Suðuroy hevur heilt sjáldsamar møguleikar í ferðavinnuni, tí her kunnu ferðafólk uppliva nógv, sum tey onga aðrastaðni kunnu uppliva. Tað staðfesti Per Hansen á ferðavinnudeildini í uttanríkisráðnum, á ráðstevnuni á Hotel Øravík í morgun, sum Angenda 21 skipar fyri um burðardygga menning í Suðuroy.
Eitt av evnunum var burðardygg ferðavinna og í hesum sambandi heldur Per Hansen, at Suðuroy er í eini serstøðu, og tí heldur hann, at møguleikarnir eru ovurhonds góðir.
- Ferðavinna kastar nógv av sær, tí hon krevur nógva arbeiðsorku við tað, at talan er sum oftast um eina beinleiðis tænastu frá veitara til brúkara.
Sjálvur hevði hann verið í Suðuroy og ferðast eina lítla viku fyri nøkrum árum síðani.
- Tað er besta feria, eg havi havt, staðfesti hann.
Hann segði, at hóast hann hevði gist privat, legði hann einar 2000-3000 krónur eftir seg í Suðuroy á matstovum, í handlum av ymsum slagi og til annað.
So eilt onki leggja ferðafólk ikki eftir seg.
Eitt, sum ger Suðuroy til nakað fyri seg, er náttúran.
Náttúran í Suðuroy er øðrvísi enn restin av landinum, tí ongastaðni eru bjørgini so lætt atkomulig, sum í Suðuroy, tí her eru vegir heilt út á eggina nógva staðni.
Annars hava suðuroyingar nógv, sum ongin annar hevur, eitt nú kolanámini í Hvalba, fyrsta føroyska flaggið í Fámjin og grindabátarnar í Vági.
Í Suðuroy er eisini best røkta bygd, sum er Fámjin og Hvannhagi norðanfyri Tvøroyri er kosið sermerktasta náttúruøkið í landinum.
Og oman á alt eru so søgurnar og sagnirnar, sum tað er nógv av í Suðuroy.
- Ferðafólk leita í størri og størri mun eftir óspiltari náttúru og her kann Suðuroy gera seg galdandi við fjøllum, bjørgum, nógvum bygdagøtum og so víðari.
Men hetta krevst, at vinnan sjálv tekur hetta í álvara, tí tað er hon, sum skal skapa tilboðini til ferðafólkið.
Men hann legði afturat, at tilboðini mugu verða góð, tí tað er dýrt at ferðast til Føroya og tað er dýrt at vera í Føroyum.
- Tí setir ferðafólkið eisini høg krøv, tí samsvar skal vera ímillum prísir og tænastu.