Fólk fóru í dag á gøturnar í Nuuk at mótmæla ynskinum hjá Trump um at taka valdið á Grønlandi. - Mynd: Mads Schmidt Rasmussen/Ritzau Scanpix

ES-sendiharr­ar kall­að­ir til bráð­feing­is fund um Grøn­land

Sendiharrar úr ES-londum skulu hittast, eftir at amerikanski forsetin hevur ávarað um toll móti teimum, sum halda við Danmark

Fólk fóru í dag á gøturnar í Nuuk at mótmæla ynskinum hjá Trump um at taka valdið á Grønlandi. - Mynd: Mads Schmidt Rasmussen/Ritzau Scanpix

ES-sendiharrar eru kallaðir til bráðfeingis fund í Brússel í morgin um Grønland og nýggjar tollhóttanir frá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Tað upplýsir Kýpros, sum hevur formansskapin í ES, sambært tíðindastovuni Reuters í kvøld.

Fráboðanin kemur ein dag eftir, at Trump segði, at Danmark og sjey onnur lond fóru at verða rakt av einum tolli upp á tíggju prosent frá 1. februar, til USA og Danmark hava gjørt avtalu um Grønland. Seinni kundi tollprosentið hækka enn meira.

Samstundis samskipa evropeisk lond eitt svar.

ES-diplomatar siga sambært tíðindastovuni Reuters, at fundurin skal byrja klokkan 16.

Danmark og evropeisk lond hava svarað aftur við felags fordøming av fráboðanini hjá Trump.

– Tollur kann undirgrava transatlantisku viðurskiftini og vanda fyri at føra til eina hættisliga niðurgongd, skrivar forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, á X.

– Evropa verður framvegis sameint, samskipað og avgjørt at varðveita sítt fullveldi.

Í dag mótmæltu túsundtals fólk í Grønlandi og Danmark ímóti ynskinum um ræði og ognarrætt í Grønlandi, sum Trump fleiri ferðir hevur ført fram.

Í vikuni hevur Danmark roynt at økja samskifti við USA um Grønland gjøgnum millum annað uttanríkisráðharrafund í Washington D.C.

Samstundis hevur Danmark økt um evropeisku nærveruna í Grønlandi við hernaðarvenjing, sum er stuðlað av einum hópi av londum.

Hetta var júst eitt av kritikkpunktunum hjá Trump, tá hann í einum longri innleggi á Truth Social gjørdi sína fráboðan um toll móti Danmark, Noregi, Svøríki, Fraklandi, Týsklandi, Bretlandi, Niðurlondum og Finnlandi. Øll londini eru við í hernaðarvenjingini.

– Hetta er ein sera hættislig støða fyri trygdina og yvirlivilsið á planetuni. Hesi londini, sum spæla hetta sera hættisliga spælið, hava innført eitt váðastig, sum er óburðardygt, skrivar Trump.

 

/Ritzau/

 

 

 

Fólk fóru í dag á gøturnar í Nuuk at mótmæla ynskinum hjá Trump um at taka valdið á Grønlandi. - Mynd: Mads Schmidt Rasmussen/Ritzau Scanpix