Hægri útbúgvingar - eitt íkast í kjakið

Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetrinum, hevur drúgva grein í Sosialinum 13. februar, har hon m.a. gjølliga greiðir okkum øllum frá um, hvat ein akademisk útbúgving er, og hvat ið krevst fyri at kunna fara undir at geva akademiskar útbúgvingar. Hon byrjar við at leggja upp til, at teir stovnar, sum fara ella ætla sær undir at geva akademiskar útbúgvingar og Fróðskaparsetrið, mugu saman finna út av, hvussu tær kunnu koma í lag, men mælir tó longri frammi í greinini til, at allar, sum verða hildnar neyðugar, verða savnaðar undir Fróðskaparsetrinum og vísir á, at hetta er í samsvar við álitið Føroyskur førleiki frá 1999 og stovningarendamálið 1965 við Fróðskaparsetrinum, nevniliga at tað skuldi verða einasti akademiski lærustovnur í landinum.
Hon heldur, at tað er tíð uppá at fáa eitt álvarsligt orðaskifti um, hvørjar og hvar tær akademisku útbúgvingarnar skulu vera. Tað haldi eg eisini, og loyvi mær tí við undurtøku frá leiðslu og fleiri av starvsfólkum Handilsskúlans at gera hesar viðmerkingar til grein hennara og at upplýsa og hugleiða um ymisk viðurskifti, ið koma evninum við.
Lítil ivi er um, at hon, innballað, leggur dent á at ávara ímóti, at aðrir útbúgvingarstovnar og serliga Handilsskúlin fara í holt við at geva akademiskar útbúgvingar. Hon nýtir eisini høvið til alment at geva Handilsskúlanum krakk viðvíkjandi biðilsins ynski um at Fróðskaparsetrið veitir - sum skrivað verður í greinini - "trygd fyri akademiska stignum á handilsskúlanum", og grundgevur fyri hesum við fyrst at vísa til løgtingslóg og kunngerð fyri Fróðskaparsetrið, sum ikki heimilar hesum, og seinni við, at setrið ikki kann veita trygd fyri at vísindaligur førleiki er á øðrum stovnum.
Útvarp Føroya hevði eftir hetta samrøðu við hana um okkurt av innihaldinum í greinini, har Handilsskúlin eisini fekk serliga umrøðu. Tí ditti eg mær at halda, at beinleiðis orsøkin til, at Malan júst nú fer undir at skriva um akademiskar útbúgvingar, er, at hon er eitt sindur ørkymlað av málvísu og ítøkiligu ætlanum Handilsskúlans um varandi at fara undir at geva hægri útbúgvingar eftir miðnám. "Varandi", tí at skúlin longu hevur havt sovorðnar í 15 ár; HD o.a. Eg hugsi, at hon hevur góðar grundir at frykta, um hon ikki ynskir Handilsskúlan o.a. skúlar at gerast "akademiskir".
Hetta verður ikki sagt sum ein banal hóttan frá vrakaðum biðlasveini (eg kenni meg av ymsum natúrligum orsøkum raktan av "krakkinum"). Orsøkini fyri fryktini royni eg at greiða frá niðanfyri. Men áðrenn eg fari undir tað, vil eg strika undir fyri møguligum lesarum, at greinin hjá Maluni yvirhøvur er ein innilig áheitan á myndugleikar, útbúgvingarstovnar og onnur avvarðandi um í tøkum tíma at taka seg saman at fáa skil á skipanini av akademiskum útbúgvingum í Føroyum, og at greinin væl og virðiliga vísir á nógvar av teimum ivaspurningum, sum støða má verða tikin til.
Eisini kenni eg trongd til, við tað at eg ofta er í so bersøgin, og - í hesum føri - meti málið at vera týdningarmiklari enn Maluna, beinanvegin at leggja dent á, at eg ikki á nakran hátt ynski at vera Fróðskaparsetrinum til ógagns, og at eg taki fult undir við Maluni í áheitanini og flestum av áskoðanum hennara, men at tað kortini eru øki, har vit eru ósamd, og har hugburðir okkara, um hvat ið letur seg gera, eisini bera sundur - í støðum ikki heilt lítið.
