Sinnisbati visti av ongum, fyrr enn hús vóru keypt í Sandavági til annað sambýli fyri sinnisveik. Tað harmast tey í Sinnisbata um, tí tey halda seg kunna vera til hjálp í slíkum førum, men vórðu ikki kunnað yvirhøvur.
?Vit eru slett ikki vitandi um hatta, sum nú er farið fram. Og eg undrist eisini á, at eini hús eru keypt afturat í Vágum. Tí eftir okkara meting er tørvurin størri aðrastaðni, sigur Soffi Egholm, sum er formaður í felagnum Sinnisbata, sum er áhugafelag teirra, sum líða av sinnisveikleika av onkrum slag.
Men hon skundar sær at leggja afturat, at Sinnibati sjálvandi á ongan hátt mótmælir tiltøkum, sum koma teimum, sum brúk hava fyri tí, til hjálp og nyttu. Og tey fegnast hóast alt um, at enn eitt hús er keypt til sambýli.
?Men vit høvdu kortini væntað, sigur Soffi Egholm, at vit fingu okkurt at vita um ætlaninar annað enn, at vit hava sæð eina lýsing í bløðunum, har søkt hevur verið eftir húsum í Vágum. Og at tað fór at ganga so skjótt fyri seg, vardi okkum ikki.
Hon sigur, at eftir teirra meting, hevði verið rættari at latið eitt slíkt sambýli upp í Suðruoy, tí har er størri tørvur enn eitt nú í Vágum. Og tað kundu tey sagt myndugleikunum, um tey í Sinnisbata vóru eftirspurd, sigur hon.
?Vit hava boðið okkum fram at vera til alla ta hjálp, vit á nakran hátt kunnu. Men hesaferð vóru vit hildin uttanfyri, sigur formaðurin í Sinnisbata.
Soffi Egholm sigur, at hon skilir væl grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum, tá hann sigur, at tað fæst mest fyri pengarnar í Vágum. Og Sandavágur er eisini væl egnað til at leggja eitt slíkt sambýli. Serliga, tá eitt nú er har frammanundan. Har er stutt millum bygdirnar, og góðir møguleikar eru fyri aktivitetum hjá búfólkunum.
?Eingin ivi skal vera um, at Sinnisbati bakkar øll tiltøk, sum bera bata við sær, upp. Men vit høvdu verið fegin, um vit eisini kundu verið við til at givið ta hjálp og vegleiðing, sum vit bjóða fram, sigur hon.










