hevði verið rættari at latið eitt slíkt sambýli upp í Suðruoy, tí har er størri tørvur enn eitt nú í Vágum. Og tað kundu tey sagt myndugleikunum, um tey í Sinnisbata vóru eftirspurd, sigur hon. ?Vit hava [...] visti av ongum, fyrr enn hús vóru keypt í Sandavági til annað sambýli fyri sinnisveik. Tað harmast tey í Sinnisbata um, tí tey halda seg kunna vera til hjálp í slíkum førum, men vórðu ikki kunnað yvirhøvur [...] um hatta, sum nú er farið fram. Og eg undrist eisini á, at eini hús eru keypt afturat í Vágum. Tí eftir okkara meting er tørvurin størri aðrastaðni, sigur Soffi Egholm, sum er formaður í felagnum Sinnisbata
tið í Útvarpinum mikudagin var tí kærkomið. Har var skorið út í papp, hvussu nógv keyparin í grundini rindar í rentu, tá hann t.d. keypir innbúgv fyri 20.000 krónur. Um keyparin velur at gjalda í eitt [...] frá 80-árunum hevur tikið seg uppaftur. Nú stendur fólki aftur í boði at taka brúkslán. Seinastu árini hava peningastovnarnir sjálvandi lánt pening til nýtslu, men nú eru eisini handilshús farin at bjóða [...] evnið - vit skulu taka í egnan barm. Tí er ætlanin hjá Javnaðarlokkinum at koma við uppskoti um ein brúkaraumboðsmann kærkomin. So er spurningurin, um tað fæst undirtøka fyri hesum í Løgtinginum. Tað tók
kalla ongar íløgur í Tvøroyrar kommunu. Tað kann staðfestast, nú fíggjarætlanin er løgd fyri Tvøroyrar Býráð. Býráðið fer at bíða við at seta endaligu tølini á til í næsta mánað, tí tá fæst betri greiða á [...] við árslok næsta ár. Men í hesum sambandi er ikki heilt semja við Fíggjarmálaráðið um hvat skal teljast upp í eina álíkning. Í Tvøroyrar Kommunu undrast tey á, at øll skuldin hjá kommununi skal teljast [...] yvirtaka eldraøkið, skal ikki teljast upp í. Seinastu árini hevur býráðið gjørt stórar íløgur í ítróttardepil við Stórá og stóra djúphavn. Vøllurin er avgreiddur, men nú er tað djúphavnin, sum tyngir skuldina
Nú er nokk tosað – Vit eru samd um, at nú er nokk tosað um at fáa oyggjaleikirnar til føroyar, nú skal handlast. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Í næstum fer hon at leggja [...] veðhald fyri at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya. Vehhaldið kann í mesta lagi vera 10 milliónir. Oyggjaleikirnar vóru í Føroyum í 1989 og sostatt eru tað 29 ár síðani, at teir vóru her, og Kristin Háfoss [...] trygd fyri at hava leikirnar í Føroyum. Longu í 2009 helt táverandi løgnaður, at vit skuldu seta okkum tað sum eitt politiskt mál at fáa oyggjaleikirnar til Føroyar - í 2017, og hann hevði eisini gjørt
vanlukkan er hend. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Tí fer Tórshavnar býráð nú at játta eina millión krónur til at vetrarfriða bygdirnar í Tórshavnar Kommunu fyri seyð. Og tá ið hon tosar um, [...] borgarstjóri, sigur, at tað er sera umráðandi at seyðurin fæst burtur av vegunum, áðrenn ein stór vanlukka hendir. Í uppskoti til broytingar í fíggjarætlanini fyri 2017 er skotið upp at játta eina miljón [...] stórur vandi, seyður á vegnum er fyri ferðsluna í Tórshavnar Kommunu, hugsar hon sjálvandi fyrst og fremst um Kollafjørð. Men hon heldur, at eisini fyri trivnaðin í bygdini hevur tað týdning at fáa seyðin burtur
