Leygardagin 9. apríl verður føroyavinurin Frank David Simmons úr Sandness í Hetlandi áttati.
Tey, sum hava vitjað í Sandness, finna skjótt útav, hvussu høgt hann metir okkara kæra oyggjaland. Tá tí tú sneiðir inn á vegin til lítlu svørtu húsini hjá Jean og Frank David er lítil skráningur, har hann hevur eftirgjørt tvær smáar bygdir, eina føroyska og eina hetlenska. Eisini kann nevnast at Frank David hvønn morgun lurtar eftir føroysku tíðindunum í hetlendska útvarpinum.
Alskurin til Føroyar byrjar longu í 60-unum, tá ið hann møtir føroyskum sjómonnum. Av hesum kunnu nevnast Heini Svarthamar (eisini kallaður Shettlands Heini) og Andriasi á Marknagili. Síðani møtir hann fleiri føroyingum, sum vitja Hetland við traktatum í 1971 og 1973 og mong vinarbond blivu knýtt.
Frank David vitjaði oyggjarnar fyrstu ferð í 1972, og hevur hann vitja hvørt ár síðani, onkuntíð enntá tvær ferðir sama árið. Eisini børn teirra hava verið í Føroyum og arbeitt ávíst tíðarskeið. Fyrst elsti sonurin Robert, ið arbeiddi á skipasmiðuni í Havn og síðani hini trý Kathleen og Ruth, í arbeiddu á Sjómansheiminum í Klaksvík, og David Andrew, ið sigldi við fleiri føroyskum skipum, m.a. Fuglfirðingi har Johan Christiansen var skipari. Børnini hjá Frank David fingu hesa tíðina, tey vóru í Føroyum, góða hjálp frá Gunnvør og Jóanes Poulsen, sum tá búðu í Klaksvík.
Okkara samband við Frank David byrjaði eitt sindur tilvildarligt í 1983. Eg koyrdi ein túr oman á skálatrøð og sá eina lítla 21 fóts "tuflu" liggja har; kendi beinanvegin Robert aftur, sum búði hjá okkum tá ið hann arbeiddi á skipasmiðjuni í Havn í 1972.
Frank David og Robert vóru komnir úr Hetlandi nakrar dagar frammanundan (30 tímar úr Sandness) og hugsaðu nú so smátt um at sigla niðuraftur. Eg bjóðaði teimum báðum niðan, og búði teir eina lítla viku hjá okkum, meðan bíða var eftir líkindum. Ótólin sum Frank David er av lyndi, helt hann, at nú var ein glotti, og hildu teir avstað. Teir settu fyrst kós móti Tvøroyri, síðani til Hetlands. Túrurin kundi eins væl blivið teirra lagnutúrur. Veðrið gjørdist sera ringt, og vit høvdu javnan samband við Jean fyri at vita, um teir vóru framkomnir. Tá ið triði dagurin var hálvrunnin, hildu vit lítla vón vera um, at teir fóru at bera boð í bý. Men undurið hendi. Í skýmingini sama kvøldið ringdi Jean, rólig sum hon er av lyndi, at nú sá hon lítlan hvítan bát nakað frá landi og tað mundi fara at verða teir, og so var. Og vit kundu takka Gudi fyri bønarsvar.
Í 1988 skipaði Frank David fyri ferð til Føroya, har umleið 30 fólk úr Hetlandi, Orkneyoyggjum og Skotlandi vitjaðu oyggjarnar. Ein væleydna ferð, har vitja var líka úr Sumba til Svínoyar. Eisini varð vitja á Zarepta. Tey vitjandi vóru sera takksom ímóti øllum teimum, sum vístu teimum gestablídni hesar dagar. Árið eftir var líknandi ferð skipað úr Føroyum til Hetland. Farið varð fyrst í juli mánað, og vóru vit ikki minni væl móttikin. Vit vitjaðu nógv áhugaverd støð, og gleddust eisini yvir at kunna njóta gott og gevandi samfelag við samkomurnar har.
