Nýggj skip byggjast fyri Nornagest og Kolumbus

Hóast skipini eru meira enn 45 ára gomul, vignaðist árið í fjør hampiliga væl. Tey fiskaðu 3.200 tons, sum vórðu seld fyri tilsamans 19,5 miljónir krónur, og tað er á góðari leið. Í umleið eitt ár hevur P/F Vár, sum eigur skipini, arbeitt við ætlanum um nýbygging, og nú eru útlit til, at sáttmáli skjótt verður undirskrivaður

Fiskivinna

P/F Vár, sum Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen í Vestmanna eiga, hevur í umleið eitt ár arbeitt við ætlanunum at byggja tvey nýggj skip fyri gomlu trolararnar, Nornagest og Kolumbus.
Tað var eitt ár 1. september í 2006, síðan teir báðir keyptu meira enn 45 ára gomlu skipini av Sandi, og nú halda teir, at tíðin er komin til, at skipini verða skift út við nýggj skip.
- Jú, vit arbeiða við byggiætlanum og hava í hesum sambandi biðið um tilboð úr Føroyum og Spaniu, sigur reiðarin.

Ikki endaligt
Tummas Christophersen sigur, at umbidnu tilboðini úr Spaniu eru úr Vigo, skipasmiðjuni M. Cies, sum eitt nú bygdi trolararnar Bak og Stelk, og sum nú byggir tveir trolarar aftrat til Føroya Fiskavirking, ið keypti P/F Beta.
- Enn hava vit ikki fingið endaligu tilboðini, og tí hava vit heldur ikki tikið endaliga støðu til, hvar skipini verða bygd.
Tummas sigur, at teir fegnir vilja byggja í
Føroyum, um tilboðini verða kappingarfør við tey sponsku.
- Tað vita vit ikki enn, og fyrr enn øll tøl eru komin á borðið, verður støða ikki tikin. Í løtuni bíða vit eftir teimum seinastu tølunum.
Hann dugir í løtuni ikki at siga, nær P/F Vár fer at undirskriva sáttmála um skipabygging, men gongst sum ætlað, væntar hann, at tað verður í nærmastu framtíð.
- Eg vænti, at vit vita meira um hetta at siga um nakrar vikur, leggur Tummas Christophersen aftrat.

Gingið hampiligt
Hóast Nornagestur og Kolumbus eru gomul skip, hevur tað gingið hampiliga væl, síðan vestmenningar keyptu tey.
- Jú, tað hevur verið á góðari leið. Vit høvdu ein steðg í einar tríggjar vikur í árinum, sum fór, men hetta er ikki annað, enn roknast kann við, tá ið tú fæst við skiparakstur.
Nornagestur og Kolumbus fiskaðu 3.200 tons í 2006, og veiðan varð seld fyri tilsamans 19,5 miljónir krónur.
- Hetta er eftir umstøðunum brúkiligt, og vit kunnu bara siga, at rakstrarliga hevur staðið upp og niður hjá gomlu skipunum, sigur Tummas Christophersen, reiðari.