loksins avgreiddur. Við flogfarinum í gjár var David Jones, og sum vera man fegnast tey í Fuglafirði um, at venjaraspurningurin nú loksins er loystur. - Givnu umstøðurnar gjørdu alt eitt sindur keðiligt [...] nevdarskiftið, sum vit hava havt, hevur kanska eisini órógvað í so máta. Men nú er David Jones so á veg norður til Fuglafjarðar, segði Dan Petersen, sum er nýggjur formaður í ÍF, tá vit høvdu orðið á hann í [...] fekk Alexander Jovevic reyða kortið, og hann er tí leikbannaður til dystin móti Skála. Hjá Skála ræður um at reisa seg eftir stórtapi móti HB. Til uppgávuna er líkt til, at liðið hevur Paula G. Hansen tøkan
ymiskum fortreytum. ? Hendan nevdin er komin við einum tilmæli til bygdarráðið um júst hettar merkið. Myndaevnið á búmerkinum er norður gjøgnum Sundið. Har sæst Sundalandið og Oyralandið og byrgingin, sum knýtur [...] Kommunu sjónligari, vit vilja profilera kommununa, so tað lættliga skal síggjast, hvør kommuna talan er um, vit vilja vísa, at vit eru stolt av okkaru kommunu, sigur Júst Poulsen, borgarstjóri í Hvannasundi [...] luttakara ógvuliga frítt, at koma við uppskotum til búmerki. ? Niðast í lýsingini kunnaðu vit í stuttum um kommununa, soleiðis at øll høvdu somu fortreytir fyri at koma við uppskoti til eitt búmerki, sigur
Hetta er sera sjáldsamur fuglur um okkara leiðir, men hevur tó verið sæddur í Føroyum áður. Gutti Petersen í Sandavági var hendan dagin sjálvur fjórði farin ein túr Norður í Haga uttanvert Bø. Á veg heim [...] beint heiman fyri Ryssugilið. Gutti Petersen sigur, at hann var beinan veg greiður yvir, at talan var um ein herfugl. Hann kendi hann frá myndum á tí sjáldsama høvuðprýðinum, fuglurin hevði. Hann steðgaði [...] kortini fulgin fara heimeftir, og fylgdu honum í bilinum, til tey mistu hann burtur, tá hann fleyg oman um vegin á Stelkaskorum. Herfuglur eigur í Suðureuropa suðuri við Miðalhavið. Hann ferðast av og á norðureftir
Umhvørvi Árni Joensen Tað er norska blaðið Bergens Tidende, sum ber tíðindini um, at leiðslan á Sellafield-verkinum hevur gjørt av at steðga tí vandamikla útlátinum, og Per Strand, deildarleiðari á norska [...] felagið British Nuclear Fuels, sum eigur verkið í Sellafield, fer at senda stjórnini í London eina umsókn um at steðga útlátinum. Ætlanin hjá leiðsluni er fyrst at gera eina roynd í summar, og eydnast hon, er [...] frá Sellafieldverkinum. Norðmenn vilja vera við, at útlátið frá verkinum kemur við havstreyminum norður við norsku strondini, og at tað sum frá líður kann dálka fiskastovnarnar. Norski umhvørvismálaráðharrin
2. deild Skálamenn vóru komnir norður eftir sigrinum, tá teir vitjaðu í Klaksvik um vikuskiftið. Tá teir fóru á vøllin, høvdu teir framvegis fremsta plássið í varveitslu, men eftir 90 minuttir uttan mál [...] Ofta fingu teir spælt seg fram í sjálvan brotsteigin, men tað var kortini sjáldan, at talan gjørdist um veruligar atsóknir. Alexandur Johansen skeyt ta einu ferðina á yvirleggjaran, men hinvegin noyddust [...] eftir horna. Alt í eitt rættvíst úrslit, hóast hvørgin parturin sum so man vera serliga væl nøgdur um einsamalla stigið. KÍ-Skála 0-0
