Seinasta rentuhækkingin fór í lumman hjá Janusi

Aftursvar til forstjóran í Føroya Banka

Dánjal Højgaard & Jón Brian Hvidtfeldt, journalistar.
Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari
???????????????

Tíðum verður sagt, at tøl kunnu tulkast, so tey siga tað, tú ynskir. Og tað er eftir øllum at døma hetta, ið Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, roynir í lesarabrævi í bløðunum hósdagin 2. november, samstundis sum hann enn einaferð roynir at sáa iva um trúvirði hjá útvarpinum og sendingini ”62 Norður.” Royndin kann illa tulkast sum annað enn ”spinn,” har endamálið er at flyta fokus frá tí, ið málið snýr seg um.
Í sendingini 27. november royndi Janus Petersen at sáa iva um faktuel og almen tøl, ið Landsbankin hevur savnað saman. Tølini vísa rentuna hjá danska tjóðbankanum og lægstu útlánsrentu hjá føroysku peningastovnunum, frá 1994 til í dag. Munurin hevur onkuntíð verið rættuliga stórur, eitt nú skuldu føroyskir sethúsaeigarar í 1996 rinda heili trý prosent meira í rentu enn danski tjóðbankin setti sum sína útlánsrentu. Síðani aldarskiftið hevur munurin verið millum 1,75 prosent og 2,25 prosent. Hetta eru sum nevnt almenn og faktuel tøl.
Í fjør vetur hendi ein broyting í føroyska fíggingarheiminum. Kappingin herdist, og tað ávirkaði rentuna, ið fall munandi. Ella sagt við øðrum orðum: føroyingar fingu bíligari lán.
Síðani metlágu rentuna í desember í fjør, tá bíligasta útlánsrentan hjá føroysku peningastovnunum var 1,2 prosent hægri enn rentan hjá tjóðbankanum, er rentan hækkað fýra ferðir. Hvørja ferð hevur grundgevingin hjá peningastovnunum verið, at tjóðbankin hevur hækkað rentuna. Rentan hjá tjóðbankanum var í desember í fjør 2,25 prosent, í dag er hon 3,25 prosent. Í desember í fjør var lægsta bústaðarrentan hjá føroysku peningastovnunum 3,45 prosent, í dag er hon 4,75 prosent. Tað merkir, at síðsta árið hevur tjóðbankin hækkað rentuna eitt prosent, meðan føroysku peningastovnarnir hava hækkað rentuna 1,3 prosent.
Spurningurin til Janus Petersen í sendingini var tí, hví neyðugt er hjá Føroya Banka at hækka rentuna meira enn tjóðbankin ger? Seinasta rentuhækking hjá bankanum, sum kom í gildi 12. oktober var júst 0,3 prosent. Kundi bankastjórin kanska spart sethúsaeigarum hesa rentuhækking?
Tað er beinleiðis ósakligt og óseriøst, tá bankastjórin vísir á, at fyrr var munurin millum rentuna hjá tjóðbankanum og hjá føroysku peningastovnunum størri enn hann er í dag. Hvør skal siga: fyrr smurdu vit tjúkkri smør á breyðið enn vit gera í dag.
Útvarpið hevur á ongan hátt skift meining og hevur ei heldur avnoktað niðurstøðurnar, sum komu fram í sendingini ”62 Norður,” eins og Janus Petersen spinnur í sínum lesarabrævi. Nevndu tøl eru øll faktuel og almenn. Hvat niðurstøðuni í kanningini hjá Landsbankanum viðvíkur, so verður har staðfest, at rentan er lægri í dag, enn hon hevur verið onkuntíð áður. Men eftir stendur tó, at rentan er hækkað fýra ferðir síðani í desember, og at Føroya Banki í hesum tíðarskeiði hevur hækkað sína rentu 0,3 prosent meira enn danski tjóðbankin. Tað vil siga at hesir pengar tískil eru endaðir í lummanum hjá Janusi Petersen og Føroya Banka, sjálvt um tjóðbankin segðist vera orsøk til rentuhækkingina.
Umrødda samrøða við Janus Petersen er at finna á internetinum, heimasíðan er HYPERLINK "http://www.uf.fo/62n" www.uf.fo/62n, vel síðani teigin til vinstru, ið nevnist ”lurta á netinum.”