Umhvørvi
Árni Joensen
Tað er norska blaðið Bergens Tidende, sum ber tíðindini um, at leiðslan á Sellafield-verkinum hevur gjørt av at steðga tí vandamikla útlátinum, og Per Strand, deildarleiðari á norska geiðslaverndarstovninum, váttar tíðindini fyri blaðnum.
Per Strand sigur, at tað er leiðslan á verkinum, sum hevur tikið avgerðina, og nú er tað bara stjórnin í London, sum kann steðga ætlanini. Sjálvur hevur Per Strand júst verið í Bretlandi saman við einari norskari nevnd, sum m. a. hevur tosað við leiðsluna á Sellafieldverkinum og bretsku umhvørvismyndugleikarnar. Norsku umboðini fingu at vita, at felagið British Nuclear Fuels, sum eigur verkið í Sellafield, fer at senda stjórnini í London eina umsókn um at steðga útlátinum. Ætlanin hjá leiðsluni er fyrst at gera eina roynd í summar, og eydnast hon, er ætlanin at steðga útlátinum næsta ár.
Norska stjórnin hevur leingi roynt at leggja trýst á bretar fyri at fáa teir at steðga technetium-útlátinum frá Sellafieldverkinum. Norðmenn vilja vera við, at útlátið frá verkinum kemur við havstreyminum norður við norsku strondini, og at tað sum frá líður kann dálka fiskastovnarnar.
Norski umhvørvismálaráðharrin, Børge Brende, segði herfyri, at Sellafieldverkið órógvaði viðurskiftini millum Noreg og Bretland. Nú fegnast ráðharrin um, at málið nærkast eini loysn.