dag eitt ferjusamband, sum sambært kanning kostar um 17 mió. kr á hvørjum ári. Henda upphædd kemur at vaksa í takt við herðing í IMO krøvum, og um 15 ár skal nýtt skip gerast til farleiðina, sum kostar [...] dugdi ikki at síggja annan møguleika enn henda, um Sandoyartunnilin skuldi gerast veruleiki. Hetta sjónarmið fall vestur- og norðurborgarstjórunum fyri bróstið, og tey meldaðu út, at tey vildu ikki [...] nýtslugjaldi. Heldur ikki ivist eg eina løtu í, at norður- og vesturborgarstjórarnir eru við uppá, at sjóvegis farleiðirnar eisini verða ókeypis, um teirra undirsjóvartunlar verða tað. Sjálvur haldi
roynir at sáa iva um trúvirði hjá útvarpinum og sendingini ”62 Norður.” Royndin kann illa tulkast sum annað enn ”spinn,” har endamálið er at flyta fokus frá tí, ið málið snýr seg um. Í sendingini 27. november [...] november royndi Janus Petersen at sáa iva um faktuel og almen tøl, ið Landsbankin hevur savnað saman. Tølini vísa rentuna hjá danska tjóðbankanum og lægstu útlánsrentu hjá føroysku peningastovnunum, frá [...] ongan hátt skift meining og hevur ei heldur avnoktað niðurstøðurnar, sum komu fram í sendingini ”62 Norður,” eins og Janus Petersen spinnur í sínum lesarabrævi. Nevndu tøl eru øll faktuel og almenn. Hvat
gerast í Marknagili. Heldur ikki kann man gevast við ætlanunum um at byggja sama skúla, tí at man skal gera tunlar Norð um Fjall, ella um Skopunarfjørð, ella byggja skip til nólsoyarfarleiðina. Arbeiðast [...] eftir á keiini í bíðirøðini. Betri hevði verið, um avvarðandi landstýrisfólk kundi komið fram og sagt okkum, um man yvirhøvur vil hava okkum um fjørðin, ella um meiningin er at gera tað so trupult sum gjørligt [...] fleiri, sum standa spyrjandi um, hvat meiningin er. Hvør er meiningin við at bjóða seg fram til politikk, um man ikki vil arbeiða fyri økinum, man er valdur av? Ræður alt um, at ongin annar má fáa eina
komu fólk úr tveim-um stórum húsvognum og spurdu, hvussu tey komu til Vestmanna. Vit vóru stødd á Oyrabakka og greiddi eg frá, hvønn veg tey skuldu koyra: Fyrst um brúnna, suðureftir um nesið, so norðureftur [...] bilar verða leiddir frá Norrønu og út um landið, veit eg ikki. Vónandi ikki líka ússaliga. Men nógv skal ikki til fyri at bøta um skeltini. Hvør tað so er, ið bøtir. Um tað ikki verður gjørt, eigur hvørt [...] týskarar fyri árum síðani vóru komnir norður til Viðareiðis og spurdu eftir farti til Mikinesar. - Vit fáa ein góðan látur; men er ikki annað, vit kunnu gera fyri at lætta um hjá okkara ferðafólki, ið hevur
verið um hesa skipan, og í dag hevur landsverkfrøðingurin tann yvirordnaða politikk, at øll arbeiði skulu bjóðast út. Bæði fyri at allir skulu hava møguleika at bjóða, og eisini fyri at kanna, um til ber [...] røðinginum um at bjóða koyringina út hevur vakt ans í hagastýrinum. Sigmundur Olsen, sum er limur í hagastýrinum, sigur, at limirnir í hagastýrinum hava umrøtt málið, síðan tað frættist um útbjóðingina [...] a - Tað er breið semja í hagastýrinum um at mótmæla ætlanunum hjá landsverkfrøðinginum um at bjóða arbeiðið út, sigur Sigmund Olsen. Hagin, har gróðtbrotið liggur, er tilsamans 12 merkur og er býttur millum