Útbúgvingartørvur
Hugurin hjá føroyingum at fáa sær akademiska og aðra hægri útbúgving er stórur og vaksandi. Útbúgvingarnøktanarstigið hjá stórum parti av ungdóminum hevur seinastu 70 árini flutt seg frá 7 ára skúlagongd um millumskúla-, præliminer- og realskúlaprógv til miðnámsprógv og verður skjótt bachelorstig. Dømi um hetta eru, at 330 fólk sýndu áhuga og 130 teknaðu seg til Master of Management útbúgvingina hjá Robert Gordon University, sum fer fram sum fjarlestur við avmarkaðari undirvísing á Handilsskúlanum, og stóri áhugin fyri teldustøðinga- og HD-útbúgvingunum og øðrum framhaldi eftir miðnám. Handilsskúlin hevur, á sama hátt sum við RGU, avtalu við handilsháskúlan BI í Stavanger um, at teir, umframt annað, hjálpa Handilsskúlanum so líðandi at gerast handilsháskúli (vit hava ongantíð nýtt meirvirðisljóðandi orðið "universitet", sum Malan skrivar). Ímeðan veita teir trygd fyri, at innihaldið í útbúgvingum, stovnarnir hava saman, hevur sømuliga góðsku og við hesum "akademiskt" stig.
Ein spyr tí seg sjálvan: Er tað ikki í veruleikanum kákl (undanførsla), tá ið Malan við at vísa til lóg og kunngerð heldur upp á, at Fróðskaparsetrið ikki kann veita Handilsskúlanum somu trygd og sømdir sum akademisku stovnarnar uttanlands? Er talan ikki bara um at vísa vilja og at hava handalag?
Vit á Handilsskúlanum merkja stóra tørvin og royna at finna loysnir. Tað er ikki avgerandi fyri okkum, um undirvísingin fer fram á Fróðskaparsetrinum ella á Handilsskúlanum - ella á RGU ella BI fyri tað.
Tað, sum um ræður í dag fyri skúlar eins og vinnulív er, at savna seg um tað, ein er bestur til (kjarnuførleiki) og festur at og at skapa netverk inneftir og úteftir við tí endamáli, á liðiligan og skilvísan hátt at veita ta bestu undirvísing og soleiðis, at tey lesandi alla tíðina hava ymsar, fjølbroyttar møguleikar at velja ímillum.
Hvat vil Handilsskúlin
Avgerandi fyri Handilsskúlan er at nøkta tørvin og at hækka almenna undirvísingar- og fráfaringarstigið í Føroyum og heimaførleikan at undirvísa. Møguleikarnir eru at virka í sjálvdrátti ella saman við øðrum, heilt ella partvís. Av tí at Fróðskaparsetrið longu er góðkendur hægri lærustovnur og kann skipa fyri uppaftur hægri undirvísing enn Handilsskúlin miðar ímóti (enn) og hevur, um eg so má siga, tikið patent uppá at vera einasti akademiski stovnurin í Føroyum, síggja vit her ein fyrimyndarligan møguleika fyri við samstarvi og samskipan at røkka hesum málum og samstundis gagna báðum stovnunum: Handilsskúlin verður lyftur upp á hægri stig, báðir fáa størri tilgongd og Fróðskaparsetrið fær eitt breiðari fólkagrundarlag fyri at hava fleiri breytir og undirvísing, sum veruliga er grundað á vísindaligt arbeiði, og fyri sjálvari granskingini. Vinningurin verður uppaftur størri, um aðrir undirvísingarstovnar og øki (ikki at gloyma fiskivinnuna) verða tikin við. Eg havi tó valt ikki at draga hesi uppí beint nú. Við øðrum orðum: Vit kunnu saman skapa eitt fullnýtsluárin (rationaliseringseffekt) og samvirkisárin (synergieffekt).
Handilsskúlin er á vakstrarstigi á nýggjum økjum og búningarstigi á gomlum. Leiðslu og fleiri lærarunum tørvar avbjóðingar á hægri stigi. Vinnulívið hungrar eftir fólki við útbúgving á miðnáms- og hægri stigi. Alsamt fløktari, frælsari og opnari samfelagið hevur við sær, at virki, almennir stovnar o.tíl. ikki longur bara spyrja eftir serfrøðingum av tí gamla slagnum (juristum, økonomum, cand. magum o.tíl.) men eftir serfrøði á alskyns økjum, men samstundis eftir víðfevningum (generalistum).
