Sermitsiaq hevur hann ikki stórvegis viðmerkingar um støðuna, men ger greitt, at tað er Inatsisartut, grønlendska tingið, ið má taka støðu til eitt misálit. - Tíðin fer at vísa, um tað kemur eitt misálit [...] misálit í Inatsisartut. Vit í nevndini kunnu ikki avgera hvat restin av Inatsisartut ger, tað mugu tey sjálvi um. Vit kunnu bara siga, at ráðharrin hevur ikki okkara álit, sigur Henrik Fleischer. [...] frá, at tey ikki longu hava álit á, at hann kann halda fram í starvinum. Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq. Orsøkin er, at ráðharrin fleiri ferðir hevur veitt skeivar upplýsingar um veiðuna av
- Eg var forvirraður og ánaði ikki, at eg hevði rætt at luttaka í valinum. Eg veit, at aðrir tilflytarar ikki hava funnið útav, um tey kunnu velja ella ikki, og hvussu ein ber seg at, tá ið ein skal velja [...] við. Kunningarfundurin mánadagin innihelt kunning um, hvørjar treytirnar eru fyri at kunna velja, hvussu ein ber seg at, og hvat ein kann gera, um ein ikki er komin á vallistan. Somuleiðis greiddi Jean Guðjonsson [...] Klaksvík, har nevndin kunnaði tilflytarar um reglurnar og mannagongdirnar fyri kommunuvalinum og skúlastýrisvalinum, sum bæði verða 8. november. Tað vísir seg, at tað ikki altíð er so einfalt hjá tilflytarum
nýggjum. Her er nevnliga ikki bara talan um dystir, í farna árinum, og als ikki bara um dystir í Danmark. Snøgt sagt er talan um eitt veldugt fótbóltsleksikon, har hópur av upplýsingum um stórt sæð allan fó [...] tí, hevur hon kanska ein nógv breiðari áhuga, enn fótbóltsárbøkurnar vanliga hava, og júst tí, er tað úr einum føroyskum sjónarhorni eyka keðiligt, at upplýsingarnar um føroyskan fótbólt ikki eru rættar [...] rættar. Ikki tí. Orðini, sum føroyskur fótbóltur fær í múrsteina-tjúkku bókini, eru ikki tey heilt stóru: »På Færøerne har man spillet turneringsfodbold siden 1942. Landsholdet spillede sin første kamp i 1990
num hjá Dimmalætting, har hon var næststørsti privati partaeigari. Hon sigur, at tað, sum beindi fyri Dimmalætting, var, at tey keyptu Vinnuvitan og Vikublaðið. - Eg eri ikki handilsfólk, og serfrøðingar [...] Danmark hava ongan roykvarnara, og hóast tað í Føroyum ikki eru nøkur hagtøl um hetta, kann væntast at støðan er lítið øðrvísi. Í Danmark er kjakið um roykvarnarar av álvara blussað upp aftur, eftir at tvey [...] Kommunu, er prísurin fyri barnaansing ikki tað, sum foreldrini hugsa mest um. - Úrslitið kann skiljast á tann hátt, at fer ansingarstøðið upp, so hevur tað ikki eins stóra negativa ávirkan, at prísurin
sovorðnar í 15 ár; HD o.a. Eg hugsi, at hon hevur góðar grundir at frykta, um hon ikki ynskir Handilsskúlan o.a. skúlar at gerast "akademiskir". Hetta verður ikki sagt sum ein banal hóttan frá vrakaðum [...] prógv á hægri stigi er váttan um hægri (les:akademiskan) førleika. Mált verður í ECTS'um, eisini um landamørk. Samlaða ECTS'ið er tað, sum prógvar útbúgvingarstigið - og ikki um tú hevur tikið tey á Fróðs [...] til bachelorstig, grundar hon á sín iva um, um nóg góður og nóg nógvur førleiki er tøkur í Føroyum til at bjóða út akademiskar útbúgvingar á øllum hesum økjum, og hon ivast um, hvørt hesir førleikar skulu
frysta. Ikki vóru somu krøvini sett til arbeiðsfólkið tá sum nú. Ikki stóðu tær og royktu yvir borðinum kortini, men eingin segði nakað til, at tær fóru ein túr út um at fáa sær ein guv. Og vanligt var, at [...] at práta, meðan arbeitt varð. Nei, tá var einki flugunet fyri vindeyganum, og kantina var eingin. Poul á Oyri seldi kunsttøð og kraftfóður í handlinum, og ikki var óvanligt, at tær funnu sær ein kraftfópðursekk [...] sum Poppy legði upp. Súsanna er nú komin so mikið til árs, at hon er givin at arbeiða, og Johan, ella Hanni, sum hann varð nevndur, ikki er okkara millum meira. Lydia og Anna Maria minnast, greiða tær
og 13 vóru ímóti í triðju viðgerð. Tá ið málið var til umrøðu, var tað næstan eingin í Løgtinginum, sum tók undir við tí. Heldur ikki í samgonguni var undirtøka fyri tí, men nú hava samgongulimirnir broytt [...] har? Neyvan. Hetta gevur ikki meining, segði Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, skilti ikki, hví samgongan hevði broytt støðu um uppskotið. – Síðst vit [...] sjálvum. H etta er tað rætta og skilabesta at gera, segði hann. Heimildin er ikki bara til at lata skeinkistøð aftur, men hon fevnir um allar støður, har nógv fólk savnast, sum eitt nú til fótbóltsdystir og
frá veruligum kunnleika um Kolumbia, um tað fyri okkum norðbúgvum merkiliga fyribrigdið tarvafekting, um skógin í Amazonas og lutvís um upprunafólkið. Skrivingarlagið hevur ikki sjáldan nakað stílfult og [...] og rokað við upplýsingum um søgu, mentan og nútíð. Í tí 64 síður langa kapitlinum um ferðina inn í Amazonas – sum er eitt tað besta í bókini – fær lesarin kunnleika um trø og um tað hættisliga plantu- og [...] fragd, at Durita Holm virðir hetta krav. Hon oyðslar ikki við morðum, men so mikið tyngri vigar tað eina drápið í bókini. Við síni fyrstu roynd hevur hon ikki bara skrivað eina eksotiska og forkunnuga
at søgan um kringvarpið er søgan um eitt lítið fræ, ið varð sáða fyri 50 árum síðan, og sum vaks seg stórt. Nógvar meiningar eru um hesa blómuna. Hon fær rís og hon fær rós. Men tá saman um kemur, so [...] formaður í kringvarpsnevndini, segði m.a. í røðu síni, at hann var júst nú valdur til formann og nevndin hevði ikki havt nakran fund enn. Hann var spentur upp á uppgávuna og vantaði eitt gott samstarv við hini [...] allar sendingarnar sjálvi, og alt skuldi vera á føroyskum. Í dag er tað ein sjálvfylgja, men tað var tað ikki tá. Tað er uttan iva tann týdningarmesta avgerðin, sum er tikin í søguni hjá kringvarpinum. Og
Illgruni er um, at ILA sjúkan er komin í alibrúkið hjá Sørvágs Laksi á Sørvágsfirði. Endalig staðfesting var ikki komin mánamorgunin. Tað hevur fyrr verið víst á ILA smittu í alibrúkinum Sørvágs Laksi [...] Laksi. Men ta ferðina varð talan um falskan alarm. Eitthvørt mistak var gjørt í eini starvsstovu, og staðfest varð seinni, at eingin sjúka var kortini. Men nú eru ávarðingarlúðrarnir aftur farnir at ljóða á [...] har. Men tá Sosialurin tosaði við hann, var endaligt svar ikki komið. ?Men hesaferð vænti eg kortini, at tað verður staðfest, sigur Gardar Joensen. Eg vænti ikki, at vit eru so heppin, at sama mistak verður