Nú er nokk tosað

SANDOYARTUNNIL: - Vit eru á einum máli um, at tilgongdin við Sandoyartunlinum hevur verið trupul.

- So leingi sum verkætlanin ikki verður løgd í fasta legu, verða framhaldandi politiskir trupulleikar av hesum málinum.

Tað halda í øllum førum fýra av politisku feløgunum í Sandoynni – Sandoyar Sýslu Sambandsfelag, Sandoyar Sýslu Fólkafloksfelag Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag og Sandoyar Sýslu Tjóðveldisfelag.

Tey hava nevniliga sent út eina yvirlýsing, har tey vísa á drúgva málið, sum enn ikki er loyst samstundis sum fólkatalið í oynni minkar.

Fyri tey er eingin ivi um, at tað er bert EIN loysn sum kann venda gongdini – og tað er Sandoyartunnilin.

Víst verður á, at játtanin til ein komandi tunnil verður lítið meiri enn til verandi ferðasamband, eins og at landið kann spara pening í longdini um pengar verða settir av longu nú.

- Vit heita tí á landsins politikkara um at stovna p/f Sandoyartunnilin sum skjótast, og at peningur av álvara verður settur av í hesum valskeiðnum.

So verður sligið fast: At nú er nokk tosað. Nú vilja vit síggja úrslit, siga tey fýra politisku feløgini í Sandoynni.