- Eg var forvirraður og ánaði ikki, at eg hevði rætt at luttaka í valinum. Eg veit, at aðrir tilflytarar ikki hava funnið útav, um tey kunnu velja ella ikki, og hvussu ein ber seg at, tá ið ein skal velja.
Soleiðis sigur Rainer Latupeirissa, sum í dag er limur í Integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu, sum mánadagin skipaði fyri kunningarfundi í býráðshøllini í Klaksvík, har nevndin kunnaði tilflytarar um reglurnar og mannagongdirnar fyri kommunuvalinum og skúlastýrisvalinum, sum bæði verða 8. november.
Tað vísir seg, at tað ikki altíð er so einfalt hjá tilflytarum at finna útav reglunum fyri, hvør og hvussu ein kann luttaka í teimum ymsu valunum, og hetta vil Klaksvíkar kommuna sum lokalur myndugleiki gera nakað við.
Kunningarfundurin mánadagin innihelt kunning um, hvørjar treytirnar eru fyri at kunna velja, hvussu ein ber seg at, og hvat ein kann gera, um ein ikki er komin á vallistan.
Somuleiðis greiddi Jean Guðjonsson, integrationsnevndarlimur, stutt frá um flokkarnar, sum stilla upp til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu, og Rainer Latupeirissa, integratiónsnevndarlimur, greiddi frá leiklutinum hjá Integrationsnevndini.
Integrationsnevndin ætlar at hava ein valkunningarfund afturat komandi vikurnar áðrenn valið.
Í Integratiónsnevndini eru hesir limir: Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður, Gunvá við Keldu, býráðslimur, Veronika Zapata, Jean Gudjonsson, Rainer Latupeirissa, Sadiqull Patawary, Catherine Steinberg. Kinga Eysturland er somuleiðis limur í nevndini, men hon er burturstødd í løtuni.