Samstundis verður ásannað, at halda vit á við vanabundnum, fast skipaðum útbúgvingum (eftir danskari fyrimynd) við homogenum innihaldi, so verður skipanin óliðilig, og verður tað ov kostnaðarmikið at hava nóg nógv sløg av útbúgvingum her á landi. Í ES hava tey fyri fleiri árum síðani fata, at so at siga eitt og hvørt prógv á hægri stigi er váttan um hægri (les:akademiskan) førleika. Mált verður í ECTS'um, eisini um landamørk. Samlaða ECTS'ið er tað, sum prógvar útbúgvingarstigið - og ikki um tú hevur tikið tey á Fróðskaparsetrinum ella Handils(há)skúlanum. Sjálvsagt telur slagi av sergreining, tá ið starvsett verður. Tí ber til at "modulera" útbúgvingar eftir ECTS'um og at gera ymiskar samansetingar av tvungnum og valfríum lærugreinum og sergreinum.
Tað er hetta, sum vit eftir mínum tykki eiga at hava sum eina grundhugsan, tá ið skipað verður fyri hægri útbúgvingum enn miðnám.
Ivi Malunar
Malan heldur tað vera ruddiligast, um Fróðskaparsetrið verður víðkað við teimum deildum, sum komið verður fram til eiga at vera. Hon nevnir m.a. handilsfrøði sum eitt víðkanarøki. Hennara ótti fyri, at Handilsskúlin, og fyri tað aðrir stovnar eisini, fara at undirvísa, eitt nú til bachelorstig, grundar hon á sín iva um, um nóg góður og nóg nógvur førleiki er tøkur í Føroyum til at bjóða út akademiskar útbúgvingar á øllum hesum økjum, og hon ivast um, hvørt hesir førleikar skulu savnast ella spjaðast á fleiri stovnar.
Eg skilji hana væl, um hon heldur upp á, at bert vísindafólk í fastum starvi eiga at veita granskingargrundaða undirvísing á hægri lærustovnum, og eingin gransking er knýtt at nýggju deildarevnunum, eitt nú handilsfrøði. Men soleiðis hugsa vit ikki. Okkara ivi snýr seg meiri um, hvussu ið vit fáa útbúgvað ta ørgrynnu av væl lærdum fólki, sum vit samanlagt hava á skúlum, almennum stovnum og vinnulívi at gerast góðir undirvísarar og góðir miðlarar av tí, sum vísindin er komin til í einara hægri skúlaskipan, sum er ein blanding av lestri og vanligari skúlagongd, har tey lesandi í heilt stóran mun hava sjálvsábyrgd fyri (inn)læringini.
Apropos: Eg havi ein trupulleika við at skilja logikkin í, at Malan krevur, at øll akademisk undirvísing eigur at vera granskingargrundað, og at Fróðskaparsetrið nú fer undir sjúkrarøktarfrøðina. Mær vitandi verður ikki granskað á hesum øki, og eg giti mær tað, at flestu undirvísararnir verða teir somu, bara á øðrum staði og kanska við øðrum háttalagi. (men tað kunnu nokk tjúkkar bøkur verða skrivaðar um tað, sum eg ikki skilji).
Eg vendi aftur til hesi evni longri niðri.
Ávegis samanumtøka
Handilsskúlin er komin til niðurstøðuna, at mest logiska og natúrliga loysnin man vera:
? At gera sær greitt, hvørjar útbúgvingar tørvur er á.
? At býta hesar útbúgvingar ella partar av teimum sundur til teir stovnar, sum fakliga eru, ella sum kunnu hugsast at gerast, best fyri at taka sær av teimum. Hetta er eisini ein identitetsspurningur hjá stovnunum og í roynd og veru at nýta vanligt vit og skil, serliga tá ið hugsað verður um at fyriskipa, fyrisita og økonomisera, men kanska ikki at leiða.
? At seta hesar hægri útbúgvingar saman í liðilig fakmodul eftir ávísari skipan, sum ov langrøkjut er at greiða frá her, sum, saman við ymiskum fjølbroyttum og liðiligum sergreiningarmodulum, geva fyrst og fremst bachelorprógv og seinni høvuðsgreinaprógv (Masterprógv) og møguliga PhD. Eina skipan, har lesandi eisini fáa góðskriva ECTS frá øðrum útbúgvingum, sum tey hava tikið á hægri stigi.
