskammaði prísurin var als ikki til diskussjón.
Hon kundi ikki lata vera við at hugsa tankan um, at var talan um ein einstakling ella familju, sum mátti venda og snúgva hvørji krónu til tess at fáa mánaðarliga húsarhaldsroknskapin at ganga upp, so stakkals tey. Í slíkum føri vóru tey kanska ongantíð komin avstað.
Og her tosa vit um ein ferðaseðil, sum helst er goldin tvær ferðir, tí talan var um eitt avboðspláss, ið mær vitandi ikki verður endurgoldið. Ergo hevur Atlantsflog kanska kravt inn einar 9-10.000 krónur ella meira fyri hetta eina setrið í flogfarinum. Er tað við slíkum snildum, at ófyrigeviliga politiska mistakið frá 2007 um at privatisera tríðingin av tjóðarflogfelagnum skal bjargast í land aftur, nú Atlantsflog sjálvt skal rinda tær 72 mió. krónurnar fyri at keypa partapeningin aftur, sum landskassin tá fekk vinningin av? Eg spyrji bara.
Hetta er bóndafangarí og svarar nøkunlunda til, at ein onnur monopolfyritøka – Apoteksverkið – misnýtti sína monopolstøðu til at selja sama heilivág tvær ferðir. Ta seinnu ferðina fyri dupultan prís. Hugsa vit okkum, at Apoteksverkið var í uppisetri fyri eitt ávíst slag av lívsneyðugum heilivági, og har stóð ein sjúklingur við læknaávísing og tørvaði heilivágin her og nú, kundi støðan verið soleiðis: -Bíða mær, sigur apotekarin, hasin heilivágurin er útseldur, men her liggur ein pakki við sama heilivági, sum ikki er avheintaður. Vanligi prísurin er 3.115 krónur, men tú kanst fáa hann fyri 6.230 krónur. Hevði nakar góðtikið tað? Neyvan! Støðan er í prinsippinum júst tann sama, sum tann við flogferðaseðlinum.
Einki eindømi
Tað sama ger seg galdandi viðvíkjandi broytingum av ferðaseðlum, har Atlantsflog í ávísum førum tekur ein líka so óforskammaðan prís, sum svarar til at keypa ein nýggjan ferðaseðil. Fyrr í ár var eg sjálvur úti fyri at verða noyddur at broyta eina heimferð til ein annan dag. Av ferðaskrivstovnuni hjá Atlantsflog fekst at vita, at hetta fór at kosta 2.646 krónur. Tíbetur ber til at bíleggja og keypa á netinum, og tann møguleikan nýtti eg mær av. Her kostaði heimferðin umleið tað hálva av at gera broytingina hjá Atlantsflog, t.e. 1.360 krónur. Hvar eru vit, tá slíkt kann koma fyri?
Hesin ódámligi framferðarhátturin móti teimum, sum standa í eini torførari støðu, er ikki nakað eindømi, og ivaleyst eru tey mong, sum hava somu royndir. Eg kenni eitt annað dømi, har tríggir lesandi føroyingar uttanlands skuldu heim til jarðarferðina hjá ommuni. Øll trý máttu tey so pent rinda umleið 6.300 krónur í part fyri at sleppa heim og niðuraftur. Tað er bæði ósømiligt og átaluvert, at okkara alra tjóðarflogfelag misnýtir sína einaráðandi støðu á slíkan hátt.
Eg vil fegin leggja dent á, at hetta als ikki skal síggjast sum nøkur atfinning móti starvsfólkunum hjá Atlantsflog, ið dagliga gera eitt sera gott arbeiði, har ein altíð kennir seg vælkomnan umborð og fær heimsins bestu tænastu. Sama við tænastuni sum kona mín fekk í sambandi við brádliga íkomnu støðuna. Har var onki at finnast at, tvørturímóti, men hinvegin kann slík okurs prísáseting á ongan hátt góðtakast.
