Oyri : Anna Maria Petersen og Lydia Dahl av Oyri høvdu í gjár 30 ára starvsdag á virkinum hjá O C Joensen. Tann 1. December í 1970 vóru tær við til at taka móti fyrstu skeljunum, sum landaðar vórðu til virkið, og tær arbeiða har enn.
Hendan dagin vórðu tær báðar saman við Súsonnu Andreasen av Oyri og Johan Poulsen av Oyrarbakka og tóku ímóti skeljunum, sum Poppy legði upp. Súsanna er nú komin so mikið til árs, at hon er givin at arbeiða, og Johan, ella Hanni, sum hann varð nevndur, ikki er okkara millum meira.
Lydia og Anna Maria minnast, greiða tær frá, at tær stóðu við eitt træborð, har ein takrenna var í miðuni og reinsaðu skeljarnar, sum Hanni hevði loypt í eini gassgrýtu og lagt teimum á borðið. Tær loyptu skeljarnar komu heilar á borðIð, og so skuldu tær opa tær og taka vøddan úr. Opingin varð gjørd við skeið, minnast tær báðar..
Reinsaði vøddin varð koyrdur í takrennuna, meðan slógvið fór í eina kurv á gólvinum. Lidna vøran varð so send aðrastaðni at frysta.
Ikki vóru somu krøvini sett til arbeiðsfólkið tá sum nú. Ikki stóðu tær og royktu yvir borðinum kortini, men eingin segði nakað til, at tær fóru ein túr út um at fáa sær ein guv. Og vanligt var, at fólk stakk inn á gólvið at práta, meðan arbeitt varð.
Nei, tá var einki flugunet fyri vindeyganum, og kantina var eingin. Poul á Oyri seldi kunsttøð og kraftfóður í handlinum, og ikki var óvanligt, at tær funnu sær ein kraftfópðursekk á lagrinum hjá Pouli, har tær settur seg við varmafløskuni, tá kaffitíð var, minnast Lydia og Anna Maria, sum í gjár sótu hugnaliga í matarhøllini við kaffi, karamellum og jólabollum.