Sagt verður mangan, at eingin sleppur undan. Árið 1995 høvdu Jean og Frank David helst viljað kunna tikið úr kalendaranum. David Andrew var giftur Lis úr Dorking tætt við Londan. Tey høvdu búsett seg í Carlisle við teirra fýra børnum, ið vóru ímillum 2 og 8 ára gomul. Á hvítusunnu meðan David Andrew var úti á oljufeltinum, gjørdi Lis av at fara at vitja verðforeldrini í Hetlandi. Mamma hennara ynskti at koma við at hjálpa henni at ansa børninum á ferðini. Tá ið tey høvdu flogið umleið 45 min, sigur elsta dótturin við ommuna, at høvdið á mammuni kendist so tungt á økslini hjá sær, og sá omman beinanvegin, at her var galið. Flogfarið broytti kós og fór niður í Wick í Skotlandi, men longu áðrenn tey komu á sjúkrahúsið, var greitt at einki var at gera. Lis var farin einans 33 ára gomul, og nú sat omman hjá teimum fýra børnunum og bíðaði eftir at David Andrew, sum var á veg inn av feltinum, skuldi koma.
Á leið fýra mánaðir eftir fáa tey næsta brotasjógvin, Ruth var gift Leif Einarssyni, ættaður úr Rituvík. Tey búði í Walls í Hetlandi við synum teirra, ið tá vóru 6 og 8 ára gamlir. Leif er sjálvur triði farin við lítlari jollu uttan fyri Vaila at seta línu. Tá ið teir draga innaftur, er fast í botni og fer triði maðurin eisini aftur at hjálpa til, við tí úrsliti, at jollan koppar og allir enda á sjónum. Teir klára at koma uppá eitt sker, men Leif, sum var ein sterkur og góður svimjari, helt, at hann skuldi royna at fara eftir hjálp. Hann helt ikki, at teir kláraðu øgiliga kuldan yvir náttina. Leif bleiv ongantíð funnin aftur. Ein av hetlendingunum klár-aði náttina og var funnin á skerinum dagin eftir. Hetta tók teimum báðum sera dygt, serliga Frank David av tí at Leif var honum sum kærur sonur.
Vit vitjaðu fyrstu ferð í Hetlandi í 1984. At koma úr Havn til bygdalívið í Sandness var ein spennadi verð, serliga hjá børnum okkara, sum tá vóru millum 4 og 7 ára gomul. At vera á einum bóndagarði við uml. 800 áseyði, at mjólka kýrnum, skera torv, seta hummararúsur o.m.a. var nakað, tey ikki upplivdu í Havn. Tey stuttleikaðu sær óført, og hevur hetta vinarlag ført til óteljandi ferðir til okkara vinir og nærmasta granna, Hetland.
Frank David hevur altíð havt stóran áhuga í barnaarbeiði, so eftir túrin í Føroyum í 1988 og vitja var á Zarepta tosaði hann við Jim Johnson, sum var við á ferðini um samkomurnar í Hetlandi ikki skuldi byrja líknandi arbeiði í Hetlandi. So var gjørt, fyrsta legan byrjaði í 1994, og vóru fleiri yngri og eldri kreftir úr Føroyum við, fyri at leggja lag á og hjálpa til, nú húsast legurnar nær flogvøllinum í Sumburgh Head, og koma á leið 240 børn til legurnar gjøgnum summarið.
Frank David hevur útgivið 3 bøkur og sum væntað, er eisini ein skaldsøga teirra millum, kallað "The Faroe Shetland Story".
Hóast aldurin er tað ikki nakað sum heldur honum aftur. Arbeiðssamur sum fáur, og hevur hann líka nógvar unglingar sum vinir, sum eldri. Hetta sæst eisini, tá ið hann er her. Tey ungu flokkast um hann, og dáma sera væl at práta við hann ella kjatta við hann á "facebook".
Jú, ein áhugaverdur persónur, sum kann tosa um stórt sæð alt, sum rørir seg í samfelagnum; men altíð dregur prátið inn á tað, sum hevur størsta týdning fyri hann, Harran Jesus Kristus, og orð Hansara.
Vit vilja við hesum ynskja Frank David hjartaliga tillukku við teimum áttati, og vóna at hann fær høvi at vitja oyggjarnar nakrar ferðir enn.
---------
EavR









