Tað munnu eftir hondini vera fá, sum ikki til eina ella aðra tí murra ella syngja »Altíð ein fót framman fyri«, lýsingina, sum James Olsen hevur gjørt fyri Fótbúna. So vit gjørdu av at støkka inn á gólvið í skóhandlinum, og har hittu vit Maiken Durhuus, ið hevur starvast í handlinum seinastu 11 árini.
Beint nú er eitt sindur rokaligt uppi á, tí tey eru í ferð við at rigga av uppi í Miðlon, og tað merkir, at barnaskógvarnir aftur verða undir somu lon sum damu- og harraskógvarnir.
- Tað verður gott at fáa alt undir somu lon aftur. Tað merktist her niðri, tá barnaskógvarnir og til deils nakað av damu- og harraskógvunum vórðu fluttir niðan í Miðlon í 2009, sigur Maiken Durhuus.
Sum hon skilti, var orsøkin til at flyta niðan í Miðlon tann, at tað var vorðið nakað trongligt í Tróndargøtu, men hon heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki, nú barnaskógvarnir verða fluttir oman aftur.
- Nei, tað verður helst bara talan um at minka eitt sindur um talið av modellum, sigur Maiken Durhuus.
Nakað annað, sum hevur víst seg seinastu árini, er, at konufólk tykjast fáa størri føtur.
- Nú kunnu vit selja damuskógvar heilt upp í stødd 43, og tað var ikki vanligt. Mannfólkastøddirnar fáast nú upp í nummar 50, sigur Maiken Durhuus.
Árstíðar bundin
Fótbúni leggur seg eftir at selja dygdarvørur, at har hava merkini ein stóran týdning.
- Fólk ferðast jú meiri og meiri, og tey kenna tí eisini tey góðu skómerkini. Vit selja Gabor, Lloyd og serliga Clarke, sum er elsta merkið og stavar frá Onglandi, sigur Maiken Durhuus.
Tað er einki at taka seg aftur í, at tað fyri tað mesta eru konufólk, ið keypa skógvar.
- Tað er nógv broytt, eftir at Eik Banki og Fiskavirking fóru á heysin. Nú koma konufólk mest sum bert, tá teimum mangla skógvar, meðan tað framman undan var øðrvísi. Tá komu konufólk javnan inn at hyggja, og fullu tær fyri nøkum, keyptu tær, sigur Maiken Durhuus.
Í skemtitekningum sæst javnan, at konufólk hava stáplar oman á stáplar av skógvaeskjum við síðuna av sær, sum tær hava roynt, og vit spurdu Maiken Durhuus, um hetta er nakað, ið hon kennir aftur.
- Tað finnast tær, sum kunnu minna um hesar skemtitekningar. Summar ganga ógvuliga høgt upp í, at tað skal passa til tær og kanska onkur serlig klæðir, men tað týdningarmesta er, at hava nøgdar kundar, sigur Maiken Durhuus.
Annars eru skógvar, eins og klæðir, árstíðar bundnir, men kortini selja tey stylvar alt árið.
- Stylvarnar fáa vit í september, og tá komið er út í mars verður trupulleikin tann, at tað verður ringt at finna røttu støddina, tí tá er vetrar úrvalið mest sum útselt, sigur Maiken Durhuus.
Koma, síggja, keypa
Maiken Durhuus kom í Fótbúna at arbeiða eftir at hava búð niðri nøkur ár.
- Eg sá eina lýsing í bløðunum, søkti og fekk arbeiðið. Og tað passaði mær væl, tí eg havi altíð havt áhuga fyri skógvum, sigur Maiken Durhuus.
Hon saknar tómrúmið, tá barnaskógvarnir vórðu fluttir niðan í Miðlon.
- Tað plagdi ofta at vera rokaligt uppi á loftinum leygardagar, tá familjur komu við børnunum at keypa skógvar, men tað hevði sína sjarmu, sigur Maiken Durhuus.
Hon heldur, at tað er stórur munur á, tá konufólk og mannfólk koma at keypa skógvar.
- Tá menn koma inn einsamallir, hyggja teir eftir einum skóm, teimum dáma, og siga fínt gev mær nummar 43 av hasum parinum. Og so er tað liðugt. Men um konan er við, er støðan sjálvandi eitt sindur øðrvísi, sigur Maiken Durhuus.
Hon heldur, at tað er serliga hugnaligt í handlinum upp undir høgtíðirnar, so sum páskir og serliga upp undir jól, tá nógv fólk vitjar inn á gólvið.
- Vit hava eina rúgvu av fólki, sum vitjar aftur ferð eftir ferð. Tey eru vorðin stamkundar hjá okkum, sigur Maiken Durhuus.
Hon heldur eisini, at tað er ein serligur hugni í at vera fyri seg sjálvan.
- Eg haldi í hvussu er ikki, at Rúsan dregur fólk til hinar handlarnar í Miðlon, staðfestir Maiken Durhuus.
Hon gleðir seg til, at alt nú verður undir einum taki, og familjurnar við børnum aftur fara at koma oman í Fótbúna – ella sum trúgvu, gomlu kundarnir siga: Til Karl Joensen.
Faktabox:
Navn: Maiken Durhuus
Starv: Krambakvinna
Starvstíð: 11 ár
Starvsstað: Fótbúni
Tað besta við starvinum: At hitta fólk og nøgdir kundar
Tað ringasta við starvinum: Tá onkur klagar um okkurt
Fótbúni stovnað: 1954 sum Karl Joensen
Stað: Niels Finsensgøra 1954-55, Tróndargøta 1955-