av at fara at vitja verðforeldrini í Hetlandi. Mamma hennara ynskti at koma við at hjálpa henni at ansa børninum á ferðini. Tá ið tey høvdu flogið umleið 45 min, sigur elsta dótturin við ommuna, at høvdið [...] og vit høvdu javnan samband við Jean fyri at vita, um teir vóru framkomnir. Tá ið triði dagurin var hálvrunnin, hildu vit lítla vón vera um, at teir fóru at bera boð í bý. Men undurið hendi. Í skýmingini [...] uttan fyri Vaila at seta línu. Tá ið teir draga innaftur, er fast í botni og fer triði maðurin eisini aftur at hjálpa til, við tí úrsliti, at jollan koppar og allir enda á sjónum. Teir klára at koma uppá eitt
millum annað í røðu, at besta dømið um, hvussu aktivur Heðin Mortensen var, var at tað kom sum serstøk søga í fjølmiðlarnar, at borgarstjórin hevði tikið sær frí ein heilan dag at vera saman við familjuni [...] við at boða frá, at klokkan 15 seinnapartin kemur sonur hansara á Ráðhúsið við umbøn um at lækka kommunuskattin við 50%. Annars var ymiskt skemt á skránni, millum annað ein vísa, sum tað sigst, at Hilmar [...] fyri bæði at Heðin gjørdist forseti í ÍSF, og at hann gjørdist borgarstjóri, tí í báðum førum var støðan hjá Jógvani avgerandi fyri útfallið. Gestarøðari í morgun var Sjúrður Skaale, sum kom oman við heilsu
Hansen, at møguleikarnir fyri eini ferðavinnu í Suðuroy eru so góðir, at oyggin má metast at vera í eini serstøðu. - Ferðavinna kastar nógv av sær, tí hon krevur nógva arbeiðsorku við tað, at talan er [...] er heilt sermerkt í Suðuroy, er, at ongastaðni eru bjørgini so lætt atkomulig, sum her, tí nógvastaðni eru vegir heilt út á eggina og aðrastaðni er heilt stutt og lætt at ganga. Vestmannabjørgini eru tiltikin [...] húski ferðaðust í egnum landi. - Tað er ein tann besta feria, eg havi havt, staðfesti hann. Hann segði, at hóast tey høvdu gist ókeypis, tí tey gistu privat, løgdu hann og húskið einar 2000-3000 krónur eftir
Brasilia eitt av heimsins mest mentunarligu opnu londum, sigur Vinnuhúsið. Brasilia verður mett at vera ein av heimsins týdningarmiklastu vakstrarmarknaðum. Ein av orsøkunum til hetta er ein íverksetara [...] nýstovnaða fyritøku. Hetta merkir, at Brasilia er á odda á íverksetarahermótinum samanborið við hini trý BRIK londini ? Russland, India og Kina. Og Brasilia liggur langt oman fyri íverksetaravirksemi í vanligum [...] m hava stovnað egna fyritøku av neyð. Tað er vanlig heimaframleiðsla, sum fyri nøkur kann vera einasti máti at fáa eina inntøku. Tað er eitt rák, ið er meiri útbreitt í londum, sum eru í menning, meðan
heldur Per Hansen, at Suðuroy er í eini serstøðu, og tí heldur hann, at møguleikarnir eru ovurhonds góðir. - Ferðavinna kastar nógv av sær, tí hon krevur nógva arbeiðsorku við tað, at talan er sum oftast [...] Men hetta krevst, at vinnan sjálv tekur hetta í álvara, tí tað er hon, sum skal skapa tilboðini til ferðafólkið. Men hann legði afturat, at tilboðini mugu verða góð, tí tað er dýrt at ferðast til Føroya [...] Føroya og tað er dýrt at vera í Føroyum. - Tí setir ferðafólkið eisini høg krøv, tí samsvar skal vera ímillum prísir og tænastu.