? At menna lærarar og stovnin sum heild til at kunna taka sær av hesum. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at Handilsskúlin er um at fara undir eina útbúgvingarskrá fyri 8 lærarar, so teir eftir 2-3 árum verða fullmentir at veita undirvísing í merkantilum lærugreinum, eitt nú í útbúgvingum, tey hava á RGU og BI.
Viljin at broyta
Sum skilst, so mennast skúli og samfelag av sær sjálvum, t.e. líka mikið um myndugleikarnir eru uppií ella ikki og líka mikið, um samskipað verður millum stovnarnar ella ikki. Hetta hevur nakað við innbygdan dynamikk at gera og er, í hvussu er á Handilsskúlanum, ein spurningur um at seta sær mál, hava eina hóskandi fyriskipan og at hava viljan til at broyta og laga seg eftir skiftandi samfelagsviðurskiftunum. Men vit halda, og tað haldi eg, at Malan eisini heldur, at yvirskipaðu myndugleikarnir áttu at "spælt" við alla tíðina, soleiðis at alt ikki veksur vilt.
Vakstrartrýstið kemur frá teimum ungu, samfelagnum (vinnulívinum) og innanifrá, og normurin fyri formligari endaútbúgving - fráfaringarstigið - hjá "vanligum" fólki hevur nú flutt seg upp á bachelorstig, í hvussu er uppímóti. Hetta er grundleggjandi veruleikin, sum vit mugu "fyrihalda" okkum til.
Tí mugu allir undirvísingarstovnar (støðugt) vera fúsir at endurskoða tilverugrundarlag teirra og mál og háttaløg. Tað hava flestu lond uttan um okkum verið noydd til. Tað er lítil dugur í at vera nostalgisk(ur) við t.d. at halda fast um 800 ára gamlar siðvenjur, sum tað í stóran mun verður gjørt á lærda háskúlanum í Keypmannahavn (eg haldi ikki, at tað í nøkrum øðrum landi eru so nógvir blindir vegir, sum í donsku skúlaskipanini). Og heldur ikki - eisini til dømis - at halda fast um patentið uppá hugtakið "akademiskur". "Um autonomiur bert verður ein rættur og ikki ein skylda, hevur hann lyndi til at gerast verjumekanisma: Tit - umheimurin - mugu ikki halda nakað um okkum, tí tað skulu vit nokk sjálvi", minnist meg onkran at hava sagt. Eingin stovnur hevur virði í sær sjálvum, men bara tí at hann skapar virði.
Hugtøkini akademiskur og gransking
Malan sigur í greinini, at akademiskar útbúgvingar eru eyðkendar við, at undirvísingin er grundað á gransking. Ein logisk niðurstøða av hesum er: Handilsskúlin hevur onga gransking, ergo er Handilsskúlin ikki akademiskur (undirskilt: og hevur tí ikki natúrligan rætt til at fáast við hægri lestur).
Er danska fremmandaorðabók mín eftirfarandi, so merkir orðið "akademiker" einstaklingur, sum lesur ella hevur lisið á universiteti ella hægri lærustovni. Onkustaðni merkir tað tó at vera limur í einum akademii.
Um "akademisk diskussion" sigur fremmandaorðabókin "diskussion, uden praktisk betydning".
Nú argi eg, men tað er ikki fyri blindan at bera, at eftir flestra manna meining er "akademiskur" orð, sum meiri hevur prýðivirði enn handligt virði. Og tað eru ikki bara av undirlutakenslu, at tey siga so.
Veruleikin eftir mínum tykki er hann, at øll hægri útbúgving pr.definitión er hægri útbúgving, t.e. útbúgving við størri krøvum og við m.a. hægri abstraktiónskrøvum enn útbúgvingarstigið frammanundan (miðnámsúbúgvingin). So kanst tú nevna hana akademiska ella lata verða.
Men Malan knýtir hægri undirvísing at akademiska hugtakinum og gransking og greiðir okkum frá, at tey, sum undirvísa og hava ábyrgdina av fakunum, eru virknir granskarar og hava royndir við gransking. "Førleiki at granska kann ikki veitast og gevast við fulltrú so at siga" leggur hon so elegant afturat, sipandi til krakkin, hon gevur Handilsskúlanum.