Hugsa vit okkum somu støðu í Kastrup, Gardamoen, Arlanda ella í einihvørjari aðrari tjóðarfloghavn, so fekk eitt flogfelag við slíkum príspolitikki ikki eitt bein til jørðina. Og hví? Jú, tí har er kapping, og tí kunnu flogfeløgini ikki liva og láta, sum tey vilja, eftirsum ferðafólkini hava fleiri valmøguleikar. Slík prísáseting kann einans lata seg gera, tí vit mangla kapping, og onki príseftirlit er at halda eyguni við hesum.
Nær kemur príseftirlitið?
Undan seinasta løgtingsvali lovaði onkur politikari at arbeiða fyri at seta á stovn eitt príseftirlit, ið kundi virka undir Kappingarráðnum. Møguliga er okkurt farið afturvið mínum oyrum, men eg havi ikki hoyrt orðið grett um hetta síðani. Vónandi er eitt uppskot á veg í Løgtingið, nú skjótt aftur stundar til val. Í øllum førum er tað harðliga brúk fyri einum neyvum eftirliti á hesum økinum.
Nú landið – sum tað einasta rætta – aftur yvirtekur allan ognarskapin av Atlantsflog, reisir hetta spurningin, um ikki millumlandaflúgvingin eigur at verða endurskoðað og skipað eftir sama leisti, sum eitt nú tyrluflúgvingin, strandferðsluskipini og bygdaleiðir við føstum og lutfalsliga lágum prísum.
Fyri mong hevur sambandið við útheimin nærum líka stóran týdning, sum tað innanoyggja hevur fyri onnur. Tí má tíðin vera komin, har millumlandaflúgvingin, sum í mong ár hevur verið okkara nógv størsti samferðsluligi fløskuhálsur, verður løgd soleiðis til rættis, at hetta ikki bert er til fyri tey betri bjargaðu, men at allir føroyingar fáa javnbjóðis møguleikar at ferðast. Við øðrum orðum, at prísurin fyri flogferðir verður á einum støði, sum letur seg rinda fyri flest møguligar borgarar.
Nýggj strategi má vera fyri øll
Ikki minst skulu okkara ungu landsmenn og -kvinnur, sum í stóran mun eru uttanlands í útbúgvingarørindinum, hava møguleika at sleppa heim í onkrum vikuskifti, ella tá tey hava frí nakrar dagar, uttan at tað skal kosta teimum ella foreldrunum tað hvíta úr eygunum. Hetta hevði uttan iva økt um líkindini fyri, at tey eftir loknan lestur leita sær heimaftur, tí lættari verður at halda sambandið heimeftir viðlíka, og tí tey kenna seg ynskt heimaftur. Og hví skal tað vera 20-30 dýrari at vitja foreldur og familju, tá tú lesur í Keypmannahavn, enn tað er, tá lærustovnurin liggur í Havn, og foreldrini búgva í Suðuroy ella Svínoy?
Strandferðslan kostar landskassanum umleið 140 mió. krónur í árligum rakstri. Um landspolitikarar byrja at síggja sambandið út í heim á sama hátt, sum innanoyggjasambandið, høvdu vit sum frálíður fingið ferðaseðlaprísir, sum vóru gjaldiligir fyri øll. Somuleiðis hevði hetta havt ómetaliga gagnliga ávirkan á bæði ferðavinnu, handilsvinnu, arbeiðsmarknað og vinnulívið annars, eins og tað hevði mótvirkað fráflyting og skundað undir tilflyting. Ein slík íløga kann sjálvandi ikki gerast eftir einum degi, men ber til at gera stigvíst. Ongin ivi er um, at føroyska samfelagið hevði vunnið hetta innaftur eftir fáum árum.
Vónandi eru tað slík atlit, sum avvarðandi landsstýrismaður – ið alment júst hevur funnist at høgu ferðaseðlaprísunum – hevur havt í huga, tá hann valdi at keypa privatu partabrøvni aftur, og at hetta verður vent á borðinum hjá teimum, sum gera nýggja strategi fyri Atlantsflog. Um ikki, so eigur landsstýrismaðurin at áleggja teimum, ið standa fyri arbeiðinum, at hugsa hetta inn í nýggja leistin fyri, á hvønn hátt tjóðarflogfelagið framyvir kann vera til størri gagns fyri føroyska samfelagið, sum tað í síni tíð varð borið í heimin til, og ikki bara tæna sær sjálvum.