eisini, at tað er ein serligur hugni í at vera fyri seg sjálvan. - Eg haldi í hvussu er ikki, at Rúsan dregur fólk til hinar handlarnar í Miðlon, staðfestir Maiken Durhuus. Hon gleðir seg til, at alt nú [...] var orsøkin til at flyta niðan í Miðlon tann, at tað var vorðið nakað trongligt í Tróndargøtu, men hon heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki, nú barnaskógvarnir verða fluttir oman aftur. - Nei, tað [...] trupulleikin tann, at tað verður ringt at finna røttu støddina, tí tá er vetrar úrvalið mest sum útselt, sigur Maiken Durhuus. Koma, síggja, keypa Maiken Durhuus kom í Fótbúna at arbeiða eftir at hava búð niðri
bundið seg til at fáa ásettu skipanirnar at virka, og peningur má verða játtaður, so skipanirnar kunnu fáast at virka, sigur arbeiðsbólkurin. Bólkurin heldur eisini, at ein annar fyrimunur við at hava eina [...] ígjøgnum, fyri at fáa ikki-avmarkað uppihaldsloyvi. Talan er um eitt skeið í føroyskum máli, mentan og um føroyska samfelagið. Bólkurin mælir til, at skeiðið skal vera staðið, áðrenn til ber at fáa uppihaldsloyvi [...] Har sigur arbeiðsbólkurin, at tað er týdningarmikið, at børn, ið hava føroyskt sum annað mál, so tíðliga sum til ber fara at nýta føroyska málið. - Tess fyrr børnini byrja at nýta málið, tess betur verða
sitið væl saman við í upp til 10-tals ár uttan at hava nakað at finnast at honum. Tað var heldur eingin trupulleiki at fáa løgfrøði til at medvirka til at skaða skrivstovumannin mest møguligt í umrøddu [...] liga, at høvuðsmaðurin í hesum máli fer í hernað móti hesum fólkum fyri at teppa tey. Nú roynir hann at gera seg sjálvan og síni til offur fyri sínar egnu gerðir. Bert eitt dømi av fleiri er, at Frank [...] t” skuldi vera medvirkan til samb. formannin eitt “Watergate innbrot” á hansara skrivstovu 3. februar 2007 við tí endamáli at beina fyri tilfari í teldu felagsins. Tað er vitnisfast, at hetta er reinur
man fær burturúr at vera útróðrarmaður, ella hvussu lítið. - Og so mást tú heldur ikki gloyma, at hetta skal eitast at vera besta fiskitíð, sigur hann álvarsamur. – Skal tað bera til at liva sum útróðrarmaður [...] øðrum fiskiskapi, fyri at fáa tað at mala runt fíggjarliga. - Nei, eingin livir av útróðri í dag, hóast vit fegnir vildu tað, vísir hann á. - Tað átti sjálvandi, sjálvandi at verið so, at man kundi livað av [...] seinasta samdøgrið. Nú er ikki frítt, at Bjarni er blivin eitt sindur ótolin. Ótolin eftir at kunna loysa frá bryggju aftur. Seinnapartin mikudagin var hann farin oman í útróðrarbát sín, Norðfarið sum liggur
fulnar í eitt andatak. Fær okkum at kenna lívið í sínum sanna formi í eina stund. Ein fer at hugsa um tey, ein elskar. Um hvussu umráðandi tað er, at lata tey vita av, at tey eru elskaði av einum. Deyðin [...] tykist tú vera allastaðnis, har mín fótur stígur, og hóast sorgina og saknin, er láturin, tú kveikti rundan um teg, enn her, men sum eitt dempað ljós, og eg biði til, at ljósið ein dag aftur fer at lýsa við [...] Eg veit ikki um eg segði nóg ofta við teg, at eg elskaði teg. Hvussu nógv tú hevði at siga fyri meg, mammu og systrarnar. Hvussu høgt í metum, ein og hvør tilvildarlig løta, vit høvdu saman var. Allur