Rækjur
Tað er ilt at síggja glottar hjá teimum, sum starvast í rækjuvinnuni, men eitt, sum nú er farið at vísa seg, er ein hækking í prísinum á posarækjum.
Petur Jacobsen, reiðari, sigur, at ein orsøk til betri prísútlit, er, at eitt nú kanadiumenn hava sæð, at tað nyttar lítið bara at senda rækjur í stórum nøgdum út á marknaðin.
- Hetta gevur ov lítið, og úrslitið verður, at eingin fær nakað burtur úr.
Størri kvotur,
lægri prísur
Hann vísir á, at bæði kanadiska stjórnin og grønlendska
heimastýrið hava økt rækjukvoturnar munandi, og hetta hevur verið ein týðandi orsøk til, at rækjumarknaðurin hevur verið so vánaligur. So hvørt, kvoturnar eru øktar, er rækjuprísurin fallin.
- Vánaligi rækjumarknaðurin hevur ført til, at kanadiskir
rækjutrolarar í størri og størri mun eru farnir at fiska onnur fiskasløg, eitt nú svartkalva, tí hetta loysir seg betur. Teir hava eftirhondini funnið út av, at lítil meining er í at føra stórar nøgdir av rækjum til lands, sum lítið fæst fyri.
Petur veit at siga, at teir nýggju norsku rækjutrolararnir eisini hava ligið tungt í sjónum, men nakrir teirra hava so møguleika eisini at veiða tosk ein part av árinum.
- Teir, sum bara hava rækjurnar at dúva uppá, eru tungir í rakstri, sigur hann.
Stuttar túrar
Reiðarin vísir á, at føroysku rækjuskipini í seinastuni hava tjent nakað av peningi við at gera stuttar túrar á Flemmish Kap.
- Fiskiskapurin á Flemmish Kap hevur verið góður, men rækjurnar eru smærri enn vanligt. Skipini hava gjørt nakrar skjótar túrar, har tey í hálvan annan til tveir mánaðir hava fingið millum 400 og 500 tons av rækjum. Hetta gevur ikki tað heilt stóra í peningi, men er skjótt vunnin peningur, sum er komin væl við hjá skipunum.
Petur Jacobsen sigur, at eini 60-70% av veiðini hesar túrarnar hava verið smáar posarækjur, sum lagdar eru upp á Oyri.
- Hini 30% verða so seld á øðrum marknaðum fyri ein prís, sum liggur á einum rímiligum støði, sigur reiðarin.