Vit høvdu ein steðg í einar tríggjar vikur í árinum, sum fór, men hetta er ikki annað, enn roknast kann við, tá ið tú fæst við skiparakstur. Nornagestur og Kolumbus fiskaðu 3.200 tons í 2006, og veiðan varð [...] og Dánjal Jacobsen í Vestmanna eiga, hevur í umleið eitt ár arbeitt við ætlanunum at byggja tvey nýggj skip fyri gomlu trolararnar, Nornagest og Kolumbus. Tað var eitt ár 1. september í 2006, síðan teir [...] enn 45 ára gomlu skipini av Sandi, og nú halda teir, at tíðin er komin til, at skipini verða skift út við nýggj skip. - Jú, vit arbeiða við byggiætlanum og hava í hesum sambandi biðið um tilboð úr Føroyum
Tað endaði 0-0, tá ið toppliðið Víkingur í kvøld hevði vitjan av NSÍ, sum er næstovast. Nú fyrsti dysturin í øðrum triðingi í kappingini er spældur, er Víkingur topplið við 21 stigum, og NSÍ er næstfremst [...] tað liðugt við fótbólti í fremstu røð hjá Einari. So fæst at síggja, um hann nú fer at hjálpa til á næstbesta liðnum, ella um hann aftur fer at vera við í kappingini um plássini á besta liðnum. Á liðnum hjá [...] sum venjarin heldur, at Pól Jóhannus hevur sum fótbóltsspælari. Í kvøld var Pól Jóhannus Justinussen á næstbesta NSÍ liðnum, sum spældi í Leirvík. Hann spældi allan dystin á tamb, og tað man bera boð um
tryggjað merkir, at í minsta lagi øll tann áljóðandi upphæddin fæst aftur, tá ið lánsbrævið fer úr gildi. Gildistíðin er frá mai 2006 til mai 2009. Íleggjarin fær fleiri fyrimunir, nú virðisbrævið er skrásett [...] framleiða egnar vørur, sum hóska til tørvin hjá íleggjarum í Føroyum. Gongdin í Evropiskum partabrøvum uttan váða er tengd at 50 teimum størstu feløgunum í Evropa, og teirra millum eru so kend nøvn sum Deutsche [...] og nú stendur Kaupthing eisini fyri teirri næstu: Evropisk partabrøv uttan váða. Evropisk partabrøv uttan váða er eitt 3-ára lánsbræv, sum tryggjar ílagdu upphæddina og gevur 70% av hækkingini í evropiska
sum starvast í rækjuvinnuni, men eitt, sum nú er farið at vísa seg, er ein hækking í prísinum á posarækjum. Petur Jacobsen, reiðari, sigur, at ein orsøk til betri prísútlit, er, at eitt nú kanadiumenn hava [...] kanadiskir rækjutrolarar í størri og størri mun eru farnir at fiska onnur fiskasløg, eitt nú svartkalva, tí hetta loysir seg betur. Teir hava eftirhondini funnið út av, at lítil meining er í at føra stórar nøgdir [...] nøgdir av rækjum til lands, sum lítið fæst fyri. Petur veit at siga, at teir nýggju norsku rækjutrolararnir eisini hava ligið tungt í sjónum, men nakrir teirra hava so møguleika eisini at veiða tosk ein
fyrsta byggistig í tí stóru ætlanini at geva løgtinginum nýggjar karmar. Føroya Tele kemur framvegis at halda til í norðaru helvtini av bygninginum, og sambært ætlanini, sum er stungin út í kortið, verður [...] ivsstovan hevur síðstu árini hildið til í bygninginum hjá gomlu Dimmu í Erling Jalsgøtu. MYNDATXT Snotuligt sær tað út á ovastu hædd, har Løgtingsskrivstovan nú flytir inn Mynd: Jens K. Vang [...] Mánadagin fór Løgtingsskrivsstovan undir at flyta í síni nýggju høli, sum eru á ovastu hædd í húsinum, har Telefonverkið áður helt til. Enn er bara ovasta hæddin liðug, har sjálv Løgtingsskrivstovan skal