Blint brøðralag og raskar kvinnur

Ummæli: Offurmorðið er ein tann besta krimiskaldsøgan, sum er komin á føroyskum

Staturin Kolumbia liggur í útnyrðingshorninum á Suðuramerika. Í vídd er landið nakað meira enn eina millión ferkilometrar, og har búgva um 46 milliónir fólk. Málið er spanskt. Umframt høvuðsstaðin finna vit har býir sum Medellín, Calí og Cartagena. Fólkið hevur ymiskan uppruna, spanskan, afrikanskan og indianskan. Navnið á høvuðsstaðnum – Bogotá – fær ein at hugsa um søguna “Blindamannaland” eftir H.G. Wells, sum tó fer fram í grannalandinum Ecuador. Søgan hjá Wells er um eitt fólk, sum hevur fingið sjónarloysi í arv, og har semja er um, at full sjón er ein sjúka, og at bara tey blindu eru í lagi frá skaparans hond.
Skaldsøgan Offurmorðið eftir Duritu Holm er ein krimi-skaldsøga, tann fyrsta í føroyskum bókmentum, sum ein kvinna hevur skrivað. Men bókin er annað og meira enn ein vanlig krimi. Lesarin fær - ella heldur seg fáa - meira enn eina hylling á, hvat ið fjalir seg aftan fyri navnið Kolumbia, eitt land, sum mong okkara vita lítið um. M.a. fáa vit at vita um tað blóðuga stríðið millum stjórnarherin, herin hjá kommunistunum (FARC) og ymiskar paramiliterar bólkar, sum kríggjast fyri vinning og mangan verja ríkmenn, góðseigarar og narkobarónar. Vit fáa at vita um tað indianska upprunafólkið og serstakliga um eina ókenda ætt, sum heldur til djúpt inni í Amazonas, í landsynningshorninum í Kolumbia.
Ein klassisk krimisøga er vanliga skipað sum ein røð av upplýsingum, tilburðum ella samrøðum, sum bæði veita kunnleika og krógva kunnleika. Tað verður so lesarans uppgáva – sum úr sirmi ella mjørka – at leita aftur um tjaldið og avdúka eitt mynstur, søgunnar beinagrind ella grammatikk. Umráðandi er tá, at nakrar høvuðsavdúkingar bíða til til seinast.
Skaldsøgan hjá Duritu Holm er skipað eftir hesi uppskrift. Høvuðspersónur er tann norski antropologurin Alisa Berg, sum fer til Kolumbia at eygleiða tarvafekting og í hesum sambandi serliga leggja seg eftir at kanna evnið við atliti at hugburði yvir av tí kvinnuliga og tí mannliga. Sum lesarin fylgir henni á ferðini inn í eina eksotiska mentan, verður hann førdur inn í fýra ymiskar heimar, tann hjá tí kvinnuliga tarvafektaranum Carmen Mendez, tann hjá tí gitna listarliga mannliga tarvafektaranum Javier Cortèz, og universið hjá kynstursins Nestori, tí “forna” og gátuføra Ignacio Sampedro. Fyri seg – og at vísa seg uttan samband við høvuðssøguna – stendur frásøgnin um tann hulisliga og ræðuliga Kommandantin, sum er leiðari fyri tí best og strangligast skipaða paramilitera bólkinum í Kolumbia.
Sum lesarin leitar inn í bókina, økist forvitnið eftir at fáa at vita, hvat knýtir hesar heimar saman. Tað eydnast høvundinum – ivaleyst fakligum nærlagni fyri at takka – at lata burtur av tí vitan, sum býr undir søguni, og samstundis goyma nakrar týðandi gátur til seinast, tá ið allir streingir verða samanknýttir. Umframt tað tykist skaldsøgan evnað til út frá veruligum kunnleika um Kolumbia, um tað fyri okkum norðbúgvum merkiliga fyribrigdið tarvafekting, um skógin í Amazonas og lutvís um upprunafólkið.
Skrivingarlagið hevur ikki sjáldan nakað stílfult og stásiligt yvir sær, ein eksotiskan farra sum sponsk orð sum tiento og traje de luces – “ljósins búni” - eru við til at skapa. Høvundurin dugir væl at lýsa eitt nú stemningin í gomlum bygdum, gomul borgarahús við útskornum svalum úr viði ella einsligar høvdar, dagandi døkkan móti brimi og aldum.
