Dýrt tilboð - góður journalistikkur!

Oddagrein

 

Ein av ónollunum frá 80-árunum hevur tikið seg uppaftur. Nú stendur fólki aftur í boði at taka brúkslán. Seinastu árini hava peningastovnarnir sjálvandi lánt pening til nýtslu, men nú eru eisini handilshús farin at bjóða viðskiftafólkum lán at keypa fyri. Og sum ikki einaferð skipar eitt danskt fíggingarfelag fyri.


Rentan sær so tilforlátilig út, undir 2 prosent, men so er spurningurin, um tað verður nóg væl upplýst, um hetta er rentan um mánaðin ella um árið? Tí, her er tann stóri munurin, sum brúkarin, ella keyparin, eigur at vera varugur við. Ella verða gjørdur varugur við, tá hann tekur av einum slíkum tilboði.


Tíðindabrotið í Útvarpinum mikudagin var tí kærkomið. Har var skorið út í papp, hvussu nógv keyparin í grundini rindar í rentu, tá hann t.d. keypir innbúgv fyri 20.000 krónur. Um keyparin velur at gjalda í eitt 5-ára skeið, so hevur hann goldið meiri enn 35.000 krónur, tá tað kemur til stykkis!


Hetta vóru góð brúkaratíðindi, sum vit hava alt ov lítið av í Føroyum. Men hetta er tilfar, sum krevur tíð, bæði at kanna, tosa við fólk, rokna út, og at enda fáa í ein snøggan búna, sum lesarin ella lurtarin kann skilja. Hasi tíðindini skilti lurtarin, men sum sagt varð, ?tað er dýrt at vera fátækur?, og tað eru tíverri óivað tey, sum ikki hava annan møguleika.


Nú skal á hesum stað ikki verða sagt, um nakað verður dult ella ikki í tilboðnum frá danska fíggingarfelagnum, men vit skulu bara seta spurnartekin við, um føroyski brúkarin er nóg væl vardur, og hevur nóg góðar møguleikar at kæra, um hann kennir seg snýttan.


Svarið er nei. Vit hava hvørki brúkararáð ella brúkaraumboðsmann. Heldur ikki gera fjølmiðlar nóg mikið við hetta evnið - vit skulu taka í egnan barm. Tí er ætlanin hjá Javnaðarlokkinum at koma við uppskoti um ein brúkaraumboðsmann kærkomin. So er spurningurin, um tað fæst undirtøka fyri hesum í Løgtinginum. Tað tók nógv ár at fáa Løgtingsins Umboðsmann, hóast hetta skuldi verið ein týðandi partur í einum nútímans fólkaræði - at verja borgaran.