Illgruni um ILA á Sørvágsfirði

Royndir hava aftur víst tekin um ILA í alibrúkinum hjá Sørvágs Laksi. Endalig staðfesting var ikki komin, tá vit tosaðu við eigaran mánamorgunin

Illgruni er um, at ILA sjúkan er komin í alibrúkið hjá Sørvágs Laksi á Sørvágsfirði. Endalig staðfesting var ikki komin mánamorgunin.
Tað hevur fyrr verið víst á ILA smittu í alibrúkinum Sørvágs Laksi. Men ta ferðina varð talan um falskan alarm. Eitthvørt mistak var gjørt í eini starvsstovu, og staðfest varð seinni, at eingin sjúka var kortini.
Men nú eru ávarðingarlúðrarnir aftur farnir at ljóða á Sørvðágsfirði. Tí nú hava royndir aftur víst á, at ILA møguliga er í ringunum.
Gardar Joensen, stjóri á Sørvágs Laksi, váttar, at illgrunin er har. Men tá Sosialurin tosaði við hann, var endaligt svar ikki komið.
?Men hesaferð vænti eg kortini, at tað verður staðfest, sigur Gardar Joensen. Eg vænti ikki, at vit eru so heppin, at sama mistak verður gjørt tvær ferðir, soleiðis at vit eisini hesaferð sleppa undan.
Talan er um royndir í einum ringi í ytra brúkinum við Bíggjarlandið. Teir ringarnar, sum liggja fyri Tøðkletti beint heimanfyri Bíggjar bygd. Í ringunum, sum liggja fyri Breiðá longri inni á firðinum, er einki ávíst enn. Men Garda Joensen sigur, at tað er so stutt millum ringarnar allar, at sannlíki tíverri man vera fyri, at er smitta í einum, breiðir hon seg til allar ringarnar.
Sørvágs Laks eigur eisini ringar hinumegin fjørðin. Teir liggja á Selvík Men har er eingin fiskur í.
Farið er longu undir at tøma tann ringin, har illgruni er um, at smitta er í, sigur stjórin á alibrúkinum. Hann sigur, at tann ringurin verður helst tómur til páskar.
Síðan verður hidlið fram, og sum útlitini eru í løtini, verður helst neyðugt at taka alt, sum gongur í ringunum áSørvágsfirði. Tað fer at taka einar tveir mánar ella so, væntar Gardar Joensen.
Hann sigur, at tað er sjálvandi keðiligt, at soleiðis er, men nøkur beinleiðis vanlukka er tað kortini neyvan.
?Munurin er ikki so ovurhonds stórur á hesum og á kunngerðini frá ES, sum sigur, at økini skulu liggja still í tveir mánar millum tøkurnar. Í slíkum førum, tá sjúka er uppií, tala vit um eitt hálvt ár, sigur Gardar Joensen.
Alt, sum er í ringunum á Sørvágsfirði, er fiskur í tøkustødd, so hann kann allur takast til sølu. Tó sigur stjórin, at tað seinasta kanska verður ikki heilt fullvaksið, áðrenn takast skal.