Eisini megnar hon at fanga eitt eyðkenni í hesi forkunnugu blandingsmentan, tað sansaliga, tað vakra, tað eleganta. Merkiskvinnurnar í bókini eru vakrar, sterkar og ljómandi – “flamboyantar”, sum høvundurin tekur til – tær hava lillafargað eygu, teirra sál og verð er lokkandi, undansmúgvandi, fræls, labýrintisk. Tað kynsliga ella seksualitetur – í teirri tivandi, motorisku útgávu, ein kennir frá amerikonskum filmum – er ikki frammalaga, nei, her hevur sjálv útstrálingin týdning, karisma, tað ein ER og ikki tað ein GER. Dansarinnan Belén, sum saman við Kapteininum hevur ein lykilsleiklut í bókini, umboðar henda atdrátt, sum er av sálarligum slag.
Tað hevði verið synd at avdúka plottið í skaldsøguni, so eg fari at avmarka meg til at nema við hennara tema. Hetta sæst sjónliga dramatiserað í einum felagsskapi, sum eitur Brøðralagið, hvørs loyniliga, rituella atferð fær ein at hugsa um “Traumnovelle” eftir Arthur Schnitzler og tað filmiska meistaraverkið Eyes Wide Shut eftir Stanley Kubrick. Felagsins mið er at endurreisa eina mentan, har mansins æra, manndómur og mannlig virðir aftur koma í hásætið. Kvinnan hevur her bara ein leiklut, at vera í køkinum. Tveir av teimum persónum, eg longu havi nevnt, eru limir í Brøðralagnum.
Hesin serligi vinkulin ger skaldsøguna áhugaverda og sera aktuella. Nazisman var øll som hon var eitt rituelt brøðralag, og hugburð av sama slag finna vit eisini í dag víðahvar, í teirri katólsku kirkjuni, millum sharia-trásettar muslimskar høvuðsprestar, millum homofobar í Europa, í Orange-felagsskapinum í Norðurírlandi. Talan tykist vera um menn, sum – eins og í søguni eftir H.G. Wells – eru raktir av sálarligum sjónarmissi og halda “fulla sjón” vera eina sjúku. Skaldsøgan er tó ikki kynsliga eintýdd, og eitt nú hava tænarin Carl, tarvafektarin Javier Cortéz og antropologarnir bæði sjón og hjartalag.
Mótmyndir eru kvinnur sum Alisa Berg, Belén, Carmen Mendez. Tær eru ofta vakrar, hava útstráling, hvíla (sum oftast) í sær sjálvum og torga ikki, at menn royna at fáa tamarhald á teimum. Brøðralagsins limir ræðast sjálvandi slíkar kvinnur. Hesin tvídrátturin millum yin og yang sæst umboðaður í ymiskum brigdum í bókini, eitt nú í samskiftinum millum Alisu Berg og hennara fyrrverandi norska elskara Magnus, og í áganginum móti indianarum. Tá ið spanskir konkvistadorar herja á verjuleys indiansk bygdafólk og myrða og pína eisini kvinnur og børn, er tað bæði eitt álop á tað kvinnuliga, sum upprunafólkið umboðar og ímyndar, og samstundis ein pallseting av tí stoltu hugsjónini um mansins æru.
Søgan um konkvistadorin Ponce de Leon og tað forbannilsi, sum ein shaman-kvinna lýsir yvir menn í hansara ætt, er í øllum sínum ræðuleika áhugaverd. Fyri skaldsøguna sum tekst er tað samstundis áhugavert, at høvundurin hevur goymt eitt snar til seinast, har hon avdúkar sjálva rótina til alla víðgongda, ritualiseraða, yin-leysa mansmentan. Hetta snar skal lesarin eiga á.
Skaldsøgan Offurmorðið er vælskrivað. Tað er tí spell, at hon ikki er væl rættlisin, hvørki hvat viðvíkir stavseting ella bending. Í støðum tykist tann sálarfrøðiliga lýsingin ikki sannførandi. Eitt nú ivist eg í, um ein so harðkókaður persónur sum Kommandanturin sjálvur hevði farið og avdúkað sína ræðuligu fortíð og vanlagnu.
Hinvegin er bókin spennandi, kompleks, kriminalsøgutekniskt væl orkestrerað og rokað við upplýsingum um søgu, mentan og nútíð. Í tí 64 síður langa kapitlinum um ferðina inn í Amazonas – sum er eitt tað besta í bókini – fær lesarin kunnleika um trø og um tað hættisliga plantu- og djóralívið í hesum harðvunna og villingarsama skógi.
Sum tekstslag eigur krimiskaldsøgan at vera líka so seriøs sum ein og hvør onnur sjangra, og tað er ein fragd, at Durita Holm virðir hetta krav. Hon oyðslar ikki við morðum, men so mikið tyngri vigar tað eina drápið í bókini. Við síni fyrstu roynd hevur hon ikki bara skrivað eina eksotiska og forkunnuga bók, men eina ta bestu krimiskaldsøguna, sum er komin á føroyskum.

Durita Holm: Offurmorðið. 403 síður. Freyja Forlag. Umbróting, prent og innbinding: Føroyaprent. Kr. 298.