Nú er tað bara so, at Handilsskúlin bara óalment hevur biðið hana, sum umboð fyri Fróðskaparsetrið, um at stuðla Handilsskúlanum í strembanunum eftir at gerast handilsháskúli sum frá líður við at hava eftirlit við góðskustiginum fyribils, til skúlin fær góðkenning sum slíkur.
Hildið varð, sum áður nevnt, at tá ið hægri lærustovnar uttanlands kunnu veita hesa trygd, so átti Fróðskaparsetrið eisini at kunna gera tað. Noktandi svar er ikki vanlukka fyri Handilsskúlan. Men tað noyðir hann at halda seg til stovnar uttanlands og er spell fyri heildarráðleggingina av føroysku undirvísingarskipanini og glatan av møguleikunum at samskipa týdningamiklar partar av skúlavondini og møguleikum fyri sparingum, tá ið samanum kemur.
Førleiki at granska kann ikki gevast við fulltrú, tað er vist og satt, men tað er málinum óviðkomandi.
Vit kunnu skjótt verða samd um, at viðkomandi gransking hevur alstóran týdning fyri eitt og hvørt land, og flest øll munu halda, at granskingin í stóran mun eigur at vera knýtt at Fróðskaparsetrinum.
Men at knýta kravið um gransking so tætt at undvísing, sum Malan og nógv onnur, sum hava við lærdar skúlar at gera, haldi eg vera burturvið. Veruleikin er eftir mínum tykki, at vit øll grunda okkara undirvísing á eitt ella annað slag av gransking hjá øðrum og viðhvørt eisini meira ella minni hjá okkum sjálvum. Tað kann vera áhugavert at hava lærara, sum er granskari, men hann er eingin treyt ella trygd fyri dygdini í øllum tí, ein skal seta teg inn í, og ikki altíð er vitan hennara ella hansara viðkomandi og nyttug fyri tann lesandi.
At tann lesandi fær meiri burturúr, um hann ella hon lesur í einum granskingarumhvørvi, er sannleiki við modifikatiónum. Granskingarumhvørvið er neyðugt hjá teimum, sum vilja røkka hástigi, og sjálvi skulu granska, og minni neyðugt hjá vanligum "akademikarum". Men tað er týdningarmikið, at lesandi lesa í einum "lærandi umhvørvi". Gransking nýtist heldur ikki í 2003 at vera staðbundin. Internetið er uppfunnið, og tað verður dúgliga brúkt. Ikki merkti eg nógv beinleiðis til gransking, tá ið eg gekk á universiteti og øðrum lærdum skúla, men sjálvsagt lá hon aftanfyri nógvum av tí, sum lisið varð. Og ikki vóru granskararnir altíð teir bestu at læra frá sær.
Vit hvørki kunnu ella eiga at verða granskarar øll somul. Tað er bæði ov dýrt og ov órationelt. Og krittiskur hugburður og vísindaligt háttalag kunnu lærast, so tey gera optimala dagliga og samfelagsliga nyttu, uttan at einum nýtist at granska sjálv(ur). Á handilsháskúlum og universitetum hava tey hesi evni sum vanliga lærugrein. Har eg var, æt tað filosofikum og logik og metodelære fyri at venda aftur til nostalgiina.
Fróðskaparsetrið tykist eisini at verða í tvídrátti við seg sjálvt um, hvussu nógva tíð undirvísingin eigur at taka frá granskingini, sjálvt um Malan leggur dent á, at undirvísing er stimbrandi fyri granskingina.

------------

Frammanfyri eri eg kanska farin í so nógv eftir "manninum enn bóltinum", nú talan er um at fáa samstarv í lag í einum týdningarmiklum máli. Men tað er tí, at grein Malunar eftir øllum at døma millum manna - eisini av fólki uttanfyri Handilsskúlanum - verður fatað sum ein niðurgerð av Handilsskúlanum. Tað hevur hann, hóast lýti eru, ikki uppiborið. Hann man kortini fara at røkka sínum málum, við ella uttan stuðli frá sínum nærmastu. Eg haldi eisini, at Malan átti at verið komin við fleiri uppbyggjandi hugskotum og uppskotum. Spell er, um haldan fast um formligar reglur og tvørrandi hugur at broyta og laga seg eftir umstøðunum skulu forða fyri samskipingarmøguleikum, sum smá lond hava lættari við at kunna úrnýta - og eiga at úrnýta.
