Svimjing
Vónirnar til stafettina á 4X50 metra frísvimjing vóru sera stórar til føroyska liðið. Um morgunin varð svomið í tíðini 1.40,33, og var hetta ikki meira enn næst besta tíðin.
Venjarin og svimjararnir roknaðu tó við, at teir kundu megnað at svimja teinin í 1.37 ella har á leið, og varð hetta gjørt, skuldi gullið verið so hampuliga trygt.
Mistak kostaði
Alt sá eisini út til at ganga so nøkun lunda eftir ætlanini. Tá tveir svimjarar høvdu verið, vóru Føroyar á einum triðja plássi, men tá høvdu vit framvegis okkara bestu kort eftir. Dia Jacobsen svam seg ájavnt fremsta svimjaranum eftir fyrstu 25 metrunum, men tá hann skuldi venda, kom speril í, og hann misti tí ein fittan tein í mun til fremsta mannin.
Seinasti maðurin var Kristian Martin Joensen, men hóast hann spurtaði sera væl, so megnaði hann ikki at vinna tað mista innaftur, og sjálvandi var hetta nakað, sum harmaði svimjararnar. Niðurboygdir máttu teir ásanna, at talan bert gjørdist um silvur.
Taptu gullið
Tað vóru heldur ikki bert svimjararnir, sum vóru vónsviknir av hesum. Venjarin, Petur Heðin av Fløttu, var eisini sera harmur um, at tað ikki eydnaðist at vinna gullið.
- Dia kiksaði í sínari vending. Eg haldi, at ein fótur fór í rennuna, og tað er so nakað, sum kostar í øllum førum eitt sekund.
- Tað var tað, sum kiksaði. Vit høvdu gott tak á teimum, men so lítið skal til fyri at tapa eina slíka svimjing, sjálvt um eg ikki so væl kann siga, at vit høvdu vunnið, um hatta ikki hendi.
Sostatt tóktist talan ikki vera um eitt heiðursmerki, sum venjarin var serliga fegin ella errin, og hetta váttaði hann eisini, tá vit at enda spurdu hann um hetta.
- Nei, vit gjørdu okkara til at fáa gull, men tá marginalarnir eru so smáir og ikki í okkara parti, so er einki at gera. Vit hava ikki vunnið nakað silvurmerki her ? vit taptu gullið, segði Petur Heðin at enda.










