Fríggjadagin sluppu miðvingar umsíðir norður í Urðina eftir veðrunum, teir sleptu her í vár. Teir hava ligið á at fara norður higar síðani miðskeiðis í september mánaði, men tað hevur snøgt sagt viðrað so illa, at hugsingur hevur ikki verið um slíkt.
Í vikuni batnaðu líkindini so mikið nógv, eins og ættin varð teimum til vildar, og tí varð avgjørt at fara eftir veðrunum henda dagin.
Greitt varð, at eydnaðist tað ikki henda dagin, so máttu teir bara lata veðrarnar ganga í Urðini til várs aftur.
Farið varð við báti av Oyrargjógv nakað eftir klokkan 11 og klokkan 4 vóru teir aftur. Tað eydnaðist at fáa 10 av 12 veðrum við sær aftur til bygdina. Flestu teirra mundu verða flettir sama kvøldið.
Umboð fyri Sosialin, Rás2 og Kringvarpið vóru við. So uttan iva verður at meiri at frætta um hesa ferðina í komandi tíðum.