Pól Jóhannus er aftur á vøllinum

1. DEILD: Tað endaði málleyst, tá ið tað í kvøld var toppdystur í Leirvík

Tað endaði 0-0, tá ið toppliðið Víkingur í kvøld hevði vitjan av NSÍ, sum er næstovast.

Nú fyrsti dysturin í øðrum triðingi í kappingini er spældur, er Víkingur topplið við 21 stigum, og NSÍ er næstfremst við 19 stigum.

Talan var um javna grannauppgerð. Víkingur hevði átta hornaspørk, og NSÍ hevði níggju hornaspørk.

Síðstu vikurnar hevur ljóðað, at Pól Jóhannus Justinussen er ikki so langt frá aftur at vera partur av hópinum hjá NSÍ. Nógvu undanfarnu árini hevur hann verið fastur maður á besta liðnum. Í vetur hevur hann ikki vant, tí hann hevur verið so nógv upptikin av arbeiði og skúlagongd.

Eftir 2-0 heimasigurin ímóti HB mánakvøldið segði NSÍ venjarin Glenn Ståhl, at Pól Jóhannus skuldi vera hjartaliga væl komin at venja við besta hópinum, um hann helt seg hava umstøður og stundir aftur at spæla fótbólt, og so rósti NSÍ venjarin Pól Jóhannusi fyri allar dygdirnar, sum venjarin heldur, at Pól Jóhannus hevur sum fótbóltsspælari.

Í kvøld var Pól Jóhannus Justinussen á næstbesta NSÍ liðnum, sum spældi í Leirvík. Hann spældi allan dystin á tamb, og tað man bera boð um, at hann er ikki heilt uttan venjing. So er spurningurin, um hann hjálpti til, tí Haraldur R. Højgaard var skaddur, ella um hann um ikki so nógvar vikur verður partur av besta hópinum.

Ein annar veteranur, Einar Tróndargjógv, var eisini á næstbesta NSÍ liðnum í kvøld. Einar gavst at spæla undan síðsta kappingarári. Tá ið besta liðið manglaði ein vinstra vongverja, tørnaði Einar til aftur. Tá ið kappingarárið var av, var eingin ivi um, at nú var tað liðugt við fótbólti í fremstu røð hjá Einari. So fæst at síggja, um hann nú fer at hjálpa til á næstbesta liðnum, ella um hann aftur fer at vera við í kappingini um plássini á besta liðnum.

Á liðnum hjá Víkingi vóru í kvøld Geza Turi og Ingi Jonhardsson, sum sunnukvøldið vóru á besta liðnum ímóti EB/Streymi. Hjá NSÍ vóru millum teir fyrstu ellivu Jann Martin Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes og Steffan Løkin.