Eg veit ikki um eg segði nóg ofta við teg, at eg elskaði teg. Hvussu nógv tú hevði at siga fyri meg, mammu og systrarnar. Hvussu høgt í metum, ein og hvør tilvildarlig løta, vit høvdu saman var. Allur láturin og tárini tú fekk fram í okkara ræddum og eygnaholum, tá tú las tínar nýggjastu yrkingar og hugleiðingar fyri okkum. Summar vóru tær skemtingarsamar, aðrar álvarsamar, men tó bóru allar altíð ein djúpan vísdóm og eitt gott hugvæti. Vit leitaðu altíð til tín, tá okkum tørvaði vegleiðing um eitthvørt ella eitt erligt svar. Ja eitt erligt svar fekk man altíð frá tær.
Tú dugdi betur enn nakar annar at síggja lutirnar frá einum øðrum sjónarmiði, sum hevði tú eitt loynimið, har tú sást heimin og lívið ígjøgnum serstaka sjóneyku.
Ja, segði eg nóg ofta, at eg elskaði teg?
Tá tú seinast koyrdi meg á flogvøllin, kysti meg á kjálkan og ynskti mær eina góða ferð, visti eg ikki av, at hettar var seinasta ferð, eg sá teg í hesum heimi. Eg fór avstað, sum um at vit áttu nógvar løtur saman enn.
Tá eg sá teg aftur, var tú friðsælur, hevði eitt skálkabros á tínum andliti. Ja tú líktist tær sjálvum, men tú var farin tína ferð. Tú var ikki longur her í tí formi, sum vit kendu teg. Hettar kendist óveruligt, ja ófatuligt.
Tó so tykist tú vera allastaðnis, har mín fótur stígur, og hóast sorgina og saknin, er láturin, tú kveikti rundan um teg, enn her, men sum eitt dempað ljós, og eg biði til, at ljósið ein dag aftur fer at lýsa við fullari megi, eins og tú í hesi yrking minnir okkum á.
Hevur tú, vinur mín, ja, hevur tú gloymt, at hyggja, lurta og føla.
Minnist tú, hina ferðina tá eyga títt gleddist um blómur og smá grøs í bøð og haga?
Tú hevur kanska gloymt, hvussu vakurt fuglaljóði kendist í oyra tínum – Kanska tú minnist, hina ferðina tá tú vaknaði – fyrst eyguni, so oyruni og síðan restin av kroppi tínum.
Er tú ikki ein heppin skabningur, sum hevur møguleika at njóta sjón, hoyrn og so angan av lívinum – sum darrar rundan um teg.
Minst til, tú ert krúnan av meistaraverkinum.
Liv lívið, tað er gjørt til tað sama.
Páll
Vit sita eftir her í undran, í fjálga heiminum, sum tínar hendur hava formað og bygt. Sorgarbundnar, særdar, eyðmjúkar, og takksamar fyri alt tú var fyri okkum.
Tú legði so nógvar dýrgripir eftir teg, áðrenn tú fór. Og vit kunnu ei annað enn vera takksamar og goyma teir væl í okkara hjørtum. Ein av hesum dýrgripum eru hesi orð tíni;
Sum titandi áarløkur, streymar lívið við tína lið. Tú situr við áarbakkan - undrast og lurtar - darrandi lívs-tónarnir, lekja sál tína, og sálin er ferðabúgvin, at møta stóra fossinum.
Páll
Lívið er so undarligt, so lítið, ið vit skilja. Sjálvt um deyðin er tað tyngsta ein møtir á síni lívsleið, so er hann eisni ein umráðandi lærdómur, sum vekir okkum til fulnar í eitt andatak. Fær okkum at kenna lívið í sínum sanna formi í eina stund. Ein fer at hugsa um tey, ein elskar. Um hvussu umráðandi tað er, at lata tey vita av, at tey eru elskaði av einum.
Deyðin skapar eisini eitt tómrúm í hjartanum hjá teimum, sum sita eftir. Eitt rúm, ið eingin annar kann fylla upp aftur. Eitt rúm vit mugu læra at liva við. Í hesum rúmi býr kærleikin, og tó at hann er sárliga sáraður av missinum, er hann sterkari enn nakrantíð áður. Nú eiga vit eisini eitt slíkt rúm, og tað er títt rúm. Har búgva øll minnini og allar tær dýrabaru løturnar, vit høvdu saman, og hettar rúmið verður altíð títt góði babba!
Tú lividi eitt lív í kærleika. Tú lærdi meg so nógv um kærleikan og um lívið. Tú vil altíð vera ein partur av øllum, sum eg eri og geri. Ja tú sigur alt um kærleikan í hesi yrking tíni til mammu;
Salta tárið, ið á kjálkan rennir, kemir ikki frá vøkrum blómum,
ei heldur fáa vøkru og glaðu fuglarnir, ella heita sólini kjálka mín vátan.
Innast inni í barmi mínum bylgist ein gleði,
um at hava teg til konu, sum er so stór, at hon seyrar út millum eygnalokini.
Elski teg - maður tín.
Vit sakna teg. Tosa um teg hvønn dag. Gráta, flenna og nevna títt navn við kærleika og hita, sum um tú enn var her hjá okkum. Minnini um teg eru við til at forma okkum, sum leir í einum lógva.
So elskaði vinur, pápi og maður, hvíl nú so væl og leingi, - til vit møtast aftur undir stóra fossinum.
---------------
Dóttir tín, Eivør