Útgáva
Størsta danska fótbóltsárbókin, sum nakran tíð er gjørd. Somikið stór vóru orðini, tá danska Ekstra-Blaðið herfyri gav út nýggja fótbóltsbók, sum av sonnum brýtur upp úr nýggjum.
Her er nevnliga ikki bara talan um dystir, í farna árinum, og als ikki bara um dystir í Danmark. Snøgt sagt er talan um eitt veldugt fótbóltsleksikon, har hópur av upplýsingum um stórt sæð allan fótbóltsheimin eru at finna.
Føroyskur feilur
Júst tí, hevur hon kanska ein nógv breiðari áhuga, enn fótbóltsárbøkurnar vanliga hava, og júst tí, er tað úr einum føroyskum sjónarhorni eyka keðiligt, at upplýsingarnar um føroyskan fótbólt ikki eru rættar.
Ikki tí. Orðini, sum føroyskur fótbóltur fær í múrsteina-tjúkku bókini, eru ikki tey heilt stóru: »På Færøerne har man spillet turneringsfodbold siden 1942. Landsholdet spillede sin første kamp i 1990, hvor det besejrede et glansløst og selvtilfreds australsk hold. I 2002 spillede det sensationelt uafgjort mod Skotland«
So vita vit í øllum førum tað. At tað var móti Australia, at Føroyar vunnu stóra sigurin!
Helst er tað ein feilur í týðingini av bókini, sum hevur viðført mistakið. Bókin er nevnliga týdd úr enskum, og har eitur Eysturríki sum kunnugt Austria, og tað kann onkur óvitandi týðari helst hava fingið til at vera Australia. Eisini hóast Australia neyvan nakran tíð kemur at taka lut í eini EM-undankapping.