Hvat er nú til ráðs at taka?
Um avvarðandi liðir í føroysku skúlaskipanini
? ásanna, at ynskiligt er at hækka almenna útbúgvingarstigið til bachelorstig hjá nógv fleiri ungdómum enn nú
? ynskja, at stórur partur av hesi útbúgving fer fram í Føroyum við teirri avleiðing, at útveganargrundarlagið fyri evnum til høvuðsgreinalestur, gransking o.t. veksur og breiðkast, men samstundis eru áhugaðir í, at samstarvað verður við lærdar stovnar uttanlands, har vit ikki røkka til
? áseta, at vanliga (prinsipiella) útbúgvingin hjá teimum, sum skulu undirvísa á einari bachelorútbúgving, er prógv frá lærdum háskúla og prógv fyri undirvísingarførleika
? eru fúsir at broyta og gera neyðugu íløgurnar

er tíðin búgvin til - kanska eftir stutt alment orðaskifti - at seta eina "breiða" nevnd at koma við ítøkiligum uppskoti(um).

Sum eg síggi tað nú, eru tveir ytri kostir at velja ímillum (millumloysnir kunnu tó hugsast):
? Antin at lata miðnámsskúlarnar leingja um ella at leggja stig og deildir afturat teirra verandi útbúgvingum og virka í sjálvdrátti, t.e. at formalisera verandi arbeiðslag.
? Ella at samskipa alla hægri útbúgving eftir miðnám við Fróðskaparsetrinum sum samskipara (paraplyorganisatión) og partvísan veitara av bachelorútbúgvingum umframt av upp aftur hægri útbúgvingum og við hinum skúlunum sum veitarum av teimum sløgum av útbúgvingum, sum teir verða mettir at vera betri hóskaðir til, nevniliga á økjum, sum teir eru festir at, eitt nú í vinnulívinum.
Eg halli til seinnu loysnina. M.a. tí at hon ger tað lættari at virka út eftir, og tí at hon stuðlar upp undir depilsloysnina, t.e. at ein vitanarmiðstøð verður bygd uppi í Marknagili, sum bæði fevnir um byggiætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum, tær hjá trimum miðnámsskúlum og fegnast fleiri øki afturat. Eg havi tó eina kenslu av, at trupult verður at fáa skjóta undirtøku fyri hesari idealloysnini. Fleiri starvsfelagar, embætisfólk og politikarar, sum eg havi tosað við ella hoyrt tosað um hesi viðurskifti halda, at bygnaðurin og fyriskipanarlagið sum heild og serliga á Fróðskaparsetrinum eru ov stirvin til, at fyrisitið kann verða munadygt. Eyðsæð er undir øllum umstøðum, at hendan loysnin krevur fyriskipanarligar, fyrisitingarligar og stjórnarligar broytingar, sum m.a. geva "hinum stovnununum" rættindi at ávirka og í hvussu er at vera við til at taka avgerðir á økjum, sum stovnarnir menna í felag. Sum dømi kann nevnast, at vit á Handilsskúlanum ikki undraðust sørt á, at hann ikki fekk boðið at vera uppií, tá ið Fróðskaparsetrið bygdi víðari á teldufrøðingaútbúgving Handilsskúlans, ikki minst tí at eitt setursumboð var við til at menna TSÚ, og at eitt umboð hevði sess í (eftirlits)nevndini.
Farið kann vera undir at samskipa áðrenn bygt verður. Til ber eisini at gera fyribilsloysnir, eitt nú at gera sáttmála, ið verður góðkendur av sitandi mentamálaráðharra, millum Fróðskapasetrið og Handilsskúlan um samstarv; kanska til fyrimyndar fyri aðrar stovnar.
Undir øllum umstøðum er tað neyðugt, at mentamálaráðharrin ger reglur, sum veruliga lata upp fyri at almenna útbúgvingarstigið hækkar.
Viljin at broyta og handalag dríva verkið. Ósemja kann gerast styrki. Takk fyri, Malan, at tú legði fyri og hugkveikti.