Suðuroy hevur heilt serstakar møguleikar í ferðavinnuni, tí her kunnu ferðafólk uppliva nógv, sum tey onga aðrastaðni kunnu uppliva.
Tað staðfesti Per Hansen á ferðavinnudeildini í Uttanríkisráðnum, á ráðstevnuni í morgun um burðardygga menning í Suðuroy.
Eitt av evnunum var burðardygg ferðavinna. Í hesum sambandi heldur Per Hansen, at møguleikarnir fyri eini ferðavinnu í Suðuroy eru so góðir, at oyggin má metast at vera í eini serstøðu.
- Ferðavinna kastar nógv av sær, tí hon krevur nógva arbeiðsorku við tað, at talan er sum oftast um eina beinleiðis tænastu frá veitara til brúkara.
Sjálvur hevði Per Hansen verið í Suðuroy og ferðast í fýra dagar, einaferð fyri nøkrum árum síðani, tá ið hann og húski ferðaðust í egnum landi.
- Tað er ein tann besta feria, eg havi havt, staðfesti hann.
Hann segði, at hóast tey høvdu gist ókeypis, tí tey gistu privat, løgdu hann og húskið einar 2000-3000 krónur eftir seg í Suðuroy á matstovum, í handlum av ymsum slagi og til annað.
Út á eggina
Eitt, sum ger Suðuroy til nakað fyri seg, er náttúran.
Náttúran í Suðuroy er øðrvísi enn alla aðrastaðni í landinum.
- Eitt, sum er heilt sermerkt í Suðuroy, er, at ongastaðni eru bjørgini so lætt atkomulig, sum her, tí nógvastaðni eru vegir heilt út á eggina og aðrastaðni er heilt stutt og lætt at ganga.
Vestmannabjørgini eru tiltikin, men hagar skalt tú sigla eina góða løtu. Í Suðuroy ber nógva staðni til at koyra út á eggina og síggja tey stórfingnu bjørgini úr erva.
Annars hava suðuroyingar nógv, sum ongin annar hevur, eitt nú kolanámini í Hvalba, fyrsta føroyska flaggið í Fámjin, grindabátarnar og sluppina Johonnu í Vági.
Í Suðuroy er eisini best røkta bygd, sum er Fámjin og Hvannhagi, norðanfyri Tvøroyri er kosin sermerktasta náttúruøkið í landinum.
Og oman á alt eru so søgurnar og sagnirnar, sum tað er nógv av í Suðuroy.
- Ferðafólk leita í størri og størri mun eftir óspiltari náttúru og her kann Suðuroy gera seg galdandi við fjøllum, bjørgum, nógvum bygdagøtum og